barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki [...] vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt [...] Føroyum eina ferð í lívinum. Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. Hesin vøksturin er nú viknaður. Í desember vóru tað knapt 20 starvsfólk
kambsdalur.fo. “Vit serveraðu umleið 550 døgurða til starvsfólk og næmingar. Á matarlepanum var oksasteik, petitepli og grønmeti. Alt gekk upp á stás, og nýggja útgerðin royndist sera væl. Vit eru fegin um nýggja [...] møguleikar enn hin gamli,” sigur Eyðstein Lyngvej, kokkur. Útbyggingin gongur sína gongd. Gamla túnið er nú innilokað og ovara hæddin, har náttúrulærugreinirnar skulu húsast framyvir, byrjar av álvara at líkjast
stak góða undirtøku. Nú vit síggja, at áhugi er, so fara vit at royna at fáa felagið virkið aftur. Øll eru hjartaliga vælkomin á fund í Hvalbiar skúla ónsdagin 22. januar kl.19, har vit fara at skipa nýggja [...] broytt, síðani hetta felagið varð stovnað, og eru nógvir limir ikki millum okkum longur. Okkara dansifelag hevur ikki verið virkið í nøkur ár, og nú ætla vit at gera eina roynd at fáa lív aftur í felagið [...] nýggja nevnd. Vit ætla at byrja við lættum vísum og kvæðum, øll skulu kenna seg vælkomnan, eisini tey, ið ikki eru so von at fara upp á gólv. Vinarliga stigtakararnir
hevur ført okkum víðari, sigur hann nú. Sjúrður Skaale leggur dent á, at tað er ikki upp til hansara at siga, hvat grønlendingar skulu gera. Men royndirnar hjá føroyingum eru aktuellar í dag, tá kjakið um [...] sjokk, at vit komu frá teimum stóru røðunum um tjóðarsamleika, søguligar umstøður og ideologiskar dreymar um framtíðina til samráðingarborðið í Egetræsværelset í Forsætismálaráðnum, og so eru tað bara tey [...] num við at vera samstarvandi heldur enn konfronterandi. Sjúrður Skaale vísir á, at stig fyri stig eru øki sum alt frá kærunevndum til vitar yvirtikin. Sum tað síðsta er Danmark farið undir at arbeiða fram
fyrstuhjálparskeiðunum, ið Betri Stuðul stuðlar fíggjarliga. - At vit fáa hendan møguleikan at undirvísa 7. flokki, er framúr gott. Fleiri teirra eru aktiv í ymsum aktivitetum, har tey savnast í bólki. Tá kann [...] Tíðindaskriv: Og næmingarnir á Skála eru ikki teir einastu, ið fáa ein ørðvísi skúladag komandi tíðina. Tí, fram til 10. apríl er ætlanin, at í alt 1.035 ungdómar runt allar Føroyar skulu læra at geva [...] Av ymsum orsøkum var ongin undirvísing til 7. fl. Í fjør. Tí verða teir næmingarnir loftaðir í 2025, nú teir ganga í 8. flokki. Jákup av Skarði vónar fyrst og fremst, at fyrstuhjálparskeiðini kunnu verða
Rókur - Kollafjørður 1 - 3 Havnin - Sandavágur 0 - 4 Úrslitini í 4 deild eru ikki komin enn. Hálvleikur Liðkappingin er nú komin í helvt. Farið verður undir seinnu leikhálvu um tvær vikur. Kappingin endar [...] Vágamenn kós móti 1 deild Sandavágs Talvfelag ætlar sær aftur at hava tvey lið í bestu deildini. Teir eru í løtuni besta boðið upp á ein vinnara í 2. Deild. Í dag vunnu teir móti teimum í Runavík. Toftamenn
sum Paamiut, gamla skipið eisini gjørdi. Harafturat kunnu vit gera kanningar av pelagiskum fiskasløgum, sum gamla skipið ikki kundi. Nú gera vit eisini lodnu- og makrelkanningar í Eysturgrønlandi, sigur [...] við skipið í Frederikshavn, svaraði hann: -Har skal ein minni ljósmotorur setast í, sum vit koma at nýta tá vit liggja við bryggju. Harafturat skulu ymiskar smáar ábøtur gerast, sum hava ligið á lánið [...] men tað kemur ikki fyrr enn um 2-3 ár. So vónandi fáa vit fleiri leigusáttmálar við teir, sigur Jákup Hvørjar kanningar skulu tit gera fyri teir? -Vit skulu gera kanningar av gýtandi makreli og rognkanningar
doyr: dómur um deyðan mann. Minnini eru mong. Og góð. Tey bera vit við okkum. Røddin er tagnað. Pennin hevur tú lagt frá tær fyri seinastu ferð. Men æviga eiga vit bara tað mista. Tøkk (Ver)sonur tín. [...] allar klassikararnar, og dugdi at endurgeva úr teimum. Hesi orðini, Æviga eiga vit bara tað mista (”Evigt eies kun det tapte”), eru úr harmleikinum ”Brand” eftir Henrik Ibsen. Tit báðir, Brand og tú, mintu [...] skemtast. Børn og abbabørn minnast mangar heimasmíðaðar søgur, ið tú so livandi segði teimum. Mangar eru røðurnar, ið tú hevur hildið: í Havnar Klubba, har tú vart elsti limur; í HB, har tú gjørdist heiðurslimur
seinastu vikuna. Vit hava veruliga fingið innlit í, hvussu stórveldini týggja sær móti smærru londunum, í hesi nýggju imperialistisku tíðini. Tað vísir okkum hvussu umráðandi tað er, at vit eru partur av einum [...] fólkinum best - ta skipanina hava vit í ríkisfelagsskapinum. Vit hava heimsins besta samfelag við frælsum fólki, ið nærmast hevur óavmarkaðar møguleikar, heima og úti. Vit hava frælsi til at fáa okkum útbúgvingar [...] íverksetaraskipanum og útflutningsátøkum runt allan heim - umvegis okkara felagsskap. Okkara uppgáva er nú at tillaga felagsskapin til nýggju tíðina, har londini hvør í sínum lagi fáa neyðuga rásarúmið at flyta
uppgávu, so verður ein sáttmáli gjørdur við Setrið og hesir eru so við Søgu- og Samfelagsdeildina. «Hesi ungu hugsa annaleiðis enn vit og eru kringari á teldunum. Tað er stuttligt at kunna læra frá sær [...] hjálpa til við at sortera tað innkomna, áðrenn tað verður skrásett. Savnindini eru mong og ikki bert úr Tvøroyrar søgu. Eitt nú kann nevnast, at alt tilfar frá Føroya Fiskimannafelag liggur á goymsluni hjá [...] S Á SKJALASAVNINUM Teir báðir, Tróndur Jákupsson Højgaard og Jógvan Ólavsson eru báðir úr Havn, lesa søgu á Setrinum og eru í gongd við at savna inn tilfar og skriva uppgávu. Tróndur gjøgnumgongur rúgvismikla