30.250 starvsfólk í desember — 0,3 prosent vøkstur

Í desember vóru sløk hundrað fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,3 prosent.

Hagstova.fo

 

Hetta er ein lakari vøkstur enn undanfarin ár. Tað sæst í hesum sambandi millum annað, at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins og nógv, sum undanfarin ár.

 

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

 

Í desember vóru 30.244 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 91 starvsfólk, ella 0,3 prosent, fleiri enn desember árið fyri. 

 

Fleiri menn — men eingin broyting hjá kvinnunum

 

Í desember vóru um 15.500 menn og knapt 14.750 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við desember árið fyri var næstan eingin broyting hjá kvinnum, sum vóru tríggjar færri. Menninir vóru næstan hundrað fleiri, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,6 prosent. 

 

Kvinnur, sum arbeiða undir almennum ræði, verða alsamt fleiri

 

Í desember arbeiddu sløk 60 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Góð 40 prosent arbeiddu hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg. 

 

Av kvinnunum í starvsfólkaskaranum arbeiddu góð 60 prosent hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði í desember. Gongdin niðanfyri vísir, at hetta er tann bólkurin, ið er vaksin lutfalsliga mest tey seinastu árini. 

 

Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, hava harafturímóti havt eina negativa gongd tey seinastu tvey árini. 

 

Hjá monnum er myndin øðrvísi. Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Gongdin á grafinum vísir, at teir eru vorðnir støðugt fleiri seinastu árini. Talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, er meira støðugt. 

 

Flest starvsfólk leggjast afturat almennu vinnugreinunum 

 

Samanborið við desember árið fyri, komu flest starvsfólk í vinnugreinarnar "Almenn fyristing og verja" og "Heilsu- og almannaverk". Fleiri enn hundrað starvsfólk vóru løgd afturat í hesum báðum vinnugreinunum. Serliga sæst, at starvsfólkatalið í "Virksemi á stovnum" undir "Heilsu- og almannaverk" er vaksið nógv. Tey eru næstan 7 prosent fleiri enn í desember í 2023 ella knapt 150 fleiri starvsfólk.

 

Umvent hevði "Framleiðsluvinna" størstu minking av starvsfólkum bæði í tali og lutfalsliga. Í framleiðsluvinnuni vóru starvsfólkini góð 160 ella 4,8 prosent færri í desember í mun til árið fyri.

 

Stígur komin í vøksturin av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti 

 

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

 

Seinastu árini eru tey vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti. Hesin vøksturin er nú viknaður. Í desember vóru tað knapt 20 starvsfólk ella knapt 1 prosent fleiri í mun til 2023. Vøksturin frá desember 2022 til desember 2023 var góð 110 persónar, sum svarar til knapt 6 prosent. Munurin millum desember 2021 og 2022 var 24 prosent.

 

Tjúgu prosent færri høvdu hjástørv í mun til árið fyri

 

Talið av hjástørvum var knapt 20 prosent lægri í jólamánaðinum samanborið við árið fyri. Miðaltalið av størvum fyri hvørt starvsfólk lá tó beint yvir 1,2. Tað er á leið tað sama sum undanfarnu mánaðirnar. 

 

Mátini um størv og arbeiðsgevarar eru greidd frá í kassanum niðanfyri greinina. 

 

Um starvsfólkahagtølini

 

Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).  

 

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

 

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

 

Broyting í hagtølunum

 

Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av hagtølunum um starvsfólk, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.

 

Síggið fleiri tøl og talvur her