hevur kórið í 34 ár - verið tess vaktarmaður og talsmaður, legði taktstokkin frá sær og rætti hann til Michael Bojesen. Tage hevur fleiri ferðir verið í Føroym við kóri sínum. Í juni mánaði í ár var hann [...] fleiri ferð í Føroyum og sungið. 1982 var hann og sang við børnunum í Fuglafjarðar skúla. Hetta vóru góðir dagar og dámdi honum sera væl at vera ímillum børnini og hoyra natúrligan sang. Hetta var í februar [...] sum júst er liðug við sína útbúgving í München sum oprasangari. Hon hevur í fleiri ár sungið við í gentukórinum og hava nógvir góðir sangara trátt sínar barnaskógvar í Danmarks Radio Pigekor. Gott samstarv
verður hugnalig samvera í ungdómssalinum. Ørkin, Saltangará Evangel. møti verður í Arbeiðarafelagshúsinum »Hæddini« í Saltangará sunnudagin kl. 17. Húsmøti verður týsdagin kl. 19 í Saltangará hjá Anthony [...] vitnisburðir. Drekka verður aftaná. Ársmøti í Nesvík Ársmøti hjá Heimamissiónini verður 10.-13. mai í Leguhúsinum í Nesvík. Hósdagin 10. mai inngangsgudstænasta í Norðskála kirkju kl. 19.30 og sang- og vitniløta [...] kl. 16, altarg., Uni Næs. (Broytt kirkjutíð: Frá komandi sunnudagi verður farið í kirkju kl. 11 í Leirvík og á Hellunum). Í Fuglafirði gongur talvan fyri KFS Christianskirkjan: kl. 11, altarg., Norðoya
andiligan felagsskap í tí ambivalentu tilgongdini til tann kulturella og málsliga identitetin. Tá ið vit seinni komu at hittast dagliga á VBV, har hann gekk í preliminerskúla og eg í studenta-skúla, vóru vit hvørki [...] hansara lívsstarv. Longu í 60´unum skrivaði og týddi hann nakað av prosa-tilfari, men í 70´unum fór Hanus av álvara at skriva kronikkar ella smá essays í føroyskum bløðum m.a. í Sosialinum. Hetta vóru málsligar [...] málkønastu mentamonnum, Hanus Kamban hálvfjerðs ár. Vit báðir hava kenst í tey stívliga trýss av árunum, ja, líka síðani vit spældu í somu gøtu í Havn. Vit vóru báðir ”naturaliseraðir” havnardreingir; - hann úr
við einum brosi. Hann hevði frammanundan bíðað í nøkur ár eftir at fáa eitt grundøki í heimbýnum, Klaksvík. Men sum hann sigur: - Eg havi gingið í hægri skúla, og tí er tað faktiskt ikki fyrrenn nú, at eg [...] mikudagin í farnu viku. Thorleif Eyðun sjálvur er í arbeiðsklæðum, men hevur ein lítlan steðg beint nú, ið hann hevur fingið vitjan av pápanum, Thorleifi. Hann skal gera onkur ørindi inni í býnum, og ætlar [...] Ein má í roynd og veru niðan higar at staðfesta, hvussu væl húsini liggja fyri. Hetta er uttan iva ein hin størsti fongurin við plaseringini. Eyðun er sjálvur uppvaksin á vestara armi í Klaksvík - í Víkunum
partafelag, og í løtuni verða hesar lógarbroytingar fyrireikaðar í Vinnumálaráðnum. Harumframt eru nógv starvsfólkaviðurskifti, sum skulu fáast uppá pláss. Bæði í samband við at umskipa Postverkið, og í samband [...] landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini varir av Postverkinum, arbeiðir í løtuni við at umleggja stovnin til eitt alment partafelag. Landsstýrismaðurin visir á, at Postverkið, sum í dag er ein landsfyritøka [...] møguligari sølu skulu førast til Postverkið, til dømis sum almennur partapeningur. Í orðaskiftinum í samband við ein fyrispurning í løgtinginum mikudagin førdu nakrir tingmenn fram, at tað kann vera óheppið at
Jensens Møbilhandil í N. Finsensgøtu í Havn. Høgni fór í læru sum elektrikari í fyritøkuni í 1964. Tá hann varð útlærdur í 1969, fór hann á el-innleggjaraskúla í Keypmannahavn og fekk prógv í 1973. Eins og pápin [...] talsmaður fyri at útbúgvingarnar í Føroyum skuldu verða eins og í Danmark. Hann bleiv í tí sambandi limur í danska el-innleggjarafelagnum ELFO (nú Tekniq), soleiðis at hann fekk í lag vitjanir og hjálp til [...] og Idu, og barnabørnini eru fýra í tali. Ættarliðsskifti í 1980 Í 1980 var ættarliðsskifti í fyritøkuni, tá sonurin Høgni B. Mikkelsen tók við sum stjóri, og rekur hann í dag virkið saman við konuni Sonju
partur av søguni hjá hvørjum øðrum. Í hesum døgum tá fleiri tunlar eru skotnir í gjøgnum í Føroyum, so vilja vit her á Linieskúlanum heldur enn fegin grava ein lítlan tunnil í millum Føroyar og Danmark, soleiðis [...] kúli, ið hevur røtur í há-skúlamentanini. Endamálið við allari undirvísingini er, at geva næmingunum eina persónliga menning í felagsskapi við onnur ung. Skúlin varð grundlagdur í 1923 og bar tá navnið [...] Duritu Høgnesen, 17 ár, úr Vestmanna og Herfríð Niclasen, 17 ár, Miðvági hevur gingið á Linieskolen í Hadsten í Jyllandi.Skúlin er ein húsarhaldsskúli við plássi til 60 næmingar. Næmingarnir búgva á skúlanum
eisini stórur har. Í 1959 vóru KFUK-skótarnir í Klaksvík stovnaðir, í 1961 Skótalið Erlu Kongsdóttir í Fuglafirði, í 1980 Skótaliðið Vøran á Sandoynni og í 1984 Skótaliðið Túgvan í Kollafirði. Eisini hava [...] skeiðum og legum. Hátíðarhald Nú KFUK-skótar tann 9. mai í ár hava virkað í Føroyum í áttati ár, verður tað hátíðarhildið við, at opið hús er í KFUK í Havn frá kl. 16.00, har øll sjálvandi eru hjartaliga vælkomin [...] próst, sum hon var nær skyld við, um at seta á stovn ungdómsarbeiði í Havn. Waagstein, lærari, sum hon búði hjá, tá ið hon gekk í skúla í Havn, beyð sær til at byggja eina stovu afturat húsum sínum, har hon
hendingaríkt politiskt lív. Í 1974 varð hann aftur valdur í Eysturoynni, men í 1978 flutti hann í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann síðan umboðaði í løgtinginum, inntil hann í 1994 gavst í politikki. Hann var [...] og Hans Sundstein, sum í mong ár var sjómansskúlalærari. Jógvan gekk í barnaskúla fyrst hjá Betty Arge og síðani í gamla Kommunuskúlanum, haðani hann eisini tók realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann [...] Fólkafloksins í 1980, tá ið Hákun Djurhuus gavst í politikki, og var formaður í trettan ár til 1993, tá ið Anfinn Kallsberg tók við sum formaður. Í január 1989 gjørdist Jógvan løgmaður í samgongu millum
við Elsu í apríl í 1940, og tá var hann við til at mála føroyskt flagg á bógvin, tá ið teir lógu í Havn. Í 1941 var Jákup Mikal, saman við 250 øðrum føroyingum, og gjørdi flogvøll í Reykjavík. Í 1942 arbeiddi [...] keyps í handlinum. Alt hetta er trupult, ella ómøguligt at ímynda sær í dag. Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. okt. 1924. Sonur til Karolinu, sum var ættað av Kjalnesi í Kollafirði [...] var føddur, í apríl 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har sluppin Anna fór á land. Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg. Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu