spurningurin til mín: »Hvør er næsti mín?« Og sum tað einasta svarið sá eg fyri mær ein svartan eldri mann, eitt likam fult av sárum, og eitt andlit, ið var uppsvølpað og avskeplað av hesi ræðuligu sjúku, sum [...] vindeygað, og mangar røddir hoyrdust innan úr skóginum. Annars var tað so kvirt, sum tað nú einaferð letur seg gera í Afrika. Men í hjarta mínum var alt annað enn kvirt, tó at órógvandi og inniliga kom [...] eg her«, segði hann næstan hátíðarliga. Maðurin var spitalskur og fekk tað hjálp, sum vit vóru før fyri at veita honum«. So ágangandi og nær kann svarið uppá spurningin: »Hvør er tá næsti mín?« eisini
okkum fyrigeving syndanna og ævigt lív. Hann gevur okkum nú og allar dagar at liva undir Guds náði. »Tí at øll hava syndað, og teimum væntar Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara [...] mannaviti og viljan at skulla taka alt av náði, uttan at tilskriva sær sjálvum tað allarminsta. Og man tað ikki vera so, at tá nakað gerst bíligt, so heldur tú eisini uppat at geva tí gætur og virðismeta [...] vegurin og trongt er portrið, ið førir inn í Guds ríki«, sigur Jesus. Men hevur Jesus tá ikki gjørt vegin inn til lívið í Gudi so lættan, sum nakað? Hann hevur tikið alla okkara skuld á seg og veitt okkum
bjargingar og frelsu, so at vit í honum kunnu eiga ein frelsara og vin, sum kennir innastu veru okkara og kenslur og vil kennast við okkum uttan mun til, hvussu vit eru, ella hvørji vit eru. Og vilja vit [...] væl, og sum harmast saman við okkum, tá ið tað gongst okkum minni væl og vit eru hørm. Ella at menniskju eru saman við okkum og hava samkenslu við okkum, tá ið vit eru sorgarbundin, deyðin vitjar og vit [...] at Guð elskar meg, Skapari himins og jarðar, hann, sum hevur allar lutir í hendi og ongantíð broytist, men altíð er hin sami? Kann mannakærleiki soleiðis nema huga og sinn okkara, hvussu mikið meira tá
stórbýin, og har hevur hann reika millum løgregluklivan og fátækramannaherbergi. Nú ein dagin doyði hann so har yviri, og løgreglan hevur nú sent mær eitt bræv, sum lá í einum lumma í hansara skitnu og kloddutu [...] hjarta og av biðjandi hondum til hennara »burturfarna son«. Eftir dagfestingini at meta, var brævið gamalt, rukkut ? og heilt týðiliga væta av mongum tárum. Tað sást væl hvussu ofta tað var lisið og hvussu [...] hann hevur úr einari lítlari sókn, har hann sum ungur var prestur. Ein sunnudag eftir gudstænastuna kom bygdaráðsformaðurin at tosa við hann. »Prestur, tygum vita ivaleyst um einkjuna í Vesturgøtu, at hon
sannleikin, og tað nívdi samvitsku teirra! Og tey upplivdu at tey blivu flutt inn undir Guðs dóm! Og tað er eisini tí at tey blíva í villareiði og standa spyrjandi: Hvat eiga vit nú at gera, góðu menn og brøður« [...] ongan annan útveg enn at umvend seg og lata seg doypa. Tað var iki møguligt hjá teimum at flýggja longur. Og tað er eisini hetta Pætur sigur við tey: »Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni [...] gott og ónt. Eisini í dag vil sannleiksandin siga mær hvør eg eri og hvør Jesus er, eins og hann gjørdi tað, tá hin fyrsta Hvítusunnurpædikan ljóðaði. Í hesum liggur loyndarmálið til eina rætta og sanna
fullført. Og so byrjar Jesus: »Mær er fingið alt valdið í himni og á jørð«. Jesus hevur elskað mest, og hevur latið hitt størsta offur, tí er tað at hann hevur fingið henda rætt og hetta vald, og tí vil hann [...] gávan hann vil geva tí fallnu mannaætt. Hann vil geva hana til bæði stór og smá, ung og gomul, lærd og leik. Og so leggur hann aftrat: Og við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. [...] heiminum. Og tí hevur hann eisini rættin til at hava alt vald á okkum. Vit eru dýrtkeypt við hansara blóði. Eingin annar hevur tí rætt til at eiga okkum og ráða yvir okkum enn Jesus. Farið tí og gerið øll
undirgangi, og eitt lív í Jesu fótasporum, sum endar í sælu og dýrd! Vit mega velja millum Guð og heimin, tí at vit kunnu ikki tæna tveimum harrum, Guði og Mammon, tí annaðhvrøt mega vit elska annan og hata annan [...] sum deyðin ikki kann taka frá okkum og sum vit fáa við okkum, um vit eru rík í Gudi, og tað er hitt æviga lívið! Tí er tað av størsta týdningi, at vit umaftur og umaftur undirstrika, at tað sum er avgerandi [...] hansara stríð og strev her á fold var til fánýtis! Soleiðis gongur tað tí menniskjað, ið savnar sær jarðiskar skattir og sum ikki eigur Guðs ríkidømi, sum ikki eigur frelsuna í Jesusi Kristi. Og soleiðis gongur
sínar og biðja um náði og bjarging. Tað kann troysta hin mest vónleysa og ólukkuliga, so at hann aftur kann gerast glaður og troysta á Guds kærleika og náði. Tað kann reisa hin djúpast falna og gera hann [...] kunnu vera samd um, at Guds orð er livandi og máttmikið og kann útinna undurverk. Og tó mega vit eisini viðganga, at tað mangan kann tykjast so deytt og máttleyst og at virka so lítið. Tað verður undirvíst [...] Jesus: »Tit hava hoyrt orðið og tikið við tí. Tit koma til mín í gleði og sorg og lata orðið vera til styrki og leiðbeiningar í lívsins skiftandi lagi. Tit festa røtur og búnast í trúarlívinum«. Hetta
tí at hann elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum«. Kortini var hann rómverskur hermaður og heidningur. Hin spitalski og herhøvdingin eru lítillætnir og eyðmjukir, tá ið teir trína fram [...] oman av fjallinum, og í ferðini við honum er stór mannfjøld. Tá er tað, at hann møtir einum spitalskum manni og herhøvdinganum. Tann, ið var spitalskur, varð rikin út úr bygdini og mátti liva í einsemi [...] trúgv sína og at vísa Jesusi álit. Hann sigur. »Sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín frískur«. Av egnum royndum visti hann, hvønn týdning tað hevði at geva boð og at vera lýðin. Og tað sama
líknilsi, og tí fer eingin órættur fram her. Tað, sum húsbóndin ger, er av kærleika og góðsku. Lønin í Harrans víngarði er nevniliga eins fyri øll, eins fyri tey, sum koma til arbeiðis á lívsins morgni og tey [...] okkum og her er sjálvandi millum annað talan um tað heilaga samfelagið, at vit koma saman um Guds orð og hina heilagu kvøldmáltíðina, tí tá drekka vit av lívsins keldu. Húsbóndin er miskunnsamur og gávumildur [...] hví Gud ger soleiðis, sum hann ger og gevur øllum líka; tí at her er í grundini talan um ein annan, sum hevur gjørt tað veruliga arbeiðið ? hevur borið dagsins sveitta og møði, Guds sonur, Jesus Kristus.