sigur, at landið hevur fregnartænastuupplýsingar, sum prógva, at Hamas og Palestinskt Islamiskt Jihad hava brúkt sjúkrahús í Gaza til hernaðarligar atgerðir. - Sjúkrahús eru eisini brúkt til at goyma gíslar [...] ferðir skuldsett Hamas fyri at krógva seg aftanfyri sivilfólkið í Gaza. Hildið verður, at umleið 50.000 fólk hava søkt sær skjól á Shifa-sjúkrahúsinum. Hamas hevur víst aftur, at teir hava brúkt sjúkrahúsið [...] hernaðarlig endamál. Amerikanskir myndugleikar leggja tó dent á, at hóast Hamas brúkar sivilfólk sum skjøldur, er tað kortini skyldan hjá Ísrael at verja tey sivilu í Gaza.
fyri at siga, at ukrainskir hermenn hava havt ávísa framgongd í býnum, Sievjerodonetsk, har russar nú hava ræðið á størsta partinum av býnum. - Men, enn er ov tíðliga at siga, hvussu hetta fer at enda [...] støðir. CNN veit frá ukrainskum keldum at siga, at ukrainskar herdeildir hava endurvunnið nakrar kilometrar av hertiknum øki í Kherson-regiónini, og lagt verður aftrat, at ukrainar leypa á úr ymiskum heraðshornum [...] Volodymyr Zelenskyj sigur, at støðan er ógvuliga trupul, bæði í Sievjerodonetsk og í býum nærindis, og fleiri býir í økinum standa fyri ógvusligum russiskum álopum. The Guardian skrivar, at álop framvegis eru
gudstænastuna verður drekkamunnur at fáa, umframt at høvi verður at vitja í Gamla prestagarði og í Nes kirkju, sum bæði liggja beint við. - Skuldi tað hent, at tað ikki viðrar at hava útigudstænastu hvítusunnudag [...] í staðin í Nes kirkju. Lagt verður aftrat, at talvan fer at ganga fyri Føroyska Bíbliufelagið, og heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við - ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina. - Øll
skipað við innleiðandi kapping og so endaspæli. Ovastu liðini fara at kappast um FM, og tey niðaru fara at kappast um at sleppa undan at flyta niður. Hetta er skrivað við grundarlagi í tí, sum FSF formaðurin [...] verður skipað, sum í fleiri øðrum londum, so verður gularótin í niðara endaspælinum, at vinnarin fer at fáa møguleika at spæla finalu um pláss í europeiskari kapping. Leisturin við 27 umførum hevur verið [...] nýggjan kappingarleist. Tað er kappingarnevndin, sum fer at leggja uppskotið fram. Í FSF hevur verið arbeitt við nýggjum kappingarleisti. Heldur enn at feløgini hittast tríggjar ferðir í landskapping, sum
Broytingin fer at hava við sær, at fólkapensjónistar, sum arbeiða, og fólkapensjónistar, ið hava privatar pensjónir, fara at fáa hægri fólkapensjón. Tað verða áleið 2 til 3.000 pensjónistar, ið fara at fáa ágóðan [...] Tað merkir, at komandi ár kunnu fólkapensjónistar hava hægri inntøkur, áðrenn pensjónin byrjar at lækka. Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 kr. um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini [...] ágóðan av broytingini, harav tey flestu fara at fáa umleið 3-4.000 kr. meira um árið í fólkapensjón. Sirið Stenberg vísir á, at hetta er eitt mál, sum fyllir nógv hjá pensjónistum, og tað eru fleiri, sum
kunnu hesir pengar brúkast til at menna barnaverndarøkið í Føroyum, heldur enn at verða sendir av landinum. Tað merkir, at 4.195.000 kr. nú í staðin verða brúktir til at menna barnaverndarstovnarnar í [...] skjótt Tað er ikki ókeypis at senda børn av landinum. Landsstýrismaðurin í barnamálum hevur upplýst mær, at tað hevur kostað næstan 43 milliónir krónur seinastu fimm árini at senda okkara veikastu børn [...] sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, at bert eitt barn er eftir á stovni í Danmark. Eitt barn, sum verður sent av landinum, er sjálvandi eitt ov nógv. Tað er tó ein stórur bati at fara frá 5 børnum í Danmark í
ndini gjørdi av at seta ein kanningarstjóra. Men tá tvey samgongufólk, Erling Eidesgaard og Liljan Weihe, úr Tjóðveldinum boðaðu frá, at tey fóru at atkvøða saman við andstøðuni um at koyra hana frá, boðaði [...] boðaði Ingilín Didriksen Strøm frá, at hon legði frá sær. Tað hevði so aftur við sær, at hon tók aftur við tingsessinum, og at síðsti varamaðurin hjá Javnaðarflokkurin, Kim Djurhuus, sum varð nummar 13 [...] tingmanningini ella ein persónur uttanfyri. Flestu gitingarnar hava verið, at tað verður eitt tingfólkunum. Tað var tann 24. oktober, at Ingilín Didriksen Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna. Andstøðu
lagt til at byggja víðari uppá. Skúlaleiðslur og lærarar kring landið royna av øllum alvi at leggja sum best niður í børn okkara, og tað skulu teir hava tøkk uppiborna fyri, tí er tað hugstoytt at síggja [...] síggja at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2025 skerjir fólkaskúlan enn meir. Vit sum vælferðarsamfelag eiga ikki at skerja í nakrari játtan til skúlaøkið, heldur eigur játtanin til skúlaøkið at hækka. Vit kunnu [...] kunnu øll skjótt vera samd um, at stórar avbjóðingar eru í fólkaskúlanum, og tí fyrikemur tað mær óskiljandi at lækka játtanina til fólkaskúlan. Vónandi kunnu skúlaleiðslur og lærarar føla seg tryggar eisini
um, at bilførarar eiga at ansa sær á vegunum. Í gjárkvøldið gleið ein bilur inni í bygdini í Vestmanna, og í gjár var eisini eitt lítið ferðsluóhapp Millum Fjarða - í báðum førum var talan um, at vegirnir [...] skøðingin í lagi, men her var so hált, at bilarnir fóru á glið. Talan var um sokallað solo-óhapp, har eingin annar var innblandaður. Løgreglan sigur, at tað er neyðugt at ansa sær í hálkuni - ikki minst tær [...] vegirnir vóru rættiliga hálir. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at materiellu skaðarnir í Vestmanna og Millum Fjarða vóru smáir, og bilførararnir sluppu burtur úr hendingunum uttan likamlig mein. - Í báðum
Sergej Narysjkin, at royndir hjá Nato at leggja til rættis ukrainsk rakettálop í Russlandi fara ikki ósektað aftur við borðinum. Hetta veit statsriknað russiska tíðindastovan, Ria, at siga í morgun, og [...] Ukrainska fregnartænastan veit í morgun at siga, at ukrainski herurin hevur lopið á eina russiska kommandostøð í Belgorod-økinum í Russlandi. Kommandostøðin liggur í býnum, Gubkin, 168 kilometrar úr markinum [...] millum Ukraina og Russland. Útsagnirnar úr Ukraina koma longu dagin eftir, at ukrainski herurin brúkti amerikanskar ATACMS-rakettir at raka russisk mál. Í ukrainska álopinum á Belgorod verður einki sagt um