USA sigur, at landið hevur fregnartænastuupplýsingar, sum prógva, at Hamas og Palestinskt Islamiskt Jihad hava brúkt sjúkrahús í Gaza til hernaðarligar atgerðir.
- Sjúkrahús eru eisini brúkt til at goyma gíslar, sum Hamas tók í Ísrael hin 7. oktober, skrivar Reuters, sum endurgevur talsmannin hjá amerikanska uttanríkisráðnum.
Og talsmaðurin, sum eisini er talsmaður hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, er John Kirby.
Hann sigur, at upplýsingarnir, sum amerikanska fregnartænastan hevur, stava frá ymiskum fregnartænastumannagongdum.
- Slíkt er krígsbrotsverk, staðfestir John Kirby.
Ísrael hevur fleiri ferðir skuldsett Hamas fyri at krógva seg aftanfyri sivilfólkið í Gaza.
Hildið verður, at umleið 50.000 fólk hava søkt sær skjól á Shifa-sjúkrahúsinum. Hamas hevur víst aftur, at teir hava brúkt sjúkrahúsið til hernaðarlig endamál.
Amerikanskir myndugleikar leggja tó dent á, at hóast Hamas brúkar sivilfólk sum skjøldur, er tað kortini skyldan hjá Ísrael at verja tey sivilu í Gaza.