sigur við in.fo, at bankin er varugur við trupulleikan, men at trupulleikin liggur í Danmark, og tí er ikki so nógv, sum peningastovnarnir heima í Føroyum fáa gjørt við tað. Tað ber ikki til at siga, júst nær [...] Bjarni Arge sigur eisini, at bankin hevur fingið nakrar fyrispurningar frá kundum, ið ørkymlast um MVG'ið, men at skipanin skuldi komið í lag aftur rættstundis, soleiðis at MVG viðurskiftini kunnu avgreiðast [...] og umframt at vera til ampa hjá vanligum viðskiftafólkum, ið vilja avgreiða teirra peningaviðurskifti, kemur óvirknið illa við hjá fyritøkum, ið skulu lata MVG inn í dag. Tí tað er í dag, at MVG uppgerðin
skrivar, at nú eru 290 smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, og tað er hægsta talið síðan apríl. Avgerðin um at lata barrir og matstovur aftur er tikin fyri at minka um møguleikan hjá fólkamongdum at savnast [...] misnøgdur við átakið. – Hetta er ov ógvusligt stig at taka. Matstovuvinnan hevur tikið umfatandi stig fyri at minka um smittuvandan, og vit skulu minnast til, at fyri bert einari viku síðani var tosað um lata [...] Katalanska stjórnin góðkendi í vikuni ætlanina hjá heilsumyndugleikunum at lata allar barrir og matstovur aftur í tvær vikur. Ætlanin var sett í verk í gjár og skal galda í 15 dagar. Katalonia hevur seinastu
heldur tað vera týdningarmikið, at tey, sum fara at koppseta, vita, hvat koppingarevnið talan er um. Lagt verður aftrat, at pakkarnir, sum heilivágurin nú fer at koma í, fara at síggja øðrvísi út enn áður. [...] Tað er svenski heilivágsstovnurin, sum á sínum netsíðum í dag veit at siga, at nógv umrødda koppingarevnið ikki longur fer at kallast AstraZeneca, men Vaxzevria. Men, navnaskiftið ber annars ongar broytingar [...] og bløðingar, sum hava verið orsøkin til nøkur deyðsføll. Eitt nú eru fýra fólk deyð í Noregi, eftir at tey eru vorðin koppsett við AstraZeneca, og onkur er eisini deyður í Danmark. Fólkini gjørdust álvarsliga
sum segði, at hann ikki fekk luft, tá pápin helt honum fast. ##med2## Á ymiskum heimasíðum kann lesast um nógv góð ráð til tess at fáa børn, sum kunnu vera strævin at fáast við, sjálvviljað at busta tenn [...] strævið við børnum, sum tíma illa at busta tenn, so er kortini ikki loyvt foreldrum at gera hetta við tvingsli. Tað hevur ein 41 ára gamal pápi úr Arendal í Noregi fingið at vita, nú hann er vorðin dømdur [...] rætturin í Noregi kallast, ið dømdi mannin fyri at hava bustað tenninar hjá tí 11 ára gamla soninum við tvingsli. Sambært Agderposten er hin 41 ára gamli dømdur fyri at hava tikið fast um nakkan á soninum, tá
saman við 23 øðrum tingmonnum fyri at selja Posta í vetur, ger hann nú greitt, at eingin nýggj roynd verður gjørd at selja almenna partafelagið. - Løgtingið samtykti at selja, men har kom einki nøktandi [...] Ongar ætlanir eru um at einskilja almenna partafelagið Posta. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, nýggjur landsstýrismaður við fíggjarmálum. Undanfarna samgonga arbeiddi annars við at einskilja almenna pa [...] nøktandi boð, so tað er steðga upp. Eg dugi heldur ikki at síggja hvat er broytt síðan fyrstu royndina, so vit hava ongar ætlanir um at gera eina nýggja roynd, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum
støðum. Enn er ilt at siga, hvussu leingi hitabylgjan fer at vara, skrivar norski tíðindamiðilin VG. Í junimánaði var metheitt í Fraklandi, og mynduleikarnir høvdu fleiri átøk, fyri at hjálpa fólki ígjøgnum [...] ymsastaðni. Fornminnisøvn høvdu ókeypis atgongd, fyri at loyva borgarum inn at njóta útluftingina. Eisini sprændu mynduleikar við vatnkanónum, fyri at bjarga fólki frá ovurhiting. Fleiri fólk lótu lív av [...] Veðurstøðir í Evropa rópa varskó um enn eina hitabylgju. Hon rakar eftir øllum at døma Vesturevropa í næstu viku. Mett verður, at hitin í Spania verður omanfyri 40 hitastig. Veðurstøðir í Fraklandi ávara eisini
“Námsferðir í Føroyum og í Grønlandi”. Endamálið er at veita stuðul, soleiðis at fleiri ungir danir sleppa at uppliva Føroyar og Grønland. Hetta skal vera við til at økja um kunnleikan til felagsskapin við Føroyar [...] millión krónur eru settar av til 2019, men freistin at søkja var úti fyrradagin. Tó so væntar Undirvísingarmálaráðið, at tað komandi trý árini verður møguligt at søkja um stuðul til námsferðir gjøgnum eina pulju [...] snúgva seg um søgu, mentan, mál, náttúru, veðurlag og samfelagsviðurskifti. Haraftrat er tað ein treyt, at næmingarnir skulu samstarva við ungar føroyingar og grønlendingar. Útbúgvingarstovnar og skúlar í Danmark
Tær nýtist bert at hyggja út gjøgnum vindeygað fyri at síggja, at veðrið er ikki av tí allarbesta í dag, og vindurin er eftir øllum døma so nógvur, at bæði flogferðir og bussleiðir verða ávirkaðar. Á [...] Havn er eisini merkt av veðrinum. Tórshavnar kommuna boðar frá, at leiðirnar 6 og 7 koyra ikki fyribils vegna vind, og at meira verður at frætta klokkan 15:00. Leið 6 koyrir til Kaldbaks og Kirkjubøar, [...] heimasíðuni hjá Vága floghavn sæst, at fýra komur í dag verða seinkaðar. Trý flogfør eru longu lend, men ivasamt er, um nakað flogfar lendir har vesturi fyrr enn í kvøld. Hetta hevur samstundis eisini
einmælt løgting undir við at samtykkja mítt lógaruppskot um at broyta revsilógina. Eg legði uppskotið fram, og eg eri ómetaliga fegin um, at samgonga og andstøða stóðu saman um at fáa rættingina framda. Uppskotið [...] til arbeiðis, aftur væl vard av lógini. Og tað eiga tey sjálvandi at vera. Tí eri eg sera fegin um, at allir flokkar stóðu saman um at fáa broytingina framda. Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin [...] Uppskotið legði upp til at broyta grein 119 í revsilógini, so hon varð meira nágreinilig. Grein 119 snýr seg um harðskap móti eitt nú politistum og øðrum í útsettum størvum, sum gera arbeiði sítt. Sambært
kent fyribrygdi úr okkara grannalondum, at man hevur lutaíbúðir til borgarar 60 +. Eg vil arbeiða fyri, at tey ið eru komin upp í árini skulu hava møguleika fyri at ogna sær eina lutaíbúð. Lutaíbúðir fyri [...] fyri 60 + skal rigga á tann hátt, at teir eldru borgarinir fáa møguleika at selja síni sethús, fyri ístaðin at ogna sær eina lutaíbúð fyri bíligan penga, sum vanliga kundi ligið um 250.000 kr, har íbúgvarnir [...] alternativ til eina nýggja dýra íbúð fyri 2-3 mió kr. Hetta kemur eisini at verða við til at geva yngri ættarliðinum møguleika at ogna sær eini sethús. Lutaíbúðir 60 + er eitt fíggjarligt frælsi. X við