Fleiri seinkingar og avlýsingar vegna veður

Nógvi vindurin hevur seinkað fleiri komur og fráferðir har vesturi, umframt at bussar hjá bæði Tórshavnar kommunu og Strandferðsluni eru givnar at koyr fyri í dag.

Tær nýtist bert at hyggja út gjøgnum vindeygað fyri at síggja, at veðrið er ikki av tí allarbesta í dag, og vindurin er eftir øllum døma so nógvur, at bæði flogferðir og bussleiðir verða ávirkaðar.

Á heimasíðuni hjá Vága floghavn sæst, at fýra komur í dag verða seinkaðar. Trý flogfør eru longu lend, men ivasamt er, um nakað flogfar lendir har vesturi fyrr enn í kvøld. Hetta hevur samstundis eisini ávirkan á fráferðirnar, og fleiri teirra verða nógv seinkaðar.

 

Yvirlitið yvir komur og fráferðir sæst her.

 

Kommunala bussleiðin í Havn er eisini merkt av veðrinum. Tórshavnar kommuna boðar frá, at leiðirnar 6 og 7 koyra ikki fyribils vegna vind, og at meira verður at frætta klokkan 15:00. Leið 6 koyrir til Kaldbaks og Kirkjubøar, meðan leið 7 koyrir til Kollafjarðar.

 

Hjá Strandferðsluni er leið 701 givin at koyra fyri í dag. Leið 701 koyrir millum Fámjin og Sandvík.