unum og tryggja, at arbeiðsorkan verður brúkt har, sum mest er fyri henni. Hon leggur tó dent á, at endamálið ikki er at lata tøkni koma í staðin fyri menniskju. – Tað er neyðugt, at tey møta menniskjum [...] almanna- og bústaðarmálum, ein skrivligan fyrispurning um evnið. Hon vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at økja nýtsluna av trygdarskapandi vælferðartøkni. Eisini spyr hon, hvørja ávirkan [...] landsstýriskvinnuna at lýsa, hvat økt nýtsla kann merkja fyri starvsfólkatørvin og eindarkostnaðin á eldraøkinum. Kunnu sleppa undan at verða innilæst Fía Selma Nielsen vísir á, at nýggj tøkni kann skapa
og skapa rúm fyri søgum, kjaki og mentan á føroyskum. Løgtingskvinnan vísir eisini á, at Føroyar hava upplivað ein álvarsaman blaðdeyða seinastu árini, og at tað tí eigur at vera eitt mál at skapa betri [...] um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at broyta lógina, so føroysk magasin eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi. Í viðmerkingunum vísir Astrið Breckmann á, at hon nýliga hevði fund við blaðið [...] Kvinna, har eigararnir greiddu frá, at mvg-skipanin leggur eina óneyðuga fíggjarliga byrðu á útgávuna. Hon heldur, at føroysk viku- og mánaðarbløð hava stóran týdning fyri føroyska málið, mentanina og sjá
Samuelsen á, at landsstýrið hevur ætlanir um at herða útlendingalógina, millum annað treytirnar fyri samfylgjandi familju. Hann heldur tó, at ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari integratión er, at útlendingar [...] um treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Hann spyr fyrst, hvørji krøv eru galdandi í dag fyri, at ein útlendingur kann fáa varandi uppihaldsloyvi. Síðani vil hann hava at vita, um nakað [...] dag, spyr hann beinleiðis, um landsstýrismaðurin ætlar at seta sum treyt, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Óttast parallellsamfeløg
landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at fleiri sálarfrøðingar fáa møguleika at taka útbúgving sum serpsykologar innan psykiatri og barna- og ungdómspsykiatri. Hon vil eisini hava at vita, hvørji ítøkilig [...] bíðitíðirnar til útgreining og viðgerð. At enda spyr hon, um landsstýriskvinnan ætlar at seta ítøkilig átøk í verk fyri at stytta bíðitíðirnar í psykiatriini. Trot á serlæknum hevur í nógv ár verið ein avbjóðing [...] tað ber til at fíggja útbúgvingarstørv til serpsykologar úr serstøku serlæknapuljuni. Hon vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvønn leiklut serpsykologar kunnu hava í arbeiðinum at stytta bíðitíðirnar
lýkur tey trygdarkrøv, sum eiga at galda fyri eitt øki við meira enn 3.000 íbúgvum og altjóða flogvølli. Eisini vil hann hava at vita, hvørji átøk verða sett í verk fyri at tryggja eina støðuga sjúkrafl [...] fingið, kemur tað fyri, at sjúkraflutningsdepilin í Miðvági stendur ómannaður, og at eingin sjúkraflutningsvakt er tøk í Vágum. Er tað rætt, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri tilbúgvingina í einum [...] Hann vil eisini hava at vita, hvørjar orsøkir eru til, at depilin sambært upplýsingum stundum stendur ómannaður. Jóhannis Joensen spyr harumframt, um landsstýriskvinnan metir, at tilbúgvingin í Vágum lýkur
ferðast til undirvísing í Føroyum, hvussu langt tey hava at fara, og hvussu nógvar dagar um árið tey skulu møta. Endamálið er at fáa eitt grundarlag fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og [...] Jákupsstovu heldur, at stuðulin kundi verið eitt gott íkast hjá nógvum. Samstundis kundi hann minkað um trýstið á at finna bústað beint við undirvísingarstaðið. Hann leggur tó ikki upp til, at lesandi skulu [...] Landsstýrismaðurin verður biðin um at býta tey lesandi eftir ferðalongd og upplýsa, hvussu nógv eisini ferðast sjóvegis ella gjøgnum undirsjóvartunlar. Ber ikki til at útvega neyvu tølini, vil løgtingsmaðurin
hon, um landsstýrið ætlar at gera nakað við møguleikan hjá føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum. Fía Selma Nielsen vísir á, at eitt endamál við fiskidagaskipanini var, at flotin skuldi fiska so effektivt [...] kann hava fyri umhvørvið og fiskastovnarnar. Í hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin á ytru leið og á nøgdina av hjáveiðu. At enda spyr hon [...] Hon vil millum annað hava at vita, hvørja ávirkan tað hevði havt á búskapin og effektiviseringina av fiskiskapinum, um tað varð loyvt føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum. Løgtingskvinnan spyr
einari íløgu í eitt felag, sum ikki megnaði at vinna pening. Sambært somu umrøðu varð samstarvið við felagið steðgað. Helgi Abrahamsen vísir eisini á atfinningar um, at avkastið hjá føroysku pensjónsfeløgunum [...] ætlar at gera broytingar, sum kunnu tryggja betri avkast og størri gjøgnumskygni. Vísir á tap hjá LÍV Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á fjølmiðlaumrøðu í juni um, at LÍV-samtakið [...] føroyingum? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini
um. Kristján Loftsson heldur, at møguleikin at gera jarnískoyti úr hvalakjøti kann broyta kjakið um hvalaveiðu. Hann væntar, at lond við stórum hvalastovnum kunnu fara at síggja hval sum eina keldu til [...] hvalaveiðufelagið Hvalur hf. ætlar at framleiða kostískoyti úr kjøti av sløttibøku. Talan verður um pulvur, sum verður selt í hylkjum undir heitinum „Reyðarjárn“. Endamálið er at fyribyrgja og viðgera jarnmangul [...] jarnmangul hjá fólki. Kristján Loftsson, stjóri í Hvali hf., sigur við Morgunblaðið, at blóðtrot verður mett at raka umleið ein triðing av heimsins íbúgvum. Um helvtin av tilburðunum stendst sambært honum av
tey, sum hava størstan tørv. Tey halda, at hetta gevur húskjunum størri frælsi at avgera, hvussu stuðulin verður brúktur. Mett verður, at 400 til 500 húski fara at fáa ágóða av broytingini. Kostnaðurin verður [...] Uppskotssetararnir vísa á, at nógv húski eru hart rakt av hækkandi orkuprísum, serliga tey, sum hava lágar inntøkur og ikki hava ráð at leggja um til aðrar orkuskipanir. Í staðin fyri eina generella mvg-lættan [...] Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt fram uppskot um at hækka orkuískoytið munandi hjá húskjum við lágum inntøkum. Uppskotið ber í sær, at orkuískoytið í 2026 verður hækkað úr 5.000 upp í 12.000 krónur.