KÍ spælir í dag seinna dystin í fyrsta umfari í Europa League móti svenska AIK Stokholm. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki á ovara vølli í Gundadali. Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ á Friends [...] ivamál hevur verið, hvør stendur í málinum, tí har hava Kristian Joensen og Meinhardt Joensen skift um at spæla í ár. Kanska fáa teir ein dyst í part í fyrsta umfarinum í Europa League ella stendur Meinhardt [...] svenskt lið út í Europa kapping. Men munurin er sjáldan serliga stórur. Skal KÍ koma víðari, skal alt liðið spæla sín ársins dyst, og AIK skal raka ein minni góðan dag, sigur Jákup Ósá úr Svøríki í dag. Hann
passar inn í veruleikan, sum tey skapa og servera fyri publikum, ja so fært tú av at vita. Felags heitið fyri slíkt virksemi er ”karaktermorð”, og júst tað bleiv helvtin av Degi & Viku brúkt til í gjár, tá [...] til 3. viðgerð í Løgtinginum 29. apríl. Tann 29. apríl fór eg til Írlands, har ið eg sum borgarstjóri var til eitt mentanartiltak at umboða høvuðsstaðin, har Tórshavnar Kamarkór luttók í stórari altjóða [...] ætlað langt frammanundan. Kona mín og eg avtalaðu í góðari tíð at fara hesa ferð, har ið vit eisini fingu høvið at vitja son okkara, sum arbeiðir og býr í Írlandi. Meðan konan kundi bíleggja sín ferðaseðil
Tjóðveldisflokkurin hevði 14. september. Javnaðarflokkurin er stovnaður í 1925. Føroya Socialdemokratur kom út í 1927 sum málgagn floksins, og í 1928 fekk flokkurin tvey umboð vald á ting. Flokkurin varð stovnaður [...] var høvuðsmálið í føroyskum politikki. Flokkurin var til vinstru í politikki, og skjótt birtist mótvektin til Javnaðarflokkin, Fólkaflokkurin – og so høvdu vit fýra dimensionella býtið í føroyskum politikki [...] á valinum í 1928 saman við Petur Mohr Dam. Í fyrstu útgávuni av Føroya Socialdemokrati er eisini grein um Karl Marx, sum Nina Bang hevur skrivað. Hon er heimsins fyrsti kvinnuligi ráðharri í einum dem
Megnar hann enn eina ferð at koma í finlauna, so hevur hann enn eina ferð prógvað, at hann er millum teir allar bestu í heiminum. Pál og hini HM kapping er í hesum døgum í katalanska býnum Barcelona. Tað [...] tað er eitt bragd í sær sjálvum, at tey klára tað undir tí trýstinum, sum er her. Pál Joensen hevur svomið tvær tíðir, ið eru í heimsflokki í 800 metrum og vónandi kemur hann í finaluna í 1.500 metrum. Vit [...] og kláraði at svimja seg í finaluna í 800 metra frí. Tað kundi gingið betri, men havandi í huga torføra árið og nógvu broytingarnar, so er tað ótrúliga flott at hann er komin í finaluna. Um vikuskiftið
ng í Klaksvík. Hetta var ein svimjikapping fyri fólk við menningartarni av ymsum slag. Kappingin gekk væl og fleiri nýggj andlit vóru at síggja. Í summum førum var hørð kapping um fyrsta plássið. Í Havn [...] Brimheim og Eyð Patursson vístu eisini, hvør dugur var í teimum. Durita Strøm er aftur farin at venja og hon gav yngru svimjarunum ein skarpan gang. Í Eysturoynni eru ikki góðar umstøður at venja, men kortini [...] Havn eru tveir svimjarar (Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir) limir í Havnar Svimjifelag og venja hjá Jarmundi Steinkross (ið venur 3. og 4. lið.) Harumframt venja hesar báðar hjá Barbaru Holm, ið partvís
hevur lagt í svimjingina, kenna seg løtt um hjartað. Í august í OL í London gekk tað ikki soleiðis, sum Pál hevði ætlað, og sum vit øll høvdu vónað, at tað skuldi gera. Úrslitið vísti, at Pál var í aldudalinum [...] sami. Tá ið tað í gjár var greitt, at Pál hevði vunnið bronsukrónuna í HM kappingini á stuttbana, viðmerkti Jón Bjarnason soleiðis: Ein er eitt sindur rørdur í kvøld. Eftir niðurtúrin í summar, var tað [...] setti sær fyri fleiri árum síðani – at verða heimsmeistari! Í gjár kappaðist hann saman við teimum fremstu í heiminum á stuttbana. Pál vann bronsu í tíðini 14:36.93. Frammanfyri hann vóru danski Mads Glæsner
gistingarhús. Ferðafólkini, sum tekur limir í leiðslunum í flestu av feløgunum í Føroyum, áskoðarar, politikarar og miðlafólk búgva á Mercure Hotel, sum liggur mitt í Hannover. Gistingarhúsið liggur bara nakrar [...] dysturin verður í kvøld. Landsliðið býr á einum gistingarhúsið stutt uttanfyri miðbýin. 12. maður komin 12. maður er eisini komin til Hannover og fyrr í dag komu so bussar úr fleiri støðum í Danmark til [...] rennur teg í onkran, sum tosar føroyskt. Tað verður í Brauhaus Ernst August, at upphitingin gongur fyri seg. Hetta er sama matstovan, sum føroysku viðhaldsfólkini hitaðu upp undan minniliga dystinum í 2002.
føroyska A-landsliðið í flogbólti hjá monnum verður í Høllini á Hálsi klokkan 18.30 í kvøld, og hann verður ímóti Grønlandi. Teir 14 leikararnir, sum eru úttiknir at umboða Føroyar í kappingini eru: Tórður [...] Seinnapartin byrjar altjóða flogbóltskappingin hjá monnunum í høllini á Hálsi. Hetta er samstundis fyrstu ferð í 30 ár, at manslandsliðið kappast á heimvølli og Bárður B. Mikkelsen og leikararnir gleða [...] avbjóðingina. Og teir vóna, at nógvir áskoðarar koma í høllina at stuðla liðnum - Hetta er nakað heilt serligt. Tað er øgiliga langt ímillum, at vit í Føroyum skipa fyri slíkum kappingum fyri manslandslið;
minkar 11 prosent í 2021, og tað restar 1,5 millión krónur í, boðar ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, frá. - Føroyskum ítrótti tørvar ítøkiliga politiska undirtøku, sum sæst aftur í krónum og oyrum [...] mai í ár gjørdi ÍSF-forsetin greitt, at stuðulin til sambondini minkar 11 prosent, um játtanina til ítróttin ikki økist minst 1,5 milliónir krónur í 2021. Orsøkin er, at eingin stórur vinningur í Danske [...] árliga komandi árini, soleiðis at samlaða játtanin skuldi fara úr 10 milliónum krónum í 2019 upp í 25 milliónir krónur í 2023. Á Ítróttatinginum fegnaðist ÍSF um, at tað tykist vera breið semja millum flokkarnar
broyttar frá í fjør til í ár. Í fjør vóru venjingar skipaðar sum vanligar venjingar, har allir limirnir møttu upp nakrar ferðir um vikuna til venjing. Í ár hevur venjingin ístaðin verið skipað í skeiðum á [...] mun at fáa nýtt undirlag á tennisvøllin í fjør, og nógv meira virksemi hevur verið á tennisvøllinum í Gundadali í ár enn undanfarin ár. Jón Brekku, nevndarlimur í Havnar Tennisfelag, ger greitt, at ávirkanin [...] Brekku. – Vit hava eisini fingið meira skipað viðurskifti. Í fleiri ár hevur tú kunna teknað teg sum lim í Havnar Tennisfelag í kunningarstovuni í miðbýnum, og har fært tú eisini lykil til vøllin. Men nú