Tað hevur avgjørt gjørt mun at fáa nýtt undirlag á tennisvøllin í fjør, og nógv meira virksemi hevur verið á tennisvøllinum í Gundadali í ár enn undanfarin ár.
Jón Brekku, nevndarlimur í Havnar Tennisfelag, ger greitt, at ávirkanin av at hava fingið nýtt undirlag á vøllin kann ikki undirmetast, og yvirhøvur hevur nýggja undirlagið slóðað fyri nógv størri virksemi hjá Havnar Tennisfelag, enn tað bar til frammanundan.
– Nýggja undirlagið hevur gjørt tað, at tú kanst spæla í øllum veðri. Um tað hevur regnað, kanst tú nú fara at spæla, og tað kundi tú ikki við gamla vøllinum. Gjørdist gamli vøllurin vátur, so var hann alt ov hálur til at spæla á, og vøllurin var leingi um at torna aftur, sigur Jón Brekku.
– Vit hava eisini fingið meira skipað viðurskifti. Í fleiri ár hevur tú kunna teknað teg sum lim í Havnar Tennisfelag í kunningarstovuni í miðbýnum, og har fært tú eisini lykil til vøllin. Men nú hava vit fingið eina bókingarskipan til vøllin á netinum, og vit síggja, at hon verður brúkt nógv, sigur Jón Brekku.
Áðrenn skipanin kom í verk, var neyðugt at fara niðan á vøllin at bíleggja sær tíma við einum spjaldri, og sostatt var eisini neyðugt at møta upp á vøllinum fyri at síggja, nær hann var tøkur.
Hetta var ov roksut, heldur Jón Brekku, sum heldur, at nýggja bókingarskipanin hevur eydnast væl.
Nýggjur venjingarleistur
Venjingarnar hjá Havnar Tennisfelag eru nógv broyttar frá í fjør til í ár. Í fjør vóru venjingar skipaðar sum vanligar venjingar, har allir limirnir møttu upp nakrar ferðir um vikuna til venjing. Í ár hevur venjingin ístaðin verið skipað í skeiðum á 10 til 12 luttakarar, og hetta slagið av venjing hevur verið so væl móttikið, at tað verður ivaleyst eisini venjingarleisturin í nærmastu framtíð, metir Jón Brekku.
– Vit fara nokk at koyra hesi skeiðini, har hvørt skeið verður millum 10 og 12 venjingar. Skeiðini kunnu málrættast eftir tí bólkinum, sum er teknaður til skeiðið - antin nýbyrjarar, eitt sindur vand ella á einum hægri støði aftur. Soleiðis kunnu vit skipa skeiðini nokk so málrættað, og tey, sum tekna seg til eitt skeið, vita, at hini á skeiðnum eru nøkunlunda á sama støði. Fólk vilja vita, hvat tey tekna seg til.
Kvinnutennis aftur á skrá
Nøkur av skeiðunum, sum Havnar Tennisfelag hevur skipað fyri, hava verið mannað av kvinnum, og umframt tær báðar vár- og summarkappingarnar og FM, hevur í ár eisini verið skipað fyri kapping fyri kvinnur.
– Vit hava havt FM fyri kvinnur fyrr, sigur Jón Brekku, sum metir, at tað man vera um 10 ár síðani.
– Nú er hendan kappingin meira einn stuttleikakapping fyri kvinnur á byrjanarstøði, og tað eru fleiri av teimum, ið hava verið til skeið, sum eru í kappingini. Og vit síggja eisini, at tað eru fleiri og fleiri kvinnur, sum gerast limir í Havnar Tennisfelag, og vóna sjálvandi, at tær eisini vilja bjóða seg fram til FM í næsta ár, sigur Jón Brekku.
Tennis er ein ítrótt í vøkstri
Ein avtala er fingin í lag við kommununa, har viðurskiftini hjá Havnar Tennisfelag skulu bøtast í trimum stigum. Fyrsta stigið er nýtt undirlag, sum varð avgreitt í fjør. Síðani skulu eisini ljósmastrar setast upp kring vøllin, og triðja stigið er at fáa felagshøli við vøllin.
Saman skulu nýggju og betraðu umstøðurnar leggja grund fyri ætlanunum hjá Havnar Tennisfelag, sum eisini eru greiðar.
– Ætlanirnar eru sjálvandi at fáa fleiri og fleiri at spæla. Vit hava havt eina frá Dansk Tennisforbund uppi í Føroyum, sum hevur havt venjaraskeið fyri sjey venjarum, har vit hava lært stigvíst, hvussu tú skalt læra tennis, sigur Jón Brekku og leggur aftrat, at tann undirvísingin, sum áður hevur verið, hevur kanska ikki verið nóg breið og stigrættað.
– So frameftir er ætlanin at fáa fleiri og fleiri at spæla tennis. Vit skulu hava fleiri ung at spæla tennis, men eisini tilkomin, tí tennis er ein ítrótt fyri øll, sigur Jón Brekku.