hagan um hendi, gera eina Ferðavinnuætlan fyri økini, har nærri reglur og treytir blíva fastløgd, eins og ein yvirskipað meting av tørvinum fyri infrakervi, gøtum og annað kann skjalfestast og samskipast millum [...] við at krevja at ein staðkendur og/ella góðkendur ferðaleiðari er við á øllum túrum hjá útlendingum út um bøgarðarnar. Eg vil líka nevna nøkur fá dømi av mongum, ið eg persónliga havi upplivað við ferðafólkum [...] darar ikki virka: Eg havi mangan sæð fólk flogi við dronum, meðan dronutaska teirra stóð styðja upp móti skeltinum ið bannar dronuflúgving í økinum, eisini úti í Mykinesi. Eg havi mangan sæð fólk stigi
føroyskum strámanni? Eg veit ikki, men eg haldi, at hetta kann vera ein stór hóttan móti okkara mentan, náttúru og landbúnaðarvirksemi. Eg, eins og flestu føroyingar, vilja varðveita náttúruna. Men vit eru nokk [...] Síðan uppskotið um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram fyri tveimum vikum síðan, er ein øgilig mobilisering farin fram, sum skal fáa tinglimir at venda uppskotinum bakið. Upskotið fer at knúsa náttúruna [...] hava dúgliga runnið aftaná, og sera fáar nuansur eru í tí, sum kemur fram. Eg eri sjálv bygdafólk, havi jørð og seyð og elski náttúruna. Og eg haldi, at uppskotið er eitt stórt framstig. Eg fegnist almikið
Eg havi í skjótt tvey áratíggju verði virkin innan ferðavinnuna í Føroyum og sæð ta fantastisku menning, ið hon hevur upplivað hesa tíð. Fyrst sum parttíðar ferðaleiðari, seinni sum fulltíðarstarv tá tað [...] veruligu “óskipaðu” ferðafólkini hava øll tað til felags, at tey koma higar, leiga sær hotelkamar, leiga ein bil og fara so sum teimum lystir kring landið, uttan at leggja eina krónu eftir seg uttan fyri høvuðstaðin
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um ein lastbil, sum er merktur til 13,5 tons. - Her var tíbetur eingin fólkaskaði, og bilurin fekk heldur ikki stóran skaða. Men, tað tók sína tíð at fáa [...] IR-Lastbilar vóru upp á tal at hjálpa til við uppgávuna, sum Landsverk stóð fyri. - Soleiðis, sum eg havi skilt, varð lastbilurin at enda togaður upp aftur við einari gravmaskinu. Vaktleiðarin legði aftrat
frammanundan, men um nú miðalvektin á fólki broytist, so er neyðugt at vita tað, og tí heldur hann, at átakið hjá Finnair er viðkomandi og neyðugt. Satu Munnukka, sum er ein av rakstrarleiðarunum hjá Finnair, sigur
tíðindastovan AFP at siga í dag. Forsetin hevur verið fyri hørðum atfinningum, eftir at hon í 2023 náðaði ein mann, sum varð dømdur fyri at hava lagt lok á eina røð av málum um ágang móti børnum. Brotsgerðirnar [...] síðan tað kom fram, at hon hevur náðað persónin, sum hevur hildið hond yvir ágangi móti børnum. - Eg havi gjørt eitt mistak. Eg harmist og leggi frá mær sum forseti, segði Katalin Novak á tíðindafundi í dag
Føroyum trokaður til viks, havi eg fingið upplýst. Og hví krevja býráðslimir, sum virða rættartrygd, ikki, at tað verður kannað løgfrøðiliga, um ein byggisamtykt automatiskt kann seta ein tinglýstan servitutt [...] klønum tráð. Og tað merkir aftur, at ein stórur bygningur sníkir seg longur fram millum lyng, klettar og ta stórbaru Sandá. Býráðslimir eru hoknaðir í knøunum eftir ein propagandafund herfyri. Á hesum fundi [...] próvfast, at fríøkið við Sandá var tinglisið sum frítt øki, og sum kommunan fekk uttan gjald. Also ein gáva, men sum kommunan seldi. Tinglisna skjalið, sum ikki er avlýst sambært Tinglýsingini, varð latið
degnum. Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast niðanfyri. Góðan dag. Henda dagin havi eg leingi glett meg til! Í dag er ein stórur dagur fyri suðuroyingar og Suðuroynna, at vit nú kunnu veita fleiri tænastur [...] ráðgeving og vegleiðing er tillagað hereftir. Tað er ein sannroynd, at í Suðuroy er talið av fólki við somu sjúkueyðkennum ov lágt til at fylla ein stovn. Tí fer heimið við Sílá at rúma fólki við ymiskum [...] tørv á. Hetta er tíbetur broytt fyri tey flestu og vit eiga ikki at helma í, fyrr enn hetta verður ein sjálvsagdur rættur! Og eg eri sannførd um, at tann besta hjálpin fyri tykkum, sum eru fødd og uppvaksin
Ein spælari er lagdur afturat hópinum hjá Betri kvinnum hjá HB til komandi kappingarár. Talan er um 24-ára gomlu Arnóru á Løgmansbø, sum kemur úr 07 Vestur. Hon hevur drigist við ein skaða, og bleiv s [...] plássum. Hon er ein, sum berjist um hvønn bólt, og er ikki bangin fyri at fara í nærdystir, skrivar HB. Nú vónar hon at koma fyri seg eftir skaðarnar og koma ordiliga í gongd í HB. – Eg havi ikki spælt so [...] upp aftur. Koma í form. Men venijngarnar her eru intensar, og eg føli mun longu nú, hóast eg bara havi vant við í tríggjar vikur, sigur hon við heimasíðuna hjá HB. Higartil hevur Arnóra á Løgmansbø bara
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen millum annað í svari til ein grein 52a fyrispurning, sum Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna, Javnaðarfloksins, setti landsstýrismanninum um viðurskifti hjá útlendskari [...] hava atgongd til neyðugar upplýsingar annars? 4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at fakfeløg fáa ein formligan leiklut í sambandi við eftirlitsvitjanirnar, ið verða gjørdar á arbeiðsplássum, sum eru í [...] eftir hesi skipan, 60 í 2021, 635 í 2022 og 372 í 2023. Talið fyri 2023 er ikki endaligt enn, men broytist neyvan stórvegis. Til spurning 3 sigur landsstýrismaðurin: Bæði myndugleikar og arbeiðsgevarar eiga