hava dripið hann í tuntflótandi tussj. Stórar prentverkætlanir við nógvum umførum og litløgum hava bjóðað listakvinnuni av og hava brýnt hennara greiningarevni, og hetta sæst aftur í málningunum. Hansina [...] mongu prentini, sum Hansina Iversen hevur skapt í Steinprenti, fevna bæði um tað einfalda og tað maksimala, men eisini her ávirkar ítøkiliga tilfarið úrslitið í vøkrum, tunnum laveringum, sum listakvinnan [...] Hansina hevur ment ein serstakan grafiskan stíl, sum hevur ávirkað myndamálið í hennara málningum við støðugt meira samansettum bygnaði, har lag verður lagt oman á lag, júst sum við litografiskari tøkni
Týska ákæruvaldið heldur, at prógv eru fyri, at ætlanin við dronuni á flogvøllinum í Leipzig var at útloysa eina spreinging. Tað var týskvøldið, at funnið varð fram til eina dronu á flogvøllinum, og dronan [...] hybrid-hóttan móti undirstøðukervi landsins. Men, hetta er ikki einasta hending, sum hevur rakt flogvøllin í Leipzig hesa vikuna. Seint týskvøldið noyddist eitt farmaflogfar hjá DHL at avbróta eina lending á [...] ávísin Bild at siga. Tá flogfarið var á leiðini einar seks kiilometrar frá flogvøllinum varð tað rakt av onkrum ókendum luti, leggur ávísin aftrat. ##med2##
Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og sveisiska liðið, FC Lugano. FC Lugano vann fyrra dystin 2-0. Dysturin verður leiktur á vøllinum [...] Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2017, og hevur tí væl av altjóða royndum. Hann hevur dømt 62 altjóða dystir í UEFA-høpi. NSÍ (FRO) vs. LUGANO (SUI) Dómari: Robert Hennessy IRL Hjálpardómari 1: Dermot [...] vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tað verður ein írskur dómari, ið kemur at leiða uppgerðina millum NSÍ og FC Lugano. Talan er um 35 ára gamla íran, Robert Hennessy. Hann
Nólsoy. Ferðaseðilin leygardagin kostar 160 krónur fyri vaksin, men 130 krónur, um hann verður keyptur í forsølu á Farstøðini. Børn millum 7 og 15 ár og pensionistar gjalda ávikavist 90 og 70 krónur. Børn [...] vart við, at akfør ikki sleppa við Ternuni leygardagin. Farmur, sum hevur samband við fyriskipanina av ovastevnuni, er tó undantikin. Sí serligu ferðaætlanina til ovastevnuna
longu tikið. Eisini í Slovakia varð nýtt hitamet sett. Í bygdini Kamenica nad Hronom vórðu 41,4 hitastig máld. Tað er triðja ferð í ár, at hitametið í landinum verður tikið. Hitabylgjan hevur havt stórar [...] framleiðsluna, tí áin verður brúkt sum kølivatn. Í Slovenia er framleiðslan á kjarnorkuverkinum Krsko eisini skerd niður í 80 prosent orsakað av lítlari vatnøgd í ánni Sava. Sambært veðurfrøðingum er Evropa heimsins [...] Í Eysturríki vórðu 41,2 hitastig máld í Bad Deutsch-Altenburg nær markinum til Slovakia. Tað er hægsti hiti, sum nakrantíð er máldur í landinum, og metið frá týsdegnum upp á 41,0 stig varð sostatt longu
tamarhaldi, áðrenn forsetaskeið hansara endar í januar 2029. Tað sigur hann í einari samrøðu við sendingina Real America Voice . Verturin, Steve Gruber, segði í samrøðuni, at hann hevði spátt, at Grønland [...] ferðir fyrr sagt, at USA eigur at yvirtaka Grønland. Útsagnirnar eru fleiri ferðir vístar aftur bæði av grønlendskum og donskum myndugleikum, sum hava gjørt greitt, at Grønland ikki er til sølu.
mannaður av Bárði Petersen, Beini Troest, Filipi Zachariassen og Jónasi Gaard. Sangurin kallast “Eingi orð“ og snýr seg um tey menniskjaligu sambond, sum ikki krevja so nógv, tí nærveran er nóg mikil í sær [...] veit man, at einki er broytt, tá ið man hittist aftur. Sangurin er framleiddur í Ekho Ekho og á Oyrasundskollegiinum (B613) í Keypmannahavn. “Eingi orð” er tøkur á øllum stroymingartænastum. Orð og lag:
framdi eitt gott avrik í sínum fyrsta kappingardysti fyri Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini. Skanderborg tapti á heimavølli 20-35 fyri Maritu Mortensen og liðfeløgunum í Nykøbing Falster, ið var [...] byrjan í fyrsta kappingardystinum fyri Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini. Maria var toppskjútti við sjey málum, tá Keypmannahavn á heimavølli vann tepran 30-29 sigur á Sønderjyske. Í steðginum [...] var á odda 17-10 í steðginum. Rakul bjargaði 14 av 26 málroyndum, svarandi til 53,85 prosent. Fyri hetta framúr avrikið var Rakul aftaná dystin heiðrað sum tann besti leikarin. Maria P. Nólsoy fekk eina
Leikluturin hjá NSÍ í europeiskum fótbólti er av á hesum sinni. Tað varð staðfest í Klaksvík í kvøld, tá ið NSÍ hevði vitjan av sveisiska Lugano. Í Sveis vann Lugano í 33 hitastigum 2-0. Í kvøld vóru tað eini [...] tá ið álop í vinstru, har vongverjin Filip Drinic eisini var uppií, endaði við, at Sammy Skytte stakk bóltin fram í vinstru, har sera eyðsýndi Petur Knudsen rann frá verjuni og sendi bóltin í málið. Og [...] samantalt 2-2. Soleiðis var støðan í seks minuttir. Tá minkaði sveisiska liðið um málmunin til 2-1, og tíggju minuttir undan leikloki javnaðu gestirnir til 2-2. Teir í NSÍ eiga at iðra seg um málini, sum
seinni doyði. Fleiri fólk eru handtikin í málinum. Ein varð handtikin stutt eftir hendingina, meðan fleiri onnur vórðu tikin í løgregluátøkum í eystara parti av Reykjavík. Løgreglan vil ikki upplýsa, um [...] løgreglan kannar eitt drápsmál á Kársnesi í Kópavogi, sum fór fram í gjár. Sambært RÚV siga grannar, at teir sóu tveir myrktklæddar menn fara úr einum bili í gøtuni og ganga móti húsinum. Umleið 15 minuttir [...] maðurin, sum doyði, var íslendskur ella útlendskur ríkisborgari. Heldur ikki verður upplýst, um hann búði í húsinum ella var komin hagar aðrastaðni frá. Enn er ikki avgjørt, um løgreglan fer at biðja um, at tey