hugsi um teg abbi, og øll eru tey góð. Eg minnist, tá eg sum smágenta og sum ung genta plagdi at koma norður til Leirvíkar at vitja teg og ommu. Eg var hjá tykkum hvørja einastu feriu og eisini ofta í vi [...] eins og mangir menn á tínum aldri, mangan stríðst og strevast, og mangan var tað smáligt við pengum. Men hettar er alt áðrenn mína tíð. Øll sum kenna teg, vita um tín forkærleika til Ísland, og tey fólkini [...] partur av tínum og ommusa lívi. Tit hava aldrin skammast av at hoyra Harranum til. Og tað sæst so týðuliga á tykkara livihátti. Hjá tykkum hevur Bíblian altíð ligið frammi og altíð verið lisin, og tað er líka
sum ung og eldri eru felags um. Og tá er nógv vunnið og longur fram á veg slepst neyvan. Sera heppið er t.d. farið avstað av Steintór, tá hann snikkaði saman Hon Er Omma Mín. So einfalt í teksti og ikki [...] Steintór Rasmussen, Ingi Isaksen og restin av góðu manningini handan Pegasus, og annars tónleikavirkni klaksvíkshópurin, stendur aftanfyri. Og røturnar gjørdu hitt oman á hitt. Og gjørdust eitt hitt. Nú hava [...] ein partur av nútíðini og gerandisdegnum hjá børnunum. Tað vil siga sangum, ið børnini sjálvi eiga á fløgu og tíma og duga at syngja. Alt gott um sonevndu Starabókina, 100 sangir og so framvegis. Men hesum
av øllum teimum ávirkanum og kreftum sum virka hvør móti aðrari innan í okkum - sál og likam, sinni og hjarta, kenslur og vit, sjálvsøkni og offurkærleiki - og at eitt samlag og samskifti er millum øll hesi [...] (stress), at eitt langt, virkið og heilsugott lív m.a. er úrslitið av íløgum gjørdar í onnur mennisku, og at hava arbeitt við ætlanum sum eru bæði mennandi og spennandi, og sum samstundis hava ríkað lívið [...] stundum verða innansælir, og ringir at koma inn á. Men Osvald hevur fingið ta gávu at taka sær av og hjálpa øðrum. Hann hevur millum ár og dag havt nógv fólk inni í heimi sínum, og borðreitt bæði við føði
skriftmál og fóru at skriva, og so slapp málið inn í skúlan og inn í kirkjuna, og vit fingu føroyskt útvarp og fróðskaparsetur. Nú eru eingi mørk. Ungu ættarliðini sita nú hugagóð og lesa og sprota. Um [...] føroyskt fyrr, vóru ofta ússalig, og spurningur var, hvør ið tímdi at brúka orðabók. Tað vóru bara summi, ið tímdu at sita og blaða í gomlum og slitnum og ikki dagførdum bókum. Og summi vóru alt ov fá. Í øllum [...] ungdómin Málið hevur langar røtur og drúgva søgu. Tað hevur lagað seg eftir tørvi og krøvum. Tað hevur verið fjónað og kroyst. Men tað hevur ikki latið seg kúgað. Áhugin og alskurin fyri okkara máli, vit
kaldir, ráðir, deyðir og minka okkum um lívsgóðskuna og vit gerast fátøk. Vit skula hava møguleikan til avbjóðingar og lívligan fantasi. Børn og ung hava ein óspiltan fantasi og kann tað geva teimum spennandi [...] hvørjum ári, og tað er á trettandu nátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum og eru tá líkir øðrum menniskjum; teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á helluni í fjøruni og inni í látrunum [...] undirvísing og sosial samvera eru neyðug og eiga vit sum mynduleikar at stuðla upp undir á hesum øki. Men vit sum einstaklingar eiga at hava frælsi, tað frælsið at kunna síggja, føla, lukta og njóta tilveruna
hennara grøði og føði var einki lív og ongin uppdrift. Ketan sigur eisini frá, hvussu týðandi øll lið í lívinum eru. Tað veri seg meiningar og ætlanir, orð og ítróttur, list og virðing, skil og semja, felagsskapir [...] svanir og aðrir fuglar og stundum eisini fiskar liva sítt lív á og í sjálvari tjørnini. --- Og eftirsum eg havi orðið júst á hesum stað, fari eg til endans at heita á Lendisdeildina, Tóra í Hoyvík og Jákup [...] hugnaligt bæði á sumri og vetri, og tí hava Havnarfólk stevnt higar. Mesta mannavirksemið á Hoyvíkstjørn var um veturin. Ung sum gomul havnarfólk løgdu leiðina higar í frosti og kava at aka á skoytum.
Mikladali og var farin undir at hampa um tann gamla, tá ið hann brádliga gjørdist sjúkur og doyði. Tað var mamma, sum ringdi til mín og segði, at pápi var farin á sjúkrahúsið við lungnabruna og helst einum [...] børn, abbabørn og síni langabbabørn, og vit vóru øll góð við hann. Pápi hevði ongar óvinir ? øll kendu hann sum ein góðan vin og starvsfelaga. Hann var skemtingarsamur, altíð í góðum lag og altíð við tí [...] Men lívið hjá honum stóð tíverri ikki til at bjarga, og pápi doyði av blóðtøppinum, hann hevði fingið. Pápi var føddur 12. september í 1927, og hann og mamma mín, Kirsten, giftust 1. oktober í 1955. Tey
arbeiðsbyrðini: "Hyggið bara at Marini á deild 1, hon er og ber seg - hóast árini og strevið - sum ein ung genta, altíð til dystin fús og hartil blíð og skemtingarsom". Nú umsíðir fækkast við lít tey undangongufólk [...] sálarsjúkurøkt á stovn í Føroyum, og tey sum enn eru í starvi kunnu teljast á einari hond. Og Marin er í so máta ikki hvør sum helst. Umframt at hava havt mann, børn og heimið at passa, hevur hon havt [...] óslitið samfull 36 ár. Tað krevur sín "mann", í eini bransju og tíð har tað er sjáldsamt, eins og fólk í slíkum yrki ofta leggjast fyri í styttri og longri tíð. Fyri eina sjúkrahúsdeild er tað av týdningi,
málum meira og meira verður eitt eiti, frálærutíðin fer upp í einki, og føroyingar eru í vanda at enda sum íslendingar. Vit duga minni og minni okkara móðurmál, og halda okkum duga betur og betur enskt [...] næmingar í framhaldsdeildum, preliminer- og realskúlum vóru so væl fyri, at teir kundu læra føroyskt, danskt, enskt og týskt (og lítlu royndina í latíni) millum 11 og 16 ára aldur. Millum annað hetta hevur [...] áhugamál í tøttum sam- og viðskiftum við grannalond og onnur. Óneyðugt at siga eru málfakini mest umráðandi í hesum viðfangi. Tí er tað málslig, handilslig og mentanarlig útarming og við tíðini sjálvmorð
vaskað og turkað, nappað og karðað, spunnin og litað og hetta er fyrstu ferð, at greitt er frá øllum hesum samanhangandi í eini bók. Umframt hetta, læra vit at garva roð og seyma rotuskógvar og vit læra [...] Nicolina fór í læru og tók prógv sum hondarbeiðslærari og eftir tað hevði hon kvøldskúla bæði á Strondum og tá ið hon giftist til Havnar, hevði hon eisini kvøldskúla har, eins og hon eisini undirvísti [...] vaktur aftur og tað var mestum av tilvild. Hetta árið fekk ein ung, norsk kvinna, Annemor Sundbø, stuðul frá norska statinum at koma til Føroya at kanna gamla føroyska siðvenju um seyð og at handfara ull