skorað í átta dystum á rað, og hann er AB toppskjútti við 16 málum. Nú tað eru fýra umfør eftir, er AB næstfremst við 59 stigum. Tað eru níggju stig aftur til B71, sum er einasti avbjóðarin aftanfyri argjamenn [...] hevur AB tvær ferðir vunnið ímóti grannunum í B36. 3-1 á heimavølli og 2-1 á útivølli. Í gjár varð B36 inni í Vika á Argjum roknað sum ein av møguligu snávingarsteinunum á veg ímóti uppflytingini, sum AB er [...] í bestu deildina, sum AB í 2023 flutti niður úr. Einasta málið varð skorað, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Í nógvum vindi og regni legði Sjúrður Henriksen við hornasparki bóltin inn fyri málið,
javnleiki 2-2, og tað kunnu Ásla og liðfelagar hennara iðra seg um. Linköping javnaði til 2-2 níggju minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Ásla legði Piteå á odda í 18. minutti. Talan var um annað málið [...] javnaði heimaliðið til 1-1. Saga Swedman legði Piteå á odda 2-1, men í 99. minutti stjól Linköping tað eina stigið. Piteå er nummar níggju í deildini við 21 stigum fyri 19 dystir. Piteå hevur níggju stig
steðginum. Seinni hálvleikur var níggju minuttir gamal, tá OB økti til 2-0. Jay–Roy Gro sendi eitt gott innlegg inn í brotsteigin, har Adam Sørensen kundi stútað bóltin í netið til 2-0. Tað gingu tó bert seks minuttir [...] so hevði Agon Mucolli hjá Fredericia við einum góðum skoti minkað um munin til 2-1. Fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Jona Niemiec við einum dundurskoti til støðuna 3-1 til OB [...] málini. Mattias fær karakterin 6,2 (av 10) frá Soccerstand. Miðaltalið hjá leikarunum hjá Fredericia var 6,5. HER ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Fredericia er nummar seks í deildini
Føroyum er gomul avbjóðing, sum tíverri tykist vaksa, heldur enn minka. Tað má takast í álvara. Tað ber til at venda gongdini, men tað krevur vilja at seta greið mál og at gera miðvísar raðfestingar. Vit [...] arbeiði og familju. Nógv oftast er tað kvinnan, sum tekur eitt fet aftur frá síni yrkisleið, um eitt par velur at annar má gera tað. Hetta mynstrið er eisini aðrastaðni, men tað er meira eyðsýnt í siðbundnum [...] fólkavøkstur” varð tá gjørd (2013), har mælt varð til 6 høvuðsátøk. Hitt fremsta var at gera íløgur í útbúgving og gransking. Tað er tað framvegis. Tí má Setrið undir ongum umstøðum skerjast á komandi fíggjarlógum
Mortensen var við at fremja sum borgarstjóri er stórhøllin við Tjarnir. Tað hevur týdning at hava umstøður í Føroyum, soleiðis at hondbóltslandliðini kunnu spæla sínar dystir í Føroyum. – Tað var tað sama, [...] tá sat eg í bygginevndini. Tað byrjaði aftan á sigurin í Landskrona. Tað var ikki rætt, at vit skuldu uttanlands at spæla, vit vildu hava ein tjóðarvøll í Føroyum. Tað sama var við hondbóltinum, vit skuldu [...] ir um árið Tá Heðin Mortensen var borgarstjóri, møtti hann í býráðshúsinum áðrenn klokkan átta á morgni, og dagarnir vóru langir. Tað var sjáldan, at hann var við hús klokkan fýra, vanliga vóru nevndarfundir
vildi gera tað fyri kr. 18.286.468. Lægsta boðið at heinta rusk við diesel ruskbilum var frá IR Lastbilum, sum vildi gera tað fyri kr. 11.459.068. Hitt tilboðið sum kom inn var frá P/F Landleiðini, sum [...] 987.367 og var tað lægsta tilboðið upp á ruskinnsavnan við elbilum. Hini tilboðini upp á at savna rusk við elbilum vóru frá IR Lastvognum, sum vildi gera tað fyri kr. 14.320.849 og frá P/F Barðinum, sum vildi [...] kommunur um til elbilar, bæði tí at tað minkar um CO2 útlátið, men eisini tí at tað er betri fyri nærumhvørvið í mun til dálking frá útláti og óljóði, umframt at tað er betri fyri tey starvsfólk,
pott, so ger tað akkurát tað øvugta av tí, sum ætlanin er, tí bakteriurnar fáa góðar umstøður at deila ílegur millum sín. Tað, sum kemur út, verður tí meira vandamikið enn tað, sum kom inn, sigur Anni [...] bátahylin á Argjum. - Feska vatnið frá kloakkunum er lættari enn saltvatn, og tá tað kemur út í sjógvin, flýtur tað omaná. Tað søkkur ikki, men kemur beint upp og rekur inn á land ella út frá landi, greiðir [...] áttu at kanna dyppivatnið hvønn dag ella annanhvønn dag. Tað veldst um veður og vind, hvønn veg rákið fer, og tað kann broytast skjótt. Um tað regnar illa, flýtur yvir í reinsibrunnunum, og ein rúgva fer
Anvegaard Häcken á odda 1-0, og harvið var svenska liðið samanlagt á odda 2-1. Leingi var Häcken á sigurskós, men so fekk Atletico Madrid brotsspark átta minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. [...] leiktíð. Tríggjar minuttir inni í longdu leiktíðini skoraði norska Synne Jensen sigursmálið hjá Atletico, ið sostatt vann ein samanlagdan 3-2 sigur. Ein dreymur brast hjá Jóhonnu, ið var skift út í níggjunda [...] Tað gjørdist ein beisk uppliving hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og liðfeløgum hennara í BK Häcken í seinna Champions League Play Off dystinum móti spanska stórliðnum, Atletico Madrid. Häcken megnaði javnleik
syrgdu fyri, at Roskilde var á odda 2-0 í steðginum. Men í seinna hálvleiki megnaði heimaliðið at skora tvær ferðir innanfyri tveir minuttir, og so stóð á jøvnum 2-2. Átta minuttir inni í longdu leiktíðini [...] Hørður H. Askham var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í FC Roskilde spældu sekstandapartsfinalu í donsku steypakappingini. Roskilde, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini møtti á [...] legði Lyseng seg á odda 3-2. Tað eydnaðist Marius Uhd at javna til 3-3, men tá Lyseng skoraði til 4-3 megnaði Roskilde ikki at svara aftur. Eitt sera stórt vónbrot fyri Hørð og liðfelagarnir ikki at røkka
fleiri ferðir skift orð á sosialu miðlunum síðani, og nú hevur svenski forsætisráðharrin skrivað eitt longri bræv til sín ungarska starvsfelaga. Ulf Kristersson skrivar millum annað í svari sínum, at Svøríki [...] deildi eitt video á X við hørðum atfinningum at svensku rættarskipanini. - Eitt land, sum einaferð var kent fyri skil og trygd, er nú farin at kolla. Svenska fólkið hevur uppiborið betri, segði ungarski [...] á X, har hann afturvísti kritikkinum hjá Orbán. - Hetta eru skandaløsar lygnir. Ikki undarligt, tá tað kemur frá manninum, sum avmonterar rættarsamfelagið í egnum landi, segði Kristersson mánadagin. AFP