Finska uttanríkisráðið hevur givið russiska sendimanninum í Finnlandi boð um at koma til samrøðu. Orsøkin er, at Finnland metir, at russiski herurin gjørdi seg inn á finskt loftrúm í gjár. Hetta upplýsir [...] siga, at talan er um eitt russiskt eftirlitsflogfar, sum skal hava verið í finskum loftrúmi. - Tí havi biðið sendimannin um eina frágreiðing, sigur finska uttanríkisráðið sambært Reuters.
skip í sigling í millum Føroyar og Scrabster fáa vit eitt sera effektivt og álítandi samband” Nýtt og skjótari samband til bretska marknaðin Scrabster hevur eina sera góða landafrøðiliga staðseting í norðara [...] flutningsmiðstøðir í Bretlandi. Harumframt hevur Samskip, í samstarvi við lokalar veitarar, fyrireikað eina samlaða logistikkloysn, sum fevnir um lossing, umskipan og beinleiðis flutning víðari í Bretlandi. Hetta [...] Scrabster. Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga virksemið í Suðuroynni, og við nýggju farleiðini fáa vinnufeløg í Suðuroynni aftur besta sjóvegis sambandi til útheimin
Útsøgnin kemur eftir, at bretski uttanríkisráðharrin, Ed Miliband, hevur almannakunngjørt eina upptøku, har hann lýsir humaniteru støðuna í Gazageiranum sum »ræðuliga«. – Tað, sum fer fram, er heilt einfalt [...] tons av heilivági og aðrari medisinskari útgerð komin inn í Gazageiran, síðani vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas varð gjørd í oktober 2025. ST hevur tó fleiri ferðir víst á, at hjálpin framvegis ikki er [...] Ísraelska uttanríkisráðið hevur eisini svarað upptøkuni. Ráðið skuldsetir Miliband fyri at síggja burtur frá fakta og fyri at hava gjørt upptøkuna við einum politiskum áskoðaraskara í huga. Sambært ísraelska
Eldurin kyknaði fríggjadagin í High Fens-náttúrufriðlandinum í Eysturbelgia nærindis markinum til Týsklands. Copernicus hevur nú valt eina fylgisveinamynd av økinum sum dagsins mynd. Á myndini sæst týðiliga [...] brunasárið í friðaða økinum. Umleið 3.000 hektarar – 30 ferkilometrar – eru farnir í eldinum. Hetta er størsti skrásetti skógareldurin í Belgia og meira enn tvífalt so stórur sum ein eldur í 2011, tá nærum [...] Eldurin hevur gjørt, at umleið 600 fólk í økinum vórðu biðin um at fara úr húsum sínum. Sløkkiliðsfólk úr Belgia hava fingið hjálp úr grannalondunum, og bæði tyrlur og flogfør hava verið við í sløkkiarbeiðinum
Godtfred hevur ikki verið so drúgvur á liðnum í ár, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Nú hevur hann skorað fimm mál. Næsta uppgávan hjá FC Suðuroy, sum er á triðja plássi við 38 stigum, um eina viku, [...] Tað gekk sum eftir ánni hjá heimaliðnum, tá ið FC Suðuroy á ljósfestini í Vági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Eftir snópisligt 1-0 tap á útivølli ímóti FC Hoyvík fyri einari viku [...] á, áðrenn 10 minuttir vóru farnir, og í síðsta minutti setti hann punktum, tá ið hann skoraði til 6-1. Vágbingar skoraðu øll málini, tí tað var Fríði Holm, sum í ár spælir við EB/Streymi, sum kløkkaði
Quasimodo. Hann býr í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París, ferðin, ið broytir [...] toriinum í Keypmannahavn Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag Borgfríð [...] broytir alt. ”Vit ynskja at geva øllum føroyingum eina stóra og serstaka uppliving, ið ikki er sædd áður í Føroyum”. siga fólini handan leikin. Sangleikurin snýr seg um kærleika, og er fullur av fantastiskum
Lise Lotte Elmelund og Mia Olsen spæla í bólkinum, og tær hava júst havt eina nógv rósta framførslu á tungmálmsfestivalinum Copenhell. Going For The One hevur síðani 2022 útgivið fangandi rocksangir við [...] við pumpandi rútmum, fangandi gittarriffum og fleirraddaðum sangi. Bólkurin hevur við góðum konsertframførslum vunnið alt meira fram, og nú gera tær eitt rend til Føroya at spæla á Summar Festivalinum
møguliga verður tikin. Gongdin í málinum Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur leingi arbeitt við at fáa umstøður til súkkluvenjing. Afturi í 2015 varð játtan givin til eina stutta breyt innanfyri gøtuna [...] virksemi í økinum hoyrast og atlit takast til ávirkanina í náttúruni. Tórshavnar kommuna má raðfesta, hvussu nýtslan av lendi er, og í størst møguligan mun røkkur tørvin hjá flest borgarum í kommununi [...] longdar og harafturat við gøtum innií. Talan er um eina breyt við í minsta lagi 30 metra frástøðu til rossagøtuna, og í flestu støðum væl meira enn tað. Ein greið sundurskiljing verður millum súkklubreytina
lítið smáflogfar noyddist í dag at gera tað, sum løgreglan kallar "eina kontrolleraða" neyðlending í Noregi. Hetta hendi á einum vølli í Vestvågøy í Nordland. Tvey fólk vóru í flogfarinum, og tey sluppu [...] endaði á takinum, fekk materiellar skaðar. Tað er norska løgreglan, sum hevur tikið viðheftu mynd, og tað er eisini løgreglan, sum hevur fjalt bókstavirnar á flogfarinum. - Hendingin verður kannað, sigur [...] átakaleiðarin hjá norsku løgregluni, May Wenche Hansen. Norskir miðlar skriva í kvøld um hendingina við smáflogfarinum, og millum miðlarnar er eitt nú Verdens Gang.
dómurin bert fevnir um henda eina mannin, hevur løgreglan avgjørt, at sama skipan skal galda fyri alla manningina. Manningin sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta [...] upplýsir varapolitistjórin í høvuðstaðarøkinum, Ásgeir Þór Ásgeirsson, sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein av ma [...] løgreglustøð eina ferð um dagin. Løgreglan fer tó at kæra dómin til Landsrættin. Sambært Ásgeiri Þór Ásgeirssyni er lítil rættarsiðvenja á hesum øki, og tí ynskir løgreglan at fáa málið roynt í hægri rætti