stuðul, og eg fari at gera mítt fyri, at íðkararnir, sum við tolni hava bíðað eftir býráðnum, kunnu fáa eina veruliga breyt at venja og súkkla í. Vit halda, at tað eigur at bera til at finna eina felagsloyn [...] vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp. Burtur frá meldrinum Sum býráðspolitikari er neyðugt at kenna Havnar søgu. Gjørdi býráðsmeirilutin tað, so vistu tey eisini, at ríðingin [...] fram á fundum, at andstøðan skal hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015
og trupul at halda koyrandi Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at tað er sera átrokandi at fáa eina nýggja kt-skipan til barsilsskipanina. Verandi skipan er so gomul, at tað er trupult at finna kt-fólk [...] 2027. TAKS, sum hevur arbeitt við at menna skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at neyðugt er at tillaga bæði fíggjar- og tíðarætlanina. Ætlanin er nú at hækka játtanina við 2,5 milliónum [...] spurningar við, at verkætlanin verður dýrari enn upprunaliga mett. Tá arbeiðið byrjaði, varð Løgtingið kunnað um, at arbeiðið varð boðið út fyri eina fasta upphædd, og at ikki meira fór at verða gjørt, enn
einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn við 15 stigum nú eru røttu megin strikuna, og at 07 Vestur [...] eftir steðgin kendist tað sum um, at viljin og hugburðurin hjá teimum á heimaliðnum vóru frægari, og B68 vann seg til fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at skora. At Fríði í Túni Petersen og Jovan [...] sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri niðurflytingini, og í meiri enn ein tíma avrikaði 07 Vestur sum lið, ið ikki eigur at vera kandidatur at flyta niður. So
men at tey raktu hava møguleika at fáa málini roynd í rættarskipanini, skriva uppskotssetararnir. KRIS eigur at verða við Í viðmerkingunum verður dentur lagdur á, at nýggja heildarætlanin eigur at verða [...] kynslig brotsverk at fyrna? Ein týðandi partur av uppskotinum er at endurskoða lóggávuna. Uppskotssetararnir vilja hava mett um revsing, fyrningarfreistir og heimildir hjá myndugleikunum at kanna talgild brotsverk [...] brotsverk. Teir vísa á, at nógv, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta
er eisini ivasamt um ætlanina at gera tað møguligt at vera í barsli í upp til tvey ár við lægri útgjaldi og at goyma nakrar barsilsvikur til seinni. Felagið heldur, at hetta kann gerast eitt bakkast fyri [...] føroyskum arbeiðsgevarum at seta útlendsk starvsfólk. Millum uppskotini eru at javnseta tímakravið hjá ES-borgarum og triðjalandsborgarum til 30 tímar og at loyva útlendskum starvsfólkum at átaka sær annað arbeiði [...] ætlanini at raðfesta betri marknaðaratgongd á fleiri týðandi marknaðum. Føroyar eru eftirbátur í mun til kappingarneytarnar, og tí verður raðfestingin mett at vera røtt. Felagið undrast tó á, at løgmaður
Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á [...] og luttøku í føroyska samfelagnum. Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan [...] karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald. Málið er at finna eina javnvág millum tørvin á arbeiðsmegi og ynskið um góða integratión. Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í komandi tingsetu
undan kavi, at samgongan er ósamd um ferðavinnulógina. Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardy [...] takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki. Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun, segði Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at flokkurin ynskir at broyta lógina [...] sigur hann. Hann vísir á, at ferðavinnulógin varð samtykt undir undanfarna landsstýrinum í semju millum samgonguna og Sambandsflokkin. – Vit fara ikki at taka undir við at spola hesi tingini aftur, staðfestir
ikki óvanligt, at fólk vera burturflutt í Nigeria, og tað er ikki langt síðan, at vápnaðir bólkar burturfluttu heili 300 fólk. Sagt verður, at eitt av endamálunum við at burturflyta fólk, er at fáa loysipengar [...] tíðindi úr landinum í dag siga, at 24 fólk eru dripin í einum álopi í nigerianska landslutinum, Plateau. Tað veit tíðindastovan, AFP at siga. Fólk, sum yvirlivdu álopið, siga, at tey, sum lupu á, vóru vápnað [...] loysipengar fyri at lata íbúgvarnar leysar aftur. - Vápnaðir bólkar, sum lúra eftir at tjena pengar á slíkan hátt, eru vorðnir ein stórur trupulleiki í Nigeria, veit AFP at siga.
dag at siga, at Iran og Oman eru samd um at deila strategiskt týdningarmikla Hormussundið. Londini eru eisini samd um at deila inntøkurnar frá sundinum. Tað veit iranska tíðindastovan, Tasnim, at siga [...] iransku kollveltingarhirðuni. Reuters, sum endurgevur Tasnim, sigur, at iranska kollveltingarhirðin finst at amerikanska herinum fyri at seinka samráðingarnar millum grannalondini. Tronga farleiðin, sum [...] týdningarmestu siglingarleiðum fyri olju-og gassútflutning. Áðrenn Donald Trump leyp á Iran, var frítt at sigla hjá oljutangaskipum gjøgnum Hormussundið.
dag kom fram, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru ósamdir um, hvussu lógin skal broytast. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sagt, at flokkurin fer ikki at taka undir við at rulla lógina [...] segði hann. Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at samgongan fer at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Samstundis er ætlanin at avtaka burðardygdargjaldið á 20 krónur fyri hvørja gistinátt [...] um ætlanirnar at broyta lógina um gongd í haga og burðardygga ferðavinnu. Tað segði Ben Arabo, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, í Løgtinginum í dag. – Føroyingar skulu ikki gjalda fyri at ganga í haga,