ferðslustuðlinum úr landskassanum til P/F Eystur- og Sandoyartunlar fyri at hava tey brúkaragjøld og tann avsláttur, sum nú eru galdandi. Fyri at vera varin er tó 1 mió. kr. sett av til veðhaldsútreiðslur [...] konsolidering til óvæntaðar útreiðslur, sum kunnu koma, og at standa ímóti við, um inntøkurnar minka eina tíð. Til spurning 3 sigur løgmaður, at í øllum undirsjóvartunlunum hevur landskassin fíggjað ein part av
fram at siga hesar søgur. Endamálið er ikki at sannføra fólk, men at innblása ræðslu og fávitksu í tann, ið lurtar. Soleiðis verða fólk bundin at samkomunum. Tá eitt barn er indoktrinerað ígjøgnum sunn [...] ræðslugitnan er ikki bara ein átrúnaðarlig stremban eftir reinleika; hon er eitt politiskt vápn. Hon er tann beinleiðis drívmegin aftanfyri Miðflokkin og aðrar konservativar kristnar tinglimir, sum vilja áleggja [...] 21. øld virða eina slíka yvirtrúgv, tá vit smíða lógir? Henda grundgeving er ikki meira gyldug enn tann hjá einum zulu-kongi, sum sigur okkum, at um vit ikki dansa ein regndans, verður turkur og hungursneyð
hevði verið við leiðsluna á Heilsuskúla Føroya, so høvdu hesi fingið at vita, at Heilsuskúlin í rúma tíð hevur arbeitt við skipan, har útbúgvingin verður gjørd enn meiri liðilig, við ætlan um at leggja afturat [...] av Heilsuskúlanum og peika á staðsetingini sum trupulleikan. Men vit eru eisini nøkur, sum brúka tíð og orku uppá at arbeiða við loysnum – eisini loysnum á avbjóðingini við at fáa fleiri at nema sær útbúgving [...] so loysa vit tað í Fíggjarnevndini, tí hetta er eitt økið, sum krevur raðfesting. Jú, nøkur brúka tíð og orku uppá at trumma um flyting av Heilsuskúlanum. Vit er eisini fleiri, sum arbeiða við loysnum
stendur millum annað: ”Góð starvsfólk síggja, hvussu arbeiðið verður leitt og deilt, og hava hvørki tíð ella orku til at gera dupult arbeiði í longri tíðarskeið, meðan tey síggja, at starvsfelagar, sum nærkast [...] einum orði. At blaka arbeiðsfør fólk við ávísum aldri til hús, er ivaleyst lættari. Sannleikin er tann, at trupulleikin hjá Klaksvíkar kommunu ikki er, at starvsfólk nær við fráfaringaraldur ikki megna [...] 17-09-2025. Galdandi fráfaringaraldur á 70 ár varð settur í gildi fyri kommununa við býráðssamtykt tann 30. apríl 2015. Politiska viðgerðin og umrøðan síðan tá bendir á eina breiða semju um at varðveita
og náttúrulærufrøði, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya Um vit fara nóg langt aftur í tíðina, so var endamálið við skúlanum at tryggja, at landsins borgarar vóru rætttrúgvandi, dugdu [...] eydnaðist hetta so væl, at í 1887 tóku 5 kvinnur og 1 maður læraraprógv (3). Hóast kvinnur longu tíðliga fingu møguleika at gerast lærarar, so gekk ein heil øld áðrenn ein sjónlig broyting hendi, og [...] 1980'unum upp eitt kjak um kvinnuliga skúlan, og neiligu ávirkanina á serliga dreingirnar. Í sama tíðarskeiði broyttist námsfrøðin eisini munandi, har skúlin vendi sær meira til børnini og var
úti á spæli plássinum, á gongini, ella hava vitjað stovurnar hjá hvørjum øðrum. Leiðslan er tann sama, sum áðrenn skiftið fór fram, og kennir tí barnið. Í skiftisstreingi 2 fer barnið í forskúla [...] og í frítíðarskúla. Hetta er nakað, sum vit eiga at arbeiða miðvíst ímóti bæði politiskt, al ment, kommunalt, stovn sliga og ikki minst fakliga í Føroyum.
festa garðin Millum Fjarða, men hvørgin teirra angrar avgerðina, tí hetta hevur verið ein ógvuliga góð tíð hjá familjuni. Garðurin lýstur til sølu Tað kann kanska tykjast løgið, at garðurin Millum Fjarða nú [...] raksturin. Bóndin sigur, at málið hjá honum og konuni altíð hevur verið at rinda íløgur og skuld í tann mun, sum garðurin hevur borið, og hetta eru tey fegin um í dag. - Saman við keyptu mjólkarkvotunum [...] í Føroyum. Í fyrstu syfti er ætlanin, at Regin og Óluva skulu at reka garðin Millum Fjarða í eina tíð saman við donsku hjúnunum, og so fæst at síggja, hvussu verður. Regin sigur, at donsku hjúnini, sum
ári síðani blivu pengar játtaðir til at gera tillagingar á ferjuleguni á Syðradali. Orsøkin er fyrst tann, at Teistin skal røkja Kalsoyarleiðina, men eisini, at ein nýggj ferja skal eftir ætlan røkja leiðina [...] gerast í Klaksvík, og at játtanin fór at halda, sigur hann. – Nú hevur arbeiðið verið í gongd í eina tíð á Syðradali, og enn er tað ikki byrjað í Klaksvík. Í almenna rúminum verður spurnartekin sett við,
NEYÐIN OG TANN NAKNA KVINNAN… Til allar tíðir eru kvinnur og gentur komnar í støður, har tær hava havt brúk fyri at taka abort. Fyrsta skrivliga lýsing av abort er dagførd um ár 1550 fyri okkara tíð. Í Føroyum [...] veruleikafjart. Atgongdin til trygga abort var neyðug tá, og er tað sanniliga eisini í dag. GOMUL LÓGGÁVA Tann føroyska fosturtøkulógin er frá 1956. Sambært hesi lóg kann ein yvirlækni í starvi á føroyskum sjúkrahúsi
pappírinum, tí flestu føroysku leikararnir skuldu møta leikarum í stórum dart-tjóðum. Annika Joensen var tann fyrsta at royna seg. Hon spældi móti Taylor-Marsh Kahaki úr Ný Sælandi. Tað var bara í tí eina settinum [...] lukkaði eisini væl, so Kristbjørg var snøgt sagt spæld út av bananum. Hjá Jónu Miðalberg var støðan júst tann sama sum hjá Kristbjørg. Hollendska mótstøðukvinnan hjá Jónu vann sannførandi 4-0. Beinta Joensen [...] Beinta var tó ikki heilt ónøgd, tí hon spældi við besta miðaltalinum, sum hon hevur klára í langa tíð, hin var bara uppaftur betri. Av tí at eingin av føroysku kvinnunum kom víðari, endaðu kvinnurnar samanlagt