hvussu samfelagið arbeiðir víðari eftir, at ein avgerð er tikin. – Standa vit eftir sum eitt fólk í einum landi, ella missa vit fótafestið og lata gamla ósemjudjevulin fáa valdið? spurdi Kristrún Frostadóttir [...] fólkaatkvøðan um framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar [...] politiska endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg ella alt fólkið eru kloyvd av vreiði og øsing, hóast summir leiðarar og viðmerkjarar royna at fáa tað at síggja soleiðis
haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst fyri at byggja eina Altjóða Fjallasúkklubreyt á fjøllunum við Vesturvarða [...] stendur annars greitt at hetta er varðveitingarverd náttúra og heita tey á Tórshavnar Kommunu og Súkklusambandið um at steðga á og kannað aðrar møguleikar. Yvirfriðingarnevndin og FNÚ mæla til, at heldur [...] ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani ístíðina
breiðum høpi, eitt nú innan málmenning og mentan, skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi. Filmshúsið umsitur stuðulin, sum verður býttur út eftir umsókn. Stuðulsmøguleikar og treytir eru at finna á heimasíðunum [...] áhuga fyri filmi og vilja royna seg innan filmsgerð. Við stuðlinum kunnu vit bjóða fleiri møguleikar, skeið og menningartiltøk, sum eru við til at menna komandi ættarlið av føroyskum filmsfólki, sigur hon [...] Betri samtakið heldur fram sum týðandi stuðul hjá føroyskum filmi og hevur nú gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028. Hetta skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi. Við avtaluni
meiri enn 60% av landsins fólki hevur fingið vegasamband hvørt við annað, eru vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdn [...] Vegabyggingin komin í hæddina — nú viðlíkahald Soleiðis var yvirskrift í Sosialinum 28. oktober í 1976, har skrivað varð um tunnilin, sum lat upp fyri ferðslu 24. august í 1976. Nú verður tunnilin kallaður [...] enn, segði Atli Dam. Samkoma á Alv-skúlanum Aftan á at løgmaður hevði klipt snórin og lýst nýggja vegakervið klárt at taka í nýtslu varð samkoma fyri arbeiðsmonnum og øðrum á Alv-skúlanum við Áir, har røður
(SSO) á HF, og skúlar verða eggjaðir at lata næmingar gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum. – Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein [...] Danski undirvísingarmálaráðharrin, Magnus Heunicke, fer nú undir eina skundpakka við trimum átøkum fyri at basa misnýtslu av vitlíki á gymnasialu útbúgvingunum í Danmark. Ein av størstu broytingunum er [...] fegnast felagið um, at allir skúlar nú kunnu fáa somu skipan fyri eftirliti undir próvtøkum. Eisini formaðurin í Danske Erhvervsskoler og Gymnasier heldur, at størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing
Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera møguligt at satsa á sín ítrótt uttan samstundis at seta útbúgving og framtíðar arbeiðslív á pausu. Eisini á øðrum økjum kann altjóða samstarv [...] IDAN peikar á. Her kunnu vit læra av øðrum londum: Hví gevast gentur? Hvat riggar aðrastaðni? Og hvussu fáa vit fleiri at halda fram í bæði breiddar- og úrvalsítrótti? Fyrireikingarnar eru allneyðugar [...] Fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar er hetta serliga áhugavert. Vit kunnu ikki hava fremstu serfrøði á øllum økjum her heima. Men vit kunnu fáa atgongd til vitanina og royndirnar uttanlands og flyta tær
at varpa ljós á týdningin av umsorganar- og læringsarbeiði í einum samfelagsligum og búskaparligum sjónarhorni; hvat er framleiðsluvirði innan eitt nú pedagogiska arbeiðið, og kunnu vit sammeta arbeiði [...] iðunum hjá Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan av virði. Um vit bert meta tað, sum kann príssetast, gloyma vit tað arbeiðið, sum menniskju hvønn dag gera fyri at menna, verja og stuðla øðrum [...] verður vanmett, hóast tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at samfelagið kann virka. Holten vísir á, at arbeiði sum uppaling, námsfrøði, røkt, umsorgan og annað relasjónsarbeiði skapar virði, sum ikki
miðbýnum klagað um ótolandi viðurskifti kring Blábar í Niels Finsens gøtu. Vit hava skrivað. Vit hava klagað. Vit hava verið á fundum við kommununa. Politiið verður boðsent aftur og aftur. Onki hendir. [...] handil. Hølini eru ikki serliga ljóðbjálvað, og vit seta álvarsligt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka tey krøv, sum eiga at galda fyri eitt slíkt virksemi. Har eru bert tvey wc og [...] undantikin? Vit hava havt nóg mikið av nyttuleysum fundum, frágreiðingum og snakki. Nú vilja vit hava, at kommunan ger nakað við hetta. Handilsrekandi og íbúgvar í miðbýnum í Havn
ljósberi í náttini.” Longu nú ber til at hoyra tvey av løgunum á nýggju útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini eru gjørd video til bæði løgini [...] inum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert á skránna tann 16. oktober. Atgongumerkini til hesa konsertina kunnu nú keypast á NLH.fo Hetta verður fyrsta konsertin í longu [...] ótrúliga nógv at hátíðarhalda nýggju útgávuna á heimavølli saman við tykkum og júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”. Eivør greiðir víðari frá :
seinastu summartiltøkini í ár. Eftir eru eitt nú Sjómannadagur í Klaksvík, Norð Festivalur á Viðareiði, Eplafestivalur á Sandi, og Heystfagnaður á Eiði. Hyggja vit í skránna fyri Regatta, sum verður í [...] fyrireikararnir skipa soleiðis fyri, at siglt verður undir brúnni á fallandi ráki og kyrrindum. Sambært skránni fyri Regatta, savnast bátarnir, sum eru við í siglingini av Eiði, norðanfyri brúnna við Streymin klokkan [...] hin 14. august - verður tað Eirikur í Jákupsstovu, sum fer at seta tiltakið. Tiltakið verður sett á Eiði klokkan 11.45, og eftir setanina loysa fyrst árabátar klokkan 12 og síðan aðrir bátar klokkan 12