fyri umhvørvið og fiskastovnarnar. Í hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin á ytru leið og á nøgdina av hjáveiðu. At enda spyr hon, um landsstýrið [...] trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum, vísir hon á í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hon leggur afturat, at føroysk skip undir Føroyum [...] Hon vil millum annað hava at vita, hvørja ávirkan tað hevði havt á búskapin og effektiviseringina av fiskiskapinum, um tað varð loyvt føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum. Løgtingskvinnan spyr
sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna: 6.500 krónur . Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur . Hetta eru dømi [...] sum hava langan veg millum heim og skúla. Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi [...] fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti. Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið ikki altíð hóskar til gerandisdagin hjá teimum
útbúgva og seta fleiri sjúkraflutningsfólk, eisini í Vágum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hann á, at sjúkraflutningur er ein grundleggjandi partur av føroysku tilbúgvingini, og at borgarar kring [...] Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann, hvussu ofta seinasta árið sjúkraflutningsdepilin, støð 30 í Miðvági, hevur verið uttan manning ella uttan tøka sjúkraflutningsvakt. Hann vil eisini hava at vita [...] at tilbúgvingin í Vágum lýkur tey trygdarkrøv, sum eiga at galda fyri eitt øki við meira enn 3.000 íbúgvum og altjóða flogvølli. Eisini vil hann hava at vita, hvørji átøk verða sett í verk fyri at tryggja
landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini um treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Hann spyr fyrst, hvørji krøv eru galdandi í dag fyri, at ein [...] sett um førleika í føroyskum máli. Og um einki slíkt krav er í dag, spyr hann beinleiðis, um landsstýrismaðurin ætlar at seta sum treyt, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál [...] annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Óttast parallellsamfeløg Í viðmerkingunum vísir Hermann Ronnason Samuelsen á, at landsstýrið hevur ætlanir um at herða útlendingalógina, millum annað treytirnar
Hon spyr, hví føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi, soleiðis sum vanlig tíðindabløð eru sambært lógini um meirvirðisgjald. Samstundis spyr hon, um landsstýrismaðurin [...] ætlar at taka stig til at broyta lógina, so føroysk magasin eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi. Í viðmerkingunum vísir Astrið Breckmann á, at hon nýliga hevði fund við blaðið Kvinna, har eigararnir [...] Breckmann hevði ein mvg-frítøka havt avmarkaðar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan, tí talið av føroyskum viku- og mánaðarbløðum er lítið. Hinvegin heldur hon, at betri treytir kundu gjørt tað lættari
ni í størri mun. Men tað kann krevja broytingar í lóggávuni. Fía Selma Nielsen vísir serliga á ásetingarnar um ávaringarskipanir og peilingarskipanir í tvingsilslógini. Sambært henni ger grein 8 í lógini [...] di vælferðartøkni á føroyskum ellisheimum og í eldrarøktini. Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, ein skrivligan fy [...] innandura í langa tíð. Tøknin kann eisini lætta um hjá starvsfólkunum og tryggja, at arbeiðsorkan verður brúkt har, sum mest er fyri henni. Hon leggur tó dent á, at endamálið ikki er at lata tøkni koma í staðin
Bygdarhúsið í Kollafirði hevur í mong ár verið karmur um ein stóran part av sosiala og mentanarliga lívinum í bygdini. Húsið, sum Kollafjarðar Arbeiðarafelag eigur, stendur í Kálvakróki. Nú heldur Bergur [...] vísir eisini á, at átta milliónir krónur eru settar av til trivnaðarøkið í Kollafirði í 2026. Hann sigur seg hava umrøtt hugskotið við forkvinnuna í byggi- og býarskipanarnevndini, sum sambært honum eisini [...] Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, at kommunan eigur at keypa húsið. Í miðstaðarætlanini fyri Kollafjørð verður eitt nýtt borgarahús nevnt, men býráðslimurin heldur, at ein betri
læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a-fyrispurning [...] fyribils í Føroyum, fáa hjálp frá læknavaktini. Løgtingsmaðurin spyr eisini, um greiðar og felags mannagongdir eru fyri, hvussu gjøld frá útlendingum skulu handfarast, og hvussu hetta verður gjørt í verki [...] upplýst, hvussu kommunulæknin verður samsýntur fyri at veita útlendingum læknahjálp í læknavaktini, og hvør ber útreiðsluna í teimum førum, tá viðkomandi ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp. At enda spyr
num í mentamálum, Bárði á Lakjuni, ein skrivligan fyrispurning um føroyskt sum annaðmál og integratión. Í fyrispurninginum spyr hann, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja, at undirvísingin í føroyskum [...] um tað í dag verða sett krøv til føroyskan málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi, og um landsstýrismaðurin ætlar at seta krav um, at umsøkjarar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum [...] hava upplýst, hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi hava rætt til undirvísing í føroyskum, hvussu nógv taka av tilboðnum, og hvussu nógv fullføra ymisku málstigini A1, A2, B1 og B2. Eisini spyr hann
Føroyingar kunnu fáa betri innlit í, hvat eftirlønaruppsparingin kostar, og hvussu nógv hon kastar av sær. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning [...] Ein dagførd kanning av avkastinum er í gerð og verður eftir ætlan liðug seinni í ár. Íløgurnar skulu gagna kundanum Sambært tryggingarlógini skulu eftirlønarpeningarnir verða settir í íløgur á ein hóskandi [...] at føroyska lógin í høvuðsheitum skal samsvara við nýggju donsku tryggingarlógina. Í hesum sambandi verður eisini mett, hvørjar ES-reglur á tryggingarøkinum skulu setast í gildi í Føroyum, og hvørjar