fleiri óhapp við ungum fólkum, um aldursmarkið verður lækkað, sigur hon við in.fo. Stjórin vísir á, at ung fólk ikki hava sama forhold til ábyrgd og førleika at kunna meta um avleiðingar av egnum handlingum [...] at Ráðið fyri Ferðslutrygd fer at mæla frá slíkum uppskoti, um tað verður nakað, sum verður tikið víðari á politiskum stigi í Føroyum. – Um man yvirhøvur skal umhugsa at fara handan vegin, so má man sum [...] í Føroyum. Hon hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni í ferðslumálum, ein grein 53a fyrispurning um málið. Men í Ráðnum fyri Ferðslutrygd halda tey ikki, at tað er eitt gott hugskot at lækka aldursmarkið
aftanfyri Mark F. Jensen. Aftur var talan um framlegging úr høgru. Heimamenninir høvdu alla orsøk at fegnast um samantalda sigurin, og KÍ hevur alla orsøk at harmast um, at tað endaði soleiðis, sum tað gjørdi [...] kvøld hevði borið við sær. Eitt annað er, at ítróttarliga avbjóðingin í heyst á ongan hátt verður tann sama, sum hon var í fjør. Og so eigur tað at vera eyka stórt vónbrot, at KÍ tapti ímóti einum finskum liði [...] minutti. Í kvøld sá Céderic Yambéré beinleiðis reytt kort, tá ið tað restaðu 28 minuttir. Talan var um klossur fríspark dygst uttanfyri brotsteigin, sum dómarin eftir VAR kanning metti var til reytt kort
gongd við at mála og orðna tað síðsta nú. Vit vænta at lata upp um tríggjar vikur ella ein mánað, sigur Ben Manai. Konseptið verður tað sama sum í Tasty Hoyvík, har man kann keypa pitsa, pitabreyð, nuggets [...] n var við í sáttmálanum. So tað fegnast vit um. – Vit fara eisini at hava ymisk sløg av pasta og salatum, og vit fara eisini at hava opið frá klokkan 11 um dagin, sigur Ben Manai, sum gleðir seg at lata [...] Vit øll kenna City Burger í Havn, og tey flestu hava helst roynt ella hoyrt um burgaran við sitróndressingi. Men í alt ár hevur vælvitjaða burgarastaðið verið stongt. Spurningurin hevur í tí sambandi verið
Spurningurin er so, um føroysku politisku flokkarnir eru sinnaðir at taka ímóti donskum ríkisstuðuli, ella um hann kanska skal niðurlagast á sama hátt sum blokkstuðulin. Tað fáa vit meira at vita um, at málið kemur [...] Tað verður spennandi at síggja, um danskur ríkisstuðul til fimm føroyskar flokkar flýgur ígjøgnum í Løgtinginum. Tað snýr seg um nógvar pengar, sum flokkarnir fáa í ríkisstuðuli, Sambandsflokkurin, sum [...] sum fær mest, fær góðar 300.000 krónur um árið í ríkisstuðuli úr Danmark. Næstmest fær Javnaðarflokkurin, sum fær góðar 280.000 krónur. Tjóðveldi hevur rætt til góðar 180.000 krónur, Fólkaflokkurin til 155
Fólk eru í døpur huga um bíðitíð og mannagongdir. Dugnin til borgarar, ið eygnadeildin veitir, tykist óneyðuga avmarkaður og kvalitativt afturúrsigldur, tá talan er um at skifta linsur í eygunum hjá fólk [...] tænastuna? Í hesum førið er skurðviðgerin tann sama, sum eygnadeildin ger frammanundan – kvalitetsmunurin eru linsur og skjót tilgongd. Hervið áheitan um at nýta høvi at avgreiða “ein skjótt syftan seið” [...] linsum uttanífrá, framvegis eftir mátið, ið sampakkar neyva tørvin hjá tí einstaka (multifokalar og um neyðugt toriskar linsur). Í londum kring okkum veita almennu sjúkrahúsini hesa dygdargóðu tænastu –
fyri 2023, sum Umhvørvisstovan nú hevur almannakunngjørt, sæst, at útlátið aftur er økt, tó ikki til sama støði sum undanfarin ár. Størri oljunýtsla er høvuðsorsøkin til økingina. Í ídnaðinum var oljunýtslan [...] húsarhaldum munandi minni enn undanfarna ár. Gongdin bendir á, at átøkini, ið eru gjørd, fyri at minka um tørvin at hita hús við olju, hava munað. Samlaða oljunýtslan hjá akførum var á leið 34 túsund tons [...] Umhvørvisstovan júst hevur almannakunngjørt. Les alla frágreiðingina her . Til ber at síggja fleiri hagtøl um útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum í vitanargrunninum hjá Umhvørvisstovuni.
Halt avtalur og ver erligur um øll ting. Ver rættvísur og spæl fair play. Akkurát sum í ítróttinum. Og um man er egnaður, jamen so kemur man kanska upp á toppin. Fakta um Kaj Leo í politikki: 1996: Valdur [...] so er spurningurin eisini, um tað ikki er nokk. Tað er best at lata yngri kreftir sleppa framat, segði føðingardagsbarnið í samrøðuni við Sosialin í síðstu viku. Spurdur um hann hevði nøkur ráð til yngri [...] Jóannes Eidesgaard, løgmaður, koyrdi Tjóðveldi og Miðflokkin úr samgonguni, sum varð skipað í februar sama ár. Kaj Leo Holm Johannesen er valdur 7 ferðir á Løgting. Longu eftir at hava sitið á tingi í tvey
hevur arbeitt miðvíst fyri, at heilsuhjálparanæmingar fáa løn undir útbúgving. Greiðar ábendingar eru um, at hetta fer at hava við sær, at fleiri fara at søkja inn á skúlan. Vit hava prógvað tað fyrr, nevniliga [...] lestrarpláss. Serskipanin var galdandi fram til endan av 2005, tá allir heimahjálparar høvdu fingið tilboð um uppskúling við løn. Men hvørki løn ella góðir karmar í Suðuroynni gera tað aleina. Her skal sterkari [...] nevniliga at "kvinnur arbeiða bara fyri at fáa lummapening." Gott nokk eru lønirnar nú á nøkunlunda sama stigi sum lønir hjá øðrum starvsbólkum við somu útbúgvingarlongd, men størsti trupulleikin er, at
slitið sambandið við Kina. - Samskiftið við Kina gongur nú um uttanríkisráðið, sigur hann sambært Reuters. Stríð er millum Kina og Filipinurnar um ræðið yvir pørtum av Suðurkinesiska Havinum, og seinnu árini
Tað mundi vera eitt av ársins mest óvæntaðu úrslitum, tá ið FC Hoyvík í kvøld á Tórsvølli vann 1-0 ímóti B36. Umframt at úrslitið styrkir um støðuna hjá FC Hoyvík í kappingini um at sleppa undan at flyta [...] flyta niður, so hevur tað týdning fyri tey, sum kappast um at flyta upp, at B36 tapti. FC Suðuroy er topplið og favorittur at flyta upp. AB, B71 og TB hava framvegis møguleika at flyta upp. Treytin fyri [...] bronsuplássinum, og TB er níggju stig frá bronsuplássinum. Tað eru sjey umfør og 21 stig eftir at spæla um. B36 var undan hesum dystinum á bronsuplássinum við 37 stigum, og FC Hoyvík var á níggjunda plássi