skal spæla venjingardyst í dag við 2. liði. Vit skulu spæla móti 2. liði hjá Ikast, og tað verður í einari innandura venjingarhøll, sum teir í Ikast eiga, segði Símun Eliasen í gjár. Hann er millum 33 spælarar [...] ð, men enn er hann í KÍ, og hann er einasta umboðið úr Klaksvík í landsliðsferðalagnum. Hans Fróði Hansen var í nánd av landsliðnum fyri knøppum trimum árum síðani. Tá spældi hann í B68. Seinni varð hann [...] at koma á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Farið verður úr Vágum hósdagin 19. februar, og ferðalagið, sum umframt átjan spælarar og venjaran fer at telja fýra fólk, lendir aftur í Vágum 28. februar. Bara
sum næmingar í miðnámsskúlunum hava gjørt í felag við ungdóm í Íslandi, Grønlandi og í Føroyum. Rani Nolsøe higartil hevur staðið fyri hesum arbeiði. Av tí at hann er farin í annað starv í Klaksvík, er [...] men Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, vónar, at hetta arbeiðið kann halda fram. Tað eru stjórarnir í Norðurlandahúsunum í Grønlandi, Íslandi og í Føroyum, sum hava tikið stig til projektið [...] Hon er útbúgvin á Turistakademiiet í Randers, har hon tók prógv í 1994. Hon saknaði í hesi útbúgvingini, at ikki meir var gjørt á telduøkinum, og fór tí á Winard skúlan í Århus at ogna sær vitan um kunningartøkni
vaks við umleið 10% í 1997, og orsøkin er tann, at virksemið í landinum økist. Innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu var í 1997 9%, og tað samsvarar nøkulunda við lønarvøksturin í samfelagnum. Lø [...] »til byggivirki«, so síggja vit, at vit í 1997 innfluttu næsta tvífalt so nógv, sum vit gjørdu í 1994. Tað merkir í stuttum, at tað er komin meira »futtur« í byggivinnuna enn tað hevur verið, og tað er [...] útfluttu vit 11.464 tons fyri í alt uml. 250 mió. krónur. Í 1997 var hesin útflutningur vaksin til 12.107 tons fyri íalt uml. 301 mió. krónur. Í nøgd er økingin 6%, men í virði er hon 21%. Og eisini her
tríggjar tímar seinni. Stutt eftir midnátt komu boð frá politistøðini í Runavík um, at maðurin var vilstur í mjørkanum, men var síðani funnin í øllum góðum. Mánakvøldið 5. januar fekk Færøernes kommando eina [...] Talið av útlendskum skipum hevur í tíðarskeiðnum 4. desember til 21. januar, verið millum 8 og 17 um dagin. Mikudagin 21. januar vórðu 11 skip í føroyskum sjógvi, eitt úr Estlandi, trý úr Norra og Onglandi [...] Onglandi og fýra úr Russlandi. Í 1997 fekk Færøernes kommando fráboðan um 804 útlendsk skip, ið vóru í føroyskum sjógvi. Kanningarflogfarið hevur ikki staðfest ólógligan fiskiskap ella oljukanningar, meðan
vera ósamd við sumt, sum stendur í lógini, sigur formaðurin í Vinnunevndini Tann spurningurin, sum hevur verið mest umrøddur, er, í hvønn mun føroyskt vinnulív skal hava lut í oljuvinnuni. M.a. hevur vinnulívið [...] ikki tað í uppskotið, sum varð lagt fyri tingið. Hinvegin vildi landsstýrið hava tað so, at landsstýrismaðurin í oljumálum í hvørjum einstøkum føri skuldi skuldi seta oljufeløgunum treytir í loyvunum, [...] skal bara vera í undantaksføri. Tað, vinnunevndin hugsar um, er at landsstýrið kann t.d. gera frávik, tá ið veðurlíkindini forða flogførum at seta seg í Føroyum, ella skipum at sigla í føroyskan havn.
nógv forvitnisligt at uppliva í stórfingnu náttúruni har norðuri í landinum. - Heimavirkislegan vendir sær til allar aldursbólkar. Hetta er sama legan, sum varð hildin í Føroyum. Her verður serliga gjørt nógv [...] innan heimavirking, ella bert hava hug at uppliva okkurt annað. Fyrsta tiltakið verður í Skjern í Danmark í døgunum 1. - 5. juli. Fyri yrkislærd Heimavirkistingið er meira yrkislærd fólk, sum seta sær stevnu [...] vælkomin at luttaka, sigur Fía Petersen, nevndarlimur í Føroya Heimavirkisfelag. Hóskiligt fyri barnafamiljur Hitt tiltakið í Lofoten er Heimavirkislegan, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at virka við handaligum
verða fullvísur í, at upplýsingarnir ikki koma kappingarneytunum í hendurnar, og tað kunnu øll feløg vera. Bæði Atlantic Petroleum og onnur feløg sum koma til landið, um ein oljuvinna kemur í gongd. Lutfalsliga [...] uppá 30 milliónir er ikki so stórur í einari oljuvinnu, og felagið verður tí eitt avmarkað íkast í eina oljuvinnu. ? Tað merkir at felagið ikki kann spjaða íløgur sínar í fleiri »konsortiir«, men má halda [...] Gitingar hava verið frammi um orsøkina, og vit hava tí spurt Jørn Astrup Hansen, stjóra í Føroya Banka, hví teir ikki eru við í stovnanini av einum tílíkum felag. ? Vit vóru bodnir og vóru við á teimum fyrstu
Føroya Sparikassi er partaeigari í nýggja oljufelagnum, men Føroya Banki er ikki. Vit hava spurt Marner Jacobsen, virkandi stjóra, um orsøkina til, at Sparikassin er farin við í tiltakið. Hann sigur, at vit [...] vit mugu minnast til, at vit fáa bert ein kjans í oljuvinnuni. Eru vit ikki við frá byrjan, so verða vit als ikki við. ? Fyri at kunna gera nakað um seg í oljuvinnuni, so er neyðugt við nógvum kapitali, [...] og vit vita hvussu torført tað er at útvega partapening í Føroyum. ? Vit halda at hetta er eitt gott tiltak, og tað skuldi ikki detta niðurfyri av tí at vit ikki vildu hjálpa til. Marner Jacobsen ger
rindaði ov lítla løn? Hví ber hann í bøtuflaka fyri arbeiðsgevara, sum í mánaðir ikki rindar løntakarunum lønina, sum teir eiga rætt til, tá hann veit betur? Greinin í Dimmalætting vísir skilliga, at Bjørn [...] persónar, sum í felag leggja fram hetta uppskot, sum ikki bert er ein hóttan móti fakfelagsstættini, men eisini er ein óhugnalig roynd at traðka niður nakrar av teimum mest týðandi táttunum í tí rættartrygd [...] rættindum, hava roynt at bilt fólki inn, at í Føroyum valdar fullkomin ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum, og at ein arbeisrættur skal fáa skil á hesm viðurskiftum aftur. Føroya fólk og ikki minst føroyski
febr. kl. 20 verður søgukvøld í Mettustovu, har Ásla Weihe fer at siga frá ymiskum úr Føroya søgu í seinnu helvt av 18. øld. Fyrilesturin eitur: Tíðarmyndir úr Føroyum seinast í 1700-talinum. Annars nærkast [...] 15. mars skipar KSF, Kvinnufelagasamskipan Føroya, fyri tiltaki í Sjónleikarhúsinum í Havn, og mikukvøldið 18. mars verður fyrilestur í Mettustovu. Sjálvur kvinnudagurin er tó ikki gloymdur, og ætlanin [...] ætlanin er at skipa fyri eini kvinnucafé leygarkvøldið 7. mars og inn í sunnunáttina 8. mars. Lýst verður nærri við tíð, staði og evnum.