NSÍ var sera mær við at javna beint eftir B36-málið, tá Meinhardt Joensen fyrst bjargaði skoti frá Christian Høgna Jacobsen og síðani frá Heðini á Lakjuni. Men B36 átti so hálvleiksleiðsluna. Lukasz avgjørdi [...] bóltin fara inn um seg. Frøin á B36-arunum bæði á vøllinum og uttanfyri var øgilig, og tað sást á øllum brøgdum, at hetta mundi fara at gerast avgerðin, tí eftir hetta ansaði B36 sera væl eftir, so hóast NSÍ [...] afturi frá málinum og fram í spíssin hevur B36 verið væl mannað, og ein partur av tí hepni, ið altíð fylgir teimum bestu, hevur kanska eisini verið í parti við B36, sum onkursvegna er sloppið undan teimum
neyðugu stigini. - Eg má siga, at teir høvdu leitað langt aftur í søgubøkurnar. Teir blivu kallaðir B-gúppetrýsj fyrr, og tað vístu teir so sanniliga aftur í dag. Tað var rættiliga primitivt, men tað riggaði [...] Men hinvegin er tað somikið tætt undir toppinum, og tað eru framvegis sjey dystir eftir. Vit hava B36 heima longu sunnudagin, so hetta skal ikki oyðileggja góða stiman, sum vit hava verið í.
B36: Jákup Mikkelsen Kenneth Jacobsen, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Jóhan V. Gunnarsson Alex José dos Santos, Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Hanus Thorleifsson (Bárður H. Joensen, 97