B er fyri besta spælið

Umstøðurnar í vindi og regni við Løkin vóru kanska ikki tær bestu, men báðir partar kýttu seg, og at enda var tað B36, ið fór við sigrinum og tí eisini føroyameistaraheitinum

Hóast beinleiðis tápuligar ill­git­ingar í útvarpinum hjá Kring­varpinum fríggjadagin, lyftu bæði NSÍ og B36 seg upp um sleyg og slatur í bestu senditíð, tá liðini spældu í Runavík seinnapartin í gjár.
Vindurin hevði alla tíðina sína ávirkan á spælið, og tá NSÍ fekk sítt mál til 1-1, bleiv tað skorað í grovasta ælinum, sum hevur verið í alt ár. Men hóast umstøðurnar ikki vóru til polerað spæl og smartar smálutir, strídd­ust bæði lið fyri sakini, so dyst­urin livdi til tað síðsta og var púra opin.
NSÍ kom kanska betur frá byrjan við vindinum undan, men allíkavæl var tað B36, sum var á odda 1-0 í steðginum. Sum ikki eina ferð, hendi hetta eftir eitt fríspark frá Súna Olsen, sum Símun Joensen skallaði í kassan til 1-0.
Málið var kanska eitt sindur ímóti gongdini í spælinum – og í øllum førum ímóti vindinum!
NSÍ var sera mær við at javna beint eftir B36-málið, tá Meinhardt Joensen fyrst bjarg­aði skoti frá Christian Høgna Jacobsen og síðani frá Heðini á Lakjuni. Men B36 átti so hálv­leiks­leiðsluna.

Lukasz avgjørdi
Eftir steðgin vóru fleiri møgu­leikar enn áðrenn, og sum heild kom eisini meira lív í dystin. Kortini var eitt korter farið av seinna hálvleiki, áðrenn út­javn­andi málið kom.
Brádliga brast eitt øgiligt æl á, og meðan tey flestu royndu at kroka sum frægast, fekk NSÍ horna­spark í vinstru síðu, sum Jann Martin Mortensen fekk inn­fyri í tveimum atløgum, og seinnu ferðina var Klæmint A. Olsen leysur við fremru stong og javn­aði til 1-1. Eitt mál, ið tey fægstu mundu síggja, tí tey flestu hugs­aðu meira um at finna sær lívd.
Málið kløkkaði gestirnar eitt sindur, men spakuliga javnaði dysturin seg aftur, men tað var ikki fyrr enn 10 minuttir fyri tíð, at avgerðin fall.
Heini í Skorini hevði ein hepnan fót fram til Lukasz Cieslewicz, ið bjóðaði NSÍ-verjuni av. Komin næstan til baklinjuna smekkaði hann til, og við eitt sindur av hepni eydnaðist at fáa bóltin millum beinini á einum NSÍ-ara og avrættaðan av einum øðrum, so Andras Gango ongan kjans hevði, men mátti síggja bóltin fara inn um seg.
Frøin á B36-arunum bæði á vøllinum og uttanfyri var øgilig, og tað sást á øllum brøgdum, at hetta mundi fara at gerast avgerðin, tí eftir hetta ansaði B36 sera væl eftir, so hóast NSÍ royndi at koma afturíaftur, var einki at koma eftir.

Besta liðið
Verður hugt aftur á kappingarárið, ið næstan er liðugt, man vera lítið at ivast í, at B36 hevur roynst væl og stendur sum rætti vinnarin av Vodafonedeildini 2011. Talan er eisini um eitt kollektiv, ið hevur riggað øgiliga væl, og tí fór B36 eisini allan vegin.
Heilt afturi frá málinum og fram í spíssin hevur B36 verið væl mannað, og ein partur av tí hepni, ið altíð fylgir teimum bestu, hevur kanska eisini verið í parti við B36, sum onkursvegna er sloppið undan teimum nógvu skað­unum og karantenunum.
Samansetingin í venjara­toym­inum sær eisini út til at hava riggað øgiliga væl, so B36 í ár hevur fingið tað besta burtur úr tí, Mikkjal Thomassen og John Petersen hava at geva – hvør sín­um lagi, tí heilt líkir kunnu teir ikki sigast at vera.
Ikki minst hevur tað eisini verið eitt bragd, at B36 hevur sett nýtt met í stigum, tí so mikið hørð hevur kappingin verið mill­um tey fremstu, at hetta ikki skuldi verið lættasta árið at tikið metið hjá NSÍ frá 2007, sum var 61 stig. B36 hevur longu nú 64 stig og kann enntá fara upp á 67!
Nú kappingin næstan er komin á mál, mugu vit bara øll boyggja okkum fyri teimum bestu og ásanna, at nakað er um tað, at B er fyri besta spælið!
Tillukku, B36!