royndir til at leggja so nógv fyri. Sagt er eisini frá, at umstyringin á einum av bátunum var fyrigingin, so bakkast mátti tann líðilanga veg aftur til Fuglafjarðar. Sigast kann í dag, at tað er gott at henda [...] lastast fyri, at henni ikki dámdi so væl at fara um Fuglafjarðarboðar sum at fara um Skarðið. Emma setti seg væl inn í streymviðurskiftini, so hon visti altíð hvussu rákið var, tá ið hon fór norðurum. [...] ini mundu fara at verða, tá ið um streym og rákið galt. Sigast kann at mikil skaldskapur var og er kring um hesa kvinnu, sum legði nógv fyri at koma fram til málið - til sjúklingin. At vera lækni á sløttum
dvørgar og huldufólk, og ikki segði hon frá sum fólk flest, ið ikki trýr sjálvt, at sovorðið er; hon hevði mangan sæð at hon sjálvt hevði verið ein huldugenta, sum huldufólkið hevði lagt út á vøll, tá ið tað [...] syrgin var hon, at hon kanska aldri slapp við inn í himin, tá ið hon andaðist, men skuldi koma aftur til huldfólkið í Reyninum. Tá ið hon segði frá øllum hesum forna, sum longu tá var farið at leggjast á [...] okkurt løgið, tá ið eg fór heim aftur einsamallur. Einki segði hon tó, tí at hon ætlaði at ræða óvitadreingin, tí øllum trúði hon sjálv, og hon lærdi meg, hvussu eg kundi vara meg; eg skuldi helst lesa faðirvár
Men har er so lorað eitt sindur síðani við tað, at útróðrarflotin hevur fingið partvísa atgongd til tey. Øll henda skipanin ger, at Bjarni Vestergaard er fullvísur í, at tað fer ikki at henda, at landgrunnurin [...] Bjarni Vestergaard er heldur ikki samdur við fiskifrøðingar í, at vit í, at vit fiska ov nógv nú. Hann er tí heldur ikki samdur í, at fiskidagarnir skulu skerjast. Teir siga m.a. at tað er bara ein árgangur [...] ga avskeplað at gera tilmæli á fyri fiskiskapin árini eftir. Bjarni Vestergaard sigur, at hetta ásannaði vinnan og var tí so mikið at sær komin, at hon sjálv setti seg til fundarborðið at vita um ikki
tað vísir seg, at hatta málið blívur við at spøkja, og tað eru serliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, ið eru so altráðir eftir at fáa ein arbeiðsrætt. Men vit hava greitt boða frá, at vit vilja einki [...] grundgeving, at tað var sett fram í skundi sum eitt hjálpitól hjá landsstýrinum í trætuni við Yrkisfelag HF- og studentaskúlalæraranna. Ingeborg Vinther sigur, at tað var fyri neyðini, at málið var tikið [...] viðgera, sigur hon. Sum nevnt liggur FA ikki á latu síðuni í hesum døgum, men fyrireikar seg til, at hetta uppskotið kann verða lagt fram aftur. Og sum ein lið í hesum fyrireikingum fer FA at hava ein kunnandi
? Tað er einki at ivast í, at ein oljuvinna kemur til Føroya, og tí eri eg longu nú farin at liva yvir evni. Hesum greiðir Johan í Kollafirði frá í samband við at hann hevur útnevnt seg sjálvan sum un [...] (Rough Neck). Enn er oljan ikki komin - men Johan í Kollafirði ætlar sær tó ikki at sita stillur og bíða eftir henni. ? Eg haldi, at eisini onnur skulu sleppa at føla kensluna av at hava meira pengar, [...] »Radio Kollafjørð« út. Hon er 74,5 minuttir av reinum láturgassi. Eitt »must« fyri Radio-Kollafjørð-Entusiastin, sigur Johan og flennur. Hann leggur afturat, at hetta er aðru ferð, at hann fæst við fløguútgávu
vera við, at Gud er til, tí at hugtakið um Gud er til, og Gud er fullkomin. Av hesum kann sigast, at hann má vera algóður, alvísur og almáttugur, og bara av tí grund ber tað til at siga, at tann heimur [...] fer at henda. Royndirnar vísa, hvat ið hendir nú, men tær kunnu ikki vísa, hvat ið fer at henda. Fyri tí at sólin higartil er komin til sjóndar hvønn morgun, ber ikki til at prógva, at hon fer at koma [...] spurningur við so at siga allar sannleikar. Øll sansing kann vera svikafull, tað kann vera, at tú droymir, at tú bara ímyndar tær umheimin. Tað er bara eitt sum er vist, og tað er, at hann sum setir spurningarnar
krónir, t.v.s. at hon varð trýfaldað eftir fýra árum. Sostatt er tað beinleiðis ósatt, at vit onga uttanlandsskuld høvdu, tá javnaðarflokkurin tók við í 1985. Og lat tað verða sagt beinan vegin, at tey somu [...] við árslok 1988, ber illa til at sammeta gongdina við føroysku uttanlandsskuldini í hesum báðum landsstýrisskeiðunum. Lat meg at enda gera vart við, at eftir míni áskoðan er formanssessurin í løgtingsins [...] sitið við stjórnarvaldið, meðal skuldin í høvuðsheitum er vaksin frá ongum til 6 milliardir?«. Og her er tað at fíggjarnevndarformaðurin mistekur seg so tað stendur eftir. Hann sipar til tíðarskeiðið frá
spælir floytu, og hann veit, at Jesus er við í hesum heilaga verki. Søgan er so einføld og vøkur, at hon átti at verið lisin á hvørjum ári hesa tíðina upp undir jólini. Jóanes er romantikari, kanska tann einasti [...] Hvar er tann uppsparda øðin? Øll vita, at hon liggur allastaðni og undir øllum, men hon bara hópar seg upp sum eitt forstoppilsi í tarmunum, kroppurin tusnar upp og bólgnar. Tað stendur til at bresta [...] Bókin er í tveimum. Tann fyrri parturin er um ódnini og drápið og arbeiðið at fáa ánna upp aftur, samstundis sum løgreglan leitar eftir drápsmanninum. Seinni partur, ið er stuttur afturímóti, er sum ein
takast við einum ávísum fyrivarni, tí lítið er at ivast í, at nógv av teimum, su meru farin úr ALS, eru ikki farn tí, at tey hava fingið arbeiði, men tí at tey kunnu ikki verða longri í skipanini. Nógv [...] m hjá landinum, tóktist lítil hugur vera fyri at brúka fíggjarligu framgongdina at styrkja samfelagið. Heldur er hugurin í so góður at økja nýtsluna og at gera íløgur sum meiri ella minni ikki loysa seg [...] Sostatt er talan um ein vøkstur uppá eini 3% í 1997, afturímóti 1996. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag upplýsti fyri limunum, at hetta er heldur minni enn hjá øðrum samfelagsbólkum. Ein orsøk er, at
verið møguligt at fáa málið uppá politiskt plan. -Tað er tað vit gera nú, men tað er ikki so, at vit harvið siga embætismannanevndini upp. Tað er framvegis hon, sum arbeiðir við sakini. -Men er tað ikki eitt [...] hann hevur gjørt at taka málið upp politiskt sigur løgmaður, at tað er tí, at tað hevur gingið so stiltið at røkka einum úrsliti við vanligu samráðingunum. Hann leggur annars dent á, at tað alla tíðina [...] Men talan er jú eisini um eitt uttanríkismál, tí talan er um at áseta mark, og kunnu danir hjálpa okkum, so er tað gott. Skal málið uppá hægsta plan politiskt, so er tað forsætismálaráðið talan er um. Tí