er eisini nógv ávirkaður av tí, sum hendir í útheiminum, og eftir at óttin fyri afturgongd í amerikanska búskapinum elvdi til stórt fall fyrst í mánaðinum, hava amerikansku partabrøvini gjørt eitt lop [...] sostatt sligið. C25 er eitt partabrævavísital við 25 av teimum mest handlaðu partabrøvunum í Danmark, og hetta verður ofta nýtt til at meta um gongdina á danska partabrbævamarknaðinum. C25-vísitalið hevur [...] sama dag, sum danski flutningsrisin, DSV, váttaði keypið av týska kappingarneyta sínum, DB Schenker, og harvið gerst heimsins størsti speditørur. Eisini skyldast stóri vøksturin heilivágsfyritøkuna, Novo
í Føroyum er fyrst og fremst til fyrimunar fyri seljarar. Talan skal sjálvandi ikki verða um at avtaka marknaðin, men heldur skumpa hann eitt sindur longri móti miðuni, so bæði keyparar og seljarar kunnu [...] soleiðis: 1. Hvør lóg skipar uppboðssølu av húsum í Føroyum? 2. Hvørjum reglum skulu húsasølufólk fylgja, og er nakað, sum sigur, at øll boð, sum koma á ognir, skulu gerast almenn? 3. Ætlar landsstýrismaðurin [...] leita sær av landinum, sigur hann. – Trupulleikarnir á bústaðarmarknaðinum eru sjálvandi samansettir, og tað er eingin einføld ella einsíðug loysn. Eitt, ið vit áttu at hugt nærri at, eru almennu uppboðssølurnar
framsýning var sett upp, sum í orðum og myndum og enntá við handritum lýsti lív og verk Victors. Jógvan greiddi fyrst í stuttum frá lívssøguni hjá Victor, sum var føddur í 1894, og stóra útgávuvirksemi hansara [...] sálm, og fram til deyða hansara í 1961. Hann skrivaði tvær skaldsøgur og týddi einar 18 bøkur, serliga úr enskum, bæði til vaksin og børm. Hann umsetti heilar 900 sálmar og sangir til føroyskt og yrkti [...] lítla og vakra bókasavnið stúgvandi fullt og var áhugavert at síggja handritini eisini – maskinskrivaði og so við hondskriftini og blýantinum hjá Victor aftur rættaði til tað, sum síðani er prentað og útkomið
at luttaka í einum umfari afturat. Fyrst setti hann spurningar við tíðindifólkini í amerikanska miðlinum, ABC News, eftir kjakið og síðani í samrøðu við Fox News og á sínum egnu sosialu miðlum. Hann hevur [...] afturat, men nú er endaliga avgerðin tikin. Í løtuni siga veljarakanningarnar, at Harris hevur munin og stendur til at vinna fleiri av teimum umfatandi sveigstatunum.
til Hammerby, sum er næstfremst. Malmø FF er nógv fremst við 48 stigum og stórfavorittur at endurvinna meistaraheitið. Tindurin hjá Mikkjali Thomassen og teimum í AIK í síðsta mánað var, tá ið AIK 18. august [...] skoraði AIK átta mál, og tvey mál fóru ígjøgnum. Góðu úrslitini bera við sær, at AIK nú er á fimta plássi við 35 stigum. Tað er eitt stig fram til Mjällby, trý stig fram til Djurgården og fýra stig fram til [...] lukkuligt, sum tað hevur gingið væl hjá Mikkjali Thomassen, sum fyrr í summar flutti úr Fredrikstad í Norra og til AIK í Stokhólm. Nú er Mikkjal Thomassen kosin at vera besti venjari í Allsvenskuni í august. Hann
rancheigarin Alfred og sonurin. Tá kríggið er av, og Holger kemur aftur til býin, er alt broytt. The Dead Don’t Hurt er ein harmasøga, fyrst og fremst um kærleika, men eisini um hevnd og fyrigeving. Filmsfelagið [...] niðursetufólk á amerikansku heiðini, Vivienne Le Coudy og Holger Olsen, sum undir amerikanska borgarakrígnum berjast á tveimum hermótinum - fyri lívinum og fyri kærleikanum. Viggo Mortensen hevur ikki bara [...] saman við danska tilflytaranum, Holger Olsen, og tey búseta seg í hansara kroysu í Nevada. Undir borgarakrígnum ger Holger av at stríðast fyri the Union, og Vivienne verður einsamøll eftir í býnum, har
hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall. Hvalirnir ferðaðust fyrst fram við hellingini av bretska landgrunninum, síðan vestur millum Rosemary og Dohrn bankan. Í løtuni ferðast
Skopun og Sandi. Í báðum kommununum vóru tveir listar á seinasta vali, har fáar atkvøður vóru millum listarnar, seks í Skopun og fimm á Sandi. Á Sandi koppaðu fimm atkvøður gamla meirilutanum, og í Skopun [...] Lognberg á odda 159 atkvøður, harav Gerhard sjálvur fekk tær 64. Listi B fekk 153 atkvøður, og her var Marjun Debes fremst við 56 atkvøðum. Vit hava spurt Marjuna S. Debes, um hon ætlar sær at stilla upp aftur [...] um, vóru á. - Men, verandi listar hava røtur fleiri ár aftur í tíðina, og skuldu vit øll, sum vilja stilla upp, verið á einum og sama lista, skuldi hetta sjálvsagt verið ein spildurnýggjur listi. Hetta
Forlagið". Teir góvu út bøkur og annað tilfar á føroyskum. Eftir nøkur ár gevast teir við forlagnum og við endan av fýratiárunum fóru teir at innflyta bilar úr Onglandi og stovnaðu Bilasølan Norrøna. Kissa [...] Hann fór fyrst í urmakaralæru hjá Eliesar Arge, urmakara, men úrtøkan var ikki nóg góð fyri eitt húski, sum hevði mist forsyrgjaran. Pápin var deyður stutt frammanundan. Tí gavst hann við læruni og fór at [...] ður, og hann var ein av undangongumonnunum í Føroya Sílaveiðufelag. Tær flestu fríløturnar á yngri árum brúkti hann við tráðuni. Eitt annað av frítíðarítrivum hansara, var frímerkjasavningin, og har var
Sävehof tók lut í venjingarkappingini: Heide Cup fyrst í august. Millum liðini Sävehof spældi ímóti í Heide Cup vóru bundesliga-liðini, Gummersbach og Rhein Neckar Löwen. ##med2##