Stutt eftir at fyrra forsetakjakið var av, boðaði Kamala Harris frá, at hon var klár til enn eitt kjak millum tey bæði valevnini. Í kjalarvørrinum av at serfrøðingar mettu, at Harris stóð sum greiði vinnarin av kjakinum, hevur Donald Trump verið heldur ivasamur um at luttaka í einum umfari afturat.
Fyrst setti hann spurningar við tíðindifólkini í amerikanska miðlinum, ABC News, eftir kjakið og síðani í samrøðu við Fox News og á sínum egnu sosialu miðlum. Hann hevur skift orð um at luttaka í einum kjaki afturat, men nú er endaliga avgerðin tikin.
Í løtuni siga veljarakanningarnar, at Harris hevur munin og stendur til at vinna fleiri av teimum umfatandi sveigstatunum.