skipinum, handtóku manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna [...] at taka sær av málinum. Watson sigur, at felagsskapurin sjálvur hevur próvtilfar um møgulig brot hjá hvalaveiðiskipunum. Hann nevnir millum annað ein hval, sum sambært honum varð raktur av fýra spreingiskutlum [...] myndugleikunum. Tað varð sambært Watson nýtt til at gera málið til eina altjóða tíðindasøgu, sum millum annað varð umrødd av CNN og Sky News. Tvístøða um skipsskjølini Íslendskir myndugleikar hava sett spurnartekin
og Rakul - sum málaðu teirra fyrsta almenna vegg í juni - byrjaðu eisini uppá ein vegg í dag. Hesaferð er tað Sinnisbati, sum fær ágóðan av teirra listarligu gávum. Hetta er akkurát tað, sum vit hopaðu [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] neista hjá listafólkum í Føroyum. Og tað síggja vit longu úrslitið av. Vit hava fingið eina rúgvu av føroyskum veggjamálningum. Og so seint sum í dag byrjaði Jan Mohr Hermansen uppá tveir veggjamálningar í
ætlanina um Fifa Forward Enterprise (FFE), eitt handilsligt felag, sum skuldi gera tað møguligt at selja privatum fyritøkum partar av FIFA-kappingunum. UEFA finst beinanvegin hvassliga at ætlanini. 29 [...] Jesper Møller, heldur, at Infantino eigur at fara frá sum FIFA-forseti. 3. august: Fótbóltssambondini í Svøríki og Wales taka stuðulin til afturval av Infantino aftur. Orsøkin er vantandi álit. 4. august: [...] fordømir á sosiala miðlinum X tað, sum sambandið kallar royndir at undirgrava FIFA og forsetan við »óskjalprógvaðum pástandum og próviliga følskum skuldsetingum«. 10. august: Trý av størstu meginlandsfótbólts
meðan dronur sveima sum svartir tankar yvir akrarnar hveitið veksur kortini millum rustað jarn og spor eftir rakettvápnum ein gamal maður setur epli niður í moldina sum hann vónar verður sum hon plagdi at vera [...] betri men røddin skelvur sum eitt blað í køldum vindi pápin er farin við einum vápni hann ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt [...] flyta strikur á kortum og nevna býir sum vóru teir smáir steinar men hvør strika gongur gjøgnum eitt hús hvørt navn hevur ein skúla eina kirkju ein kirkjugarð og onkran sum leingist heim skotgravirnar fyllast
Køin av fólki, sum vilja siga Haraldi kongi farvæl, er í dag vorðin um 1,2 kilometrar long. Sambært vaktunum hjá norska kongshúsinum er bíðitíðin um sjey tímar, skrivar norska tíðindastovan NTB. Um 11-tíðina [...] Vit eru her fyri at heiðra ein mann, sum hevur givið alt fyri Noreg. At bíða er tí tað minsta, vit kunnu gera. Vit vilja vísa honum somu virðing aftur, sigur Nora, sum stendur í køini, við norska miðilin
tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala seg, bara tí talgildu sporini eru vekk, áðrenn brotsverkið varð meldað. Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum [...] samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi [...] knýtt at einari ítøkiligari løgreglukanning og teimum treytum, sum rættargangslógin setur. Tá ið talan er um inntriv í loyniliga partin av samskiftinum, skal rætturin taka støðu til, um inntrivið er neyðugt
eftir eina infektión, sum hann fekk á eini frítíðarferð í Malaysia. Stutt eftir deyða kongsins sendi Zelenskyj samkensluheilsan vegna ukrainska fólkið. – Hansara hátign var ímyndin av virðing, vísdómi og [...] aráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við til jarðarferðina hjá Haraldi kongi, sum verður í morgin. Haraldur kongur andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo tíðliga um morgunin 28. august
X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett. Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk-, Dnipro- og Zapori [...] russisk loftverja skeyt niður 502 ukrainskar dronur í nátt. Heldur ikki hesar upplýsingarnar eru váttaðar av óheftum keldum. Kelda: Ritzau/Reuters
praktiskar trupulleikar. Millum annað er ógreitt, hvussu hermenn við hermótið, milliónir av ukrainum, sum eru flýddir av landinum, og fólk í russiskt hersettum økjum skulu sleppa at greiða atkvøðu. Harumframt [...] – Eg haldi, at í einum kríggi sum hesum er eitt val ein øgiliga stórur váði. Eitt val beint nú hevði verið ein tsunami fyri landið, sum hevði syndrað Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í [...] leikar á. – Fólkaræðið kann ikki haldast sum gísli hjá Russlandi, segði Fedorov. Hann heldur, at Ukraina má finna eina lógliga, trygga og realistiska skipan, sum ger tað møguligt at fáa fullu fólkaræðisligu
skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. [...] reglur fyri, hvørjar plantur kunnu innflytast til Føroya. Og skøran eigur at vera millum tær fyrstu, sum verða steðgaðar. Tí heita vit á landsstýriskvinnuna í náttúrumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, um at [...] at seta í verk kunngerð eftir náttúruverndarlógini um innræsnar plantur og steðga innflutninginum av skøruni. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag