Í august vórðu 29 nýggj Toyota-akfør skrásett í Føroyum. Tað er næstan tvífalt so nógv sum Nissan, sum við 15 akførum var næstmest selda merkið í mánaðinum. Volkswagen kom á triðja pláss við 12 nýggjum [...] hevði 10 og Mercedes-Benz og MG høvdu níggju í part. Tølini frá Akstovuni fevna um øll nýggj akfør av hvørjum merki – sostatt ikki bara persónbilar, men eisini eitt nú vørubilar og onnur skrásett akfør
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, boðar frá einari nýggjari ES-ætlan fyri Arktis, sum verður løgd fram í heyst. Á tíðindafundi í Nuuk í dag gjørdi hon samstundis greitt, at ES stendur saman [...] Grønland. – Vit standa saman við Grønlandi og Danmark. Framtíð Grønlands er upp til Grønland at gera av – ikki onnur, segði Ursula von der Leyen. Hon legði dent á, at landaøki og fullveldi eru grundleggjandi [...] talgild sambond og kritisk ráevni. ES ætlar at stuðla samstarvinum við íløgum fyri 200 milliónir evrur, sum svarar til knappar 1,5 milliardir krónur. Spurd, um hetta kann kykna uppaftur stríðið við Trump um
so ómetaliga væl upp á júst teg. Tú vart veruliga ein av teimum megnarmonnum, sum gekk undan við virkisfýsni og sterkum hugsjónum, og fá vóru sum tú. Eg sakni teg so ómetaliga nógv, men tað er ein troyst [...] allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga. Ein sannur vinnulívsmaður av tí rætta slagnum, ið bygdi upp frá grundini og bar stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini [...] Tú vildi endiliga vera uppií og vildi helst vera í parti við øllum, mangan til forargilsi hjá tí, sum tú spældi á liði saman við, tí tú kundi bara ikki lata vera við at hjálpa hinum eisini. Vit høvdu eisini
ógvusliga hending, sum fór fram í Nuussuaq hin 6. juli í ár. Sermitsiaq veit at siga, at eftir eitt harðskapsmál varð ein 27 ára gamal maður fluttur á sjúkrahús. Maðurin doyði stutt eftir av løstum, hann hevði
Festivalurin verður hildin fyri 21. ferð í Klaksvík, og áhugin fyri ársins festivali er sera stórur. Sølan av atgongumerkjum í ár er tann størsta í fleiri ár, og tí er møguleiki fyri, at festivalurin verður útseldur [...] poppbólkurin ItaloBrothers. Sámal & Benjamin og Alias Morera hava konsertir í Tjaldinum Silvaland, sum er fyri børnini, letur upp klokkan 15 við aktivitetum, spølum, nýggjum hoppiborgum, framførslum og
Jarðskjálvtin rakti Chocó-landslutin vestarlaga í landinum tíðliga í morgun lokala tíð. Í Cali, sum er ein av størstu býunum í Kolombia, eru minst 20 bygningar rapaðir saman. Borgarstjórin Alejandro Eder
undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan úr Póllandi á Tórsvølli. Hetta er sjálvandi treytað av, at leiguflogfarið hjá Lech Poznan lendir vesturi í Vágum. Lech Poznan hevur eina 1-0 leiðslu við sær [...] vanliga leiktíð) Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 4,33 og 5,70. Oddsini upp á javnleik - sum sendir pólska liðið víðari í kappingini - liggja millum 4,00 og 4,50. Oddsini upp á útisigur til Lech
Macron, hevur verið ein av fremstu talsmonnunum fyri banninum. Endamálið hevur verið at verja børn og ung móti skaðiligum árinum frá sosialum miðlum. Avgerðin kemur samstundis, sum fleiri lond arbeiða við
fleiri barna- og ungdómssangum, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað. Fyrr í summar eru sangirnir og videoløgini Eg tími ikki í skúla og Gott at vera barn í Føroyum givnir út av sama sanghøvunda. Næstu løgini
Byrætturin í Oslo avgjørdi í dag, at varðhaldsfongslingin av 29 ára gamla Marius Borg Høiby verður longd við fýra vikum. Høiby, sum er sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, hevur síðan miðjan juli