Komandi ár fyllir hann 70, men hann er framvegis íðin telvari, so hvør veit, um hann ikki eisini fær sítt tjúgunda OL um tvey ár. Um ikki yngri føroyskir telvarar tá hava skúgvað av trónuni veteranin, sum nú [...] a. Eg kom væl frá byrjan, og vann stríðið um opnu f-linjuna. Eftir tað var lætt at vinna. Hjá Luitjeni breyt í bæði borð. Báðir vóru óneyvir og skiftust tí um fyrimunin, men eftir 34 leik hjá irakska [...] Hann er eisini við í ár, ikki sum telvari, men liðleiðari hjá Filipsoyggjum. Og so er spurningurin, um John Rødgaard er næstur á hesum lista. Vit fáa tað til, at finski stórmeistarin Heikki Westerinen hevur
Nýggja føroyska sendistovan er nú latin upp, og sendimaðurin, Bjørn Kunoy er byrjaður. Vit eru í sama húsi sum svensku og íslendsku sendistovurnar. Sendistovan er ein nýggjur møguleiki hjá føroyskum borgarum [...] samstarvsavtalu við USA, og sendistovan fer at byggja enn meiri upp tað beinleiðis samstarvið við USA um bæði handil, útbúgving, mentan, vinnu, tøkni, gransking, ferðavinnu og trygdarpolitikk. Føroyar hava [...] amerikanska høvuðsstaðnum. Eins og okkara sendistovur gera í øðrum av heimsins høvuðsstøðum. Vit fegnast um hetta týðandi stig fyri føroysku tjóðina, og ynskja sendifólki og starvsfólki góðan arbeiðshug og blíðan
tilvitað um hvat tey koyra í kroppin hjá sær, og tað hevur týdning. Eru íðkarar í iva, fæst kunning frá Anti doping Føroyum. Ítróttarfólk og feløg eru røsk at venda sær til stovnin, at kunna seg um, hvønn [...] eg havi vant saman við hesum fólkunum, men tí vit hava verið knýtt at sama felag. Man kemur at kenna tey, og tað koma illgitingar um, hvør hevur tikið doping og hví. Les longri samrøðu við Pál Vitalis Joensen
, sum Krás er við at lætta um við sínum føroyska viðskera, feskum og frystum døgurðamati, umframt lidnum og ómakaleysum døgurðarættum. Rúni Mohr, leiðari á Krás, fegnast um nýggja samleikan og sigur, "at [...] Virkið í Hósvík fær nú nýggjan samleika. Navnið á fyritøkuni verður tað sama, men búmerkið, litir, vøruseðlar, myndir og alt marknaðarføringstilfar verður nú latið í nýggjan ham. Hetta er ein partur av [...] fólk varug við, hvussu stóran leiklut okkara vørur spæla í gerandisdegnum hjá túsundtals føroyingum." Um Krás Síðani 1986 hevur Krás lagt seg eftir at veita fyrstafloks viðskera og døgurðamat, ið mettar
øllum salinum. Ein frálíkt avrik hjá Høgna. Likamliga orkan, ið hann hevur sum royndur ítróttarmaður, mundi koma honum væl við í dag. Føroyar (66) - Slovenia (26) ½ - 3½ GM Helgi Dam Ziska (2553) - GM Vladimir [...] í kappingini. Mikudagin setast teir aftur við borðini í stóru leikhøllini, og so verður telvað dag um dag til liðugt er sunnudagin. Í sjeynda umfari mikudagin telva Føroyar móti Suðurkorea. Tað verður
av hýsu er væl yvir miðal og ein tann størsta í tíðarskeiðnum, sum kanningarnar fevna um (1996-2024). Umleið tað sama varð fingið av upsa og longu, sum tey síðstu árini, og tað er nakað undir miðal. Sum
innihalda longu ásetingar um, at tað er møguligt at víðka teir til eisini at umfata Føroyar og Grønland. • Samráðast um egnar avmarkaðar sáttmálar Føroyar kunnu eisini samráðast um tvískattasáttmálar, sum [...] hetta kappingarførið. Hetta er ein óneyðug avbjóðing, ið minkar um møguleikarnar hjá fyritøkunum. Hetta er ein óneyðug avbjóðing, ið minkar um møguleikarnar hjá fyritøkunum. Kanningin er eisini ein liður [...] sum avmarka seg til bert at fevna um ávísar inntøkur. Sum dømi kann nevnast, at Grønland gjørdi í 2008 ein tvískattasáttmála við USA, sum bert fevnir um inntøkuskatt frá altjóða ferðslu.
tó ikki, hvussu nógv flogfør og nær tey verða latin til Ukraina "av atliti til operativu trygdini ". Um miðjan august boðaði verjumálaráðið frá, at fyrsta avhendingin av donskum jagaraflogførum var latin [...] forsetin fyri fyrstu sendingini av stríðsflogførum. ##med2## Harumframt kundi Troels Lund Poulsen tosa um ein "fyrsta hornastein". 18 Bohdana-artilleristykki, sum Danmark hevur goldið fyri, men sum ukrainska [...] sera skjótt, at tað kundi lata seg gera, sigur Troels Lund Poulsen. - Tað vísir, at alt hugskotið um at byggja ukrainsku verjuvinnuna er gott, tí vit fáa nógv størri ferð í teimum lutum, sum verða framleiddir
arbeiða við, tí vit mugu tryggja øllum børnum og ungum í Tórshavnar kommmunu sama møguleika at vera virkin og at vera við - sama hvør fíggarstøðan hjá foreldrunum er. Elin Heðinsdóttir Joensen Valevni fyri [...] sjálvandi eiga vit at hjálpa foreldrunum fíggjarliga við einum frítíðarkorti, so vit tryggja øllum sama møguleika. Tað er væl og virðiliga prógvað, at tá børn eru virkin í sunnum og væl skipaðum felagsskapum [...] skeivum og skaðiligum leiðum - eitt nú við rúsevnum og kriminaliteti. Tað er eisini prógvað, at tað økir um sálarheilsuna at vera virkin saman við øðrum. Hartil koma kropsligu, kognitivu og sosialu fyrimunirnir
skeivir, sama um lítið er eftir av fólki á borðinum. Tað endaði við, at Rógvi hevði frúgv móti frúgv og riddara og fekk ævigt skák. Luitjen endaði umvegis aðra raðfylgju í einari støðu, sum minnir um eitt [...] óvist er, um komandi er ígjøgnum verjugarðin. Svartur fær tó ofta varandi veikleikar í støðuni, sum hvítur kann gagnnýta í endatalvinum. Møguleikarnir hjá svørtum (í hesum føri Luitjeni) valdast um hann nær [...] tjóðskap og gav seg undir rumenska landsliðið. Høgni varð tikin á bóli tíðliga í talvinum, og syftur um koll í eini knappari vending. Á triðja borði er royndasti telvarin á rumenska landsliðnum. Lupulescu