Ukraina fær fleiri donsk F-16 stríðsflogfør fyri árslok.
Tað sigur Troels Lund Poulsen (V) verjumálaráðharri, sum seinastu dagarnar hevur verið á vitjan í Ukraina.
- Danmark fer at lata fleiri F-16 flogfør í seinnu helvt av 2024, sigur hann.
Hann sigur tó ikki, hvussu nógv flogfør og nær tey verða latin til Ukraina "av atliti til operativu trygdini ".
Um miðjan august boðaði verjumálaráðið frá, at fyrsta avhendingin av donskum jagaraflogførum var latin Ukraina.
Ráðið segði ikki, hvussu nógv flogfør vórðu avhendað í fyrstu sendingini. Men fyrr var fráboðanin, at seks stríðsflogfør skuldu avhendast í fyrstu atløgu.
Danmark hevur bundið seg til at lata Ukraina tilsamans 19 F-16 flogfør.
Troels Lund Poulsen hevur millum annað hitt forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, á vitjanini í Ukraina.
Her "kviteraði" forsetin fyri fyrstu sendingini av stríðsflogførum.
##med2##
Harumframt kundi Troels Lund Poulsen tosa um ein "fyrsta hornastein".
18 Bohdana-artilleristykki, sum Danmark hevur goldið fyri, men sum ukrainska verjuídnaðurin hevur framleitt, eru nú latin ukrainska herinum.
Tað eru gingnir eitt sindur yvir tveir mánaðir síðani avgerðin varð tikin til artilleristykkini nú eru hjá ukrainskum hermonnum.
- Tað er sera, sera skjótt, at tað kundi lata seg gera, sigur Troels Lund Poulsen.
- Tað vísir, at alt hugskotið um at byggja ukrainsku verjuvinnuna er gott, tí vit fáa nógv størri ferð í teimum lutum, sum verða framleiddir.
Danmark er fyrsti sameindi hjá Ukraina, sum hevur valt at gera íløgur beinleiðis í ukrainsku verjuvinnuna, og hetta skal slóða fyri, at fleiri lond gera tað sama.
Tað er politiskt avgjørt, at 1,3 milliardir krónur úr Ukrainagrunninum skulu veitast frá danskari síðu inn í ukrainsku verjuvinnuna.
Harumframt hevur ES givið Danmark ábyrgdina av at útgjalda nærum tríggjar milliardir krónur av frystum russiskum ognum, sum eisini skulu leggjast í at byggja upp verjuídnaðin í Ukraina.
/Ritzau/