dystin 31-29. Marita var noterað fyri tvey mál og somuleiðis tvey upplegg til mál. Nykøbing-Falster hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
lækka kostnaðin á grundstykkjum, og hetta vísti seg at verða ein røtt avgerð, tí higartil í 2026 hevur Sunda kommuna selt 25 grundstykkir. Fríggjadagin í farnu viku reisti Sp/f Bogi Hermansen fimm raðhús [...] bústaðarmøguleikum í Sunda kommunu. Síðan kommunurnar í Sundalagnum blivu til eina kommunu í 2005, hevur samanlagda Sunda kommuna havt støðugan fólkavøkstur at kalla øll árini. - Árini aftaná Eysturoyartunnilin [...] í persónsskatti. Tað vil siga gott 5 mió. meira enn væntað. At kommunan selur nógv grundstykkir, hevur stóra tilflyting og hægri skattainntøkur setur eisini krøv til politisku raðfestingarnar komandi tíðina
yvirlivaranum, Georg Demidov (1908-1987), sum sat fangi í Sibir í fjúrtan ár. Sergei Loznitsa (f.1964) hevur skrivað handrit og leikstjórnað í eini altjóð framleiðslu á ukrainskum, russiskum og enskum í Lettlandi [...] av ukrainskari og hvítarussiskari ætt, men føddur og útbúgvin í gamla Sovjet, vaks upp í Kiev og hevur gjørt 21 heimildarfilmar og fýra spælifilmar. Tá hann í 2010 vísti fyrsta spælifilmin í kapping í
útnorðri. Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna virksemisári hevur verið „Framtíðarvánir hjá børnum og ungum í útnorðri“. Evnið fekk drúgva umrøðu á ársfundinum, har [...] týðandi partur av umrøðuni snúði seg um avbjóðingarnar, sum nýtsla av snildfon hjá børnum og ungum hevur við sær. Royndir við at banna snildfonum, eitt nú í skúlum, hava víst góð úrslit fyri sálarligu og [...] sosialu heilsuna hjá børnum. Ráðslimirnir vóru samdir um, at vælferðin hjá børnum og ungum í útnorðri hevur so stóran týdning, at londini eiga at bera skjótt at. Snyrilsmálið í Grønlandi Sonevnda snyrilsmálið
Ferðafólk, sum flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn við SAS, kunnu nú fáa skjótt internet umborð. SAS hevur sett fylgisveinanetið Starlink í øll tey 81 Airbus A320neo-flogførini hjá felagnum. Tað eru flogførini [...] úr Keypmannahavn til Vágar mikudagin varð til dømis flogin við einum Airbus A320neo. Sama flogtýpa hevur verið nýtt á rutuni seinastu dagarnar. Sambært SAS fáa limir í EuroBonus ókeypis atgongd til netið
skúla. Hetta hevur viðført stóra útskifting av leiðslum í smáu skúlunum, sum ikki er skilagóð. Umstøðurnar at leiða lítlan skúla eru eisini avmarkaðar, tí skúlastjóri í lítlum skúla hevur rættiliga nógva [...] Betri námsfrøðiligar møguleikar fyri børnini Borið saman við ein skúla við 10 til 40 næmingar, so hevur ein størri skúli við fleiri næmingum betri førleikar fyri at røkja sínar skyldur sum lærustovnur, [...] skúlin aftur, so doyr bygdin. Tað er snøgt sakt ikki rætt og ikki eitt fullgott argument. Eingin skúli hevur í longri tíð verið í Rituvík ella Lamba, og handil er heldur ikki. Men bygdirnar er livandi. At tað
Seinastu árini hevur Tórshavnar kommuna ongan fastan sertannlækna havt til tannrætting, og uppgávan hevur verið røkt av sertannlækna úr Danmark. Fyrr í ár samtykti býráðið at lýsa starvið leyst, og Rakul
Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um rúmdarvirksemi í Føroyum. Hann vil hava greiðu á, hvørjar [...] um føroyska lógargrundarlagið stuðlar undir slíkari vinnu ella setur forðingar. Jacob Vestergaard hevur tvær vikur at svara teimum fimm spurningunum frá tingmanninum.
Í summar søktu vit eftir nýggjum verkætlanarleiðara, og áhugin hevur verið ovurhonds stórur. Vit hava fingið 195 umsóknir úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi . Tað er fantastiskt
Árnafjarðar kirkja hevur fingið játtað nýggja hitaskipan og at bjálva gólvið. Frá 1. septembur 2026 fer hetta arbeiðið í gongd. Arbeiðið tekur góðar 2 mánaðir, so væntandi verður farið aftur í kirkju 1 [...] 1 sunnudag í advent í Árnafjarðar kirkju. Kirkjuráðið hevur avgjørt, at meðan arbeiðið verður gjørt, verður víst til Christianskirkjuna ella aðrar kirkjur sunnumorgnar. Hetta skrivar Kirkjuráðið í Árnafjarðar