sum tá ið liðini í øðrum umfari, sum var 13. mars, spældu á sama vølli. Tá ið liðini hittust í Gundadali 4. juli í 16. umfari, sum var tað síðsta undan summarsteðginum, vann Víkingur 2-0. Í fyrra hálvleiki [...] kvøld var vongverji í høgru, og Hannes Agnarsson var vongverji í vinstru. William Rygaard var í góðari støðu við handara stólpa, men við høvdinum stýrdi hann bóltin framvið handara stólpa. Í kvøld var Aron [...] leikbannaður, og tað sást aftur í tyngdini og broddinum í álopsspælinum, sum ikki var, sum tað plagar at vera, tá ið Aron Benjaminsen bjóðar av. Víkingarnir royndu seg við uppspæli í borðunum við tí ætlan, at
U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal fekk aftur í dag 90 minuttir á vøllinum fyri Västerås SK í bestu svensku fótbóltsdeildini. Västerås leikti á heimavølli javnleik 0-0 móti Kalmar FF. Útiliðið hevði [...] eitt stórt vónbrot fyri høvuðsvenjaran, Alexander Rubin, ið hevði væntað sær meira av sínum monnum. Västerås er nummar átta í deildini við 26 stigum. Men teir hava bert fimm stig upp til BK Häcken, ið er á [...] ngina aftaná lokið kappingarár. Komandi leygardag klokkan 14 møtir Västerås júst Häcken á útivølli í Göteborg.
framstig í fleiri ítróttagreinum. Hondbóltslandsliðini hava kappast í endaumførum á hægsta evropeiska og altjóða stigi, og í 2025 vann U21-landsliðið hjá monnum bronsu í heimsmeistarakappingini. Í fótbólti [...] fótbólti gjørdist KÍ í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsliðið, sum rakk bólkaspælinum í einari evropeiskari kapping. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið sær stór altjóða úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum [...] eins og Føroyar eisini vunnu oyggjaleikirnar í 2025. Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur latið Idrættens Analyseinstitut (IDAN) gera eina umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti, og niðurstøðan er,
Stuttleikir vóru 22. august á Tórsbreyt, sum Hvirlan, felag fyri frælsan ítrótt í Tórshavn, skipaði fyri. Ein rúgva av børnum royndu seg innan frælsagreinarnar bóltkast, renning og longdarlop, og tey vóru [...] sera røsk og stuttleikaðu sær óført. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu. Hann segði millum annað soleiðis í røðu síni: Tí góðir ítróttavanar byrja ofta tíðliga. Men fyri børn eigur
vildi sjálv ikki geva innlit í hvussu álvarslig støðan var, men segði sjálv soleiðis stutt innan deyða sín: -Eg stríðist við heilsutrupulleikar, sum eg ikki havi tikið mær av, meðan eg passaði Carl. Dolly [...] Dolly giftist Carl Thomas Dean í 1966, og hann andaðist 21. august í 2025. Dolly Parton gjørdist 80 ára gomul.
tiltøk. Tey eru fyriskiparar av Tonik ráðstevnuni, sum fekk heiðurin sum Ársins Ambassadørátak á Ambassadørdegnum í 2025. Undir leiðslu av teimum báðum og evninum Størri & djarvari í verki arbeiddu luttakararnir [...] Dagurin varð hildin á Panorama í Havn, har Heðin Mortensen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, setti dagin. Síðani tók Visit Faroe Islands samanum árið, har Føroyar veruliga hava flutt mørkini [...] sambond, vitan og virksemi í Føroyum. Dagurin endaði við døgurða á matstovuni Tubbak, har tríggir heiðrar vórðu handaðir: Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og Serligur heiður. Í dómsnevndini handan
Týska meistarakappingin í sokallaðum Fingerhakeln varð hildin í Pflugdorf í Bayern í dag. Fingerhakeln er ein gamal siðbundin ítróttur í Bayern og Eysturríki. Tveir menn sita hvør sínu megin eitt borð [...] borðið. Kappingin í Pflugdorf er partur av einari gamlari alpusiðvenju, sum framvegis verður hildin á lívi í Suðurtýsklandi. Á ársins týsku meistarakapping vóru luttakararnir býttir í ymiskar aldurs- og [...] borð og krøkja longutong í eina lítla leðurlykkju. Síðani ræður um at toga mótstøðumannin yvir um borðið. Dystirnir kunnu vera sera stuttir, men trýstið á fingur og hond er stórt. Hjálparfólk standa aftanfyri
Fyrsti partur av dramatisku frásøgnini stendur í Siðsøguni hjá Óla Jacobsen í Sosialinum hesaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar lesa blaðið á sos.fo við at logga á við [...] stríddust í fleiri tímar móti vindi, kulda og høgari aldu. Tá teir vóru um at missa allar kreftir, batnaði veðrið, og teir sóu lendingina í Herdisarvík. Tað eydnaðist øllum at koma livandi í land. Fyrsti [...] Vanlukkan hendi við íslendsku strondina 9. apríl í 1932. Umborð vóru 20 mans, teirra millum tveir ungir dreingir, sum vóru fyrsta túrin til skips. Menninir fóru í ein bjargingarbát og eina lítla jollu. Teir
Aftaná trý umfør í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini hava Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried framvegis fyrsta sigurin til góðar. Í kvøld gjørdist talan um stórtap 1-4 fyri LASK á útivølli. Niama [...] Sissoko legði Ried á odda í áttanda minutti, men bert 19 minuttir seinni hevði heimaliðið skotið trý mál, og var á odda 3-1. Í seinna hálvleiki økti heimaliðið til 4-1. Fyri avrikið í kvøld fær Samuel karakterin: [...] karakterin: 6,3 frá Soccerstand, og frá Sofascore karakterin: 6,1 (av 10 møguligum). SV Ried er triðaftast í deildini við einum stigi. Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 hevur SV Ried dyst á heimavølli móti
fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Í miðbýnum í Havn var lagið eina løtu í nátt heldur keðiligt, og løgreglan metti tað vera neyðugt at vera sjónlig og sissa fólk, áðrenn støðan menti seg. Tað eydnaðist [...] atferð, sum órógvaði bæði í forhøllini og uttanfyri. Løgreglan kom á staðið, og maðurin varð skuldsettur. Vaktleiðarin á politstøðini greiðir frá, at harumframt varð ein bilførari í Suðurstreymoy tikin fyri [...] stórvegis uppíblanding, sigur vaktleiðarin. Annars sigur løgreglan, at stóru tiltøkini í gjár, millum annað Sjómannadagurin í Klaksvík og Urðardansur, gingu væl, og einki serligt er at frætta frá teimum tiltøkunum