um í Sýria. Atef Najib, sum var hernaðarleiðari í Assad-stjórnini, varð dømdur fyri brutala atferð móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið. Tað var í desember, at Bashar al-Assad [...] sama dóm. Hetta hendi við ein sýriskan dómstól í dag, og sagt verður, at systkinbarnið, Atef Najib, var fysiskt til staðar, tá dómurin fall. - Báðir Assad-brøðurni vórðu funnir sekir í krígsbrotsverkum og
uttan fyri festivaløkið við Biskupstøð, nærhendis Betri. Tá patruljan kom á staðið, var tó friðarligt, og eingin orsøk var til víðari átøk. Løgreglan hevði harumframt eitt soloferðsluóhapp á Hellunum í O [...] klokkan 2.30, fekk løgreglan fráboðan um herverk í einum virkisbygningi í Klaksvík. Ein stórur rútur var knústur. Sambært fráboðanini sást ein maður renna av staðnum, men ikki bar til at eyðmerkja viðkomandi
Geza David Turi var á vøllinum í 92 minuttir í fyrsta kappingardystinum hjá Grimsby Town í hesum kappingarárinum. Á heimavølli tapti Grimsby 1-3 fyri gamla liðnum hjá Stanley Matthews, Blackpool City, [...] ið spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildinin. Talan var um dyst í fyrsta umfarinum í Carabao Cup steypakappingini. Blackpool legði seg á odda longu í triðja minutti, og teir øktu til 2-0 í 58. minutti [...] fleiri royndir innanfyri málrammurnar enn Blackpool, men liðið sum spælir eina deild hægri enn Grimsby var effektivari. Geza fekk besta karakterin frá Soccerstand av øllum leikarunum hjá Grimsby. Har fekk hann
garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri skjótt 50 árum síðani. Var eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum 15 oktober 2017, har tað var stórt og gevandi at hoyra hesar jazz- og fusións veteranarnar leggja [...] Tá eg sá uppslagið um konsertina, var eg ikki seinur at bíleggja okkum báðum hvør sítt atgongumerki. Eg visti, at hetta koma at borga fyri góðum, tí hetta eru tónleikarar á sera høgum støði, og so eri [...] frálíkir tónleikarar, ið sanniliga hava evnini at tulka so nakað so stórt, ið Mezzoforte veruliga er. Tað var tískil ein forloysing, tá hesi løgdu frá landi og diskaðu upp við einum lagi fyri og øðrum eftir, sum
bilførarin hevði verið óansin í ferðsluni. Viðkomandi fær tí klipp í koyrikortið. Um hálvgum níggju tíðina var aftur eitt minni ferðsluóhapp, hesaferð við krossin við Glasir í Havn. Tveir bilar komu ov nær hvørjum [...] Partarnir høvdu tosað saman á staðnum, men tað bar ikki til hjá løgregluni at staðfesta, hvør teirra var komin ov langt yvir í hina koyribreytina.
Regnið hevði sett sín dám á festivalin, men meðan Rasmus Seebach stóð á pallinum á Vágsbø, var turt. – Klokken var lidt i fem... Soleiðis byrjaði Rasmus Seebach konsertina á Vágsbøi, og longu frá fyrstu løtu [...] Føroya hevði Rasmus Seebach tríggjar stórar trailarar við útgerð og 30 fólk. Hann segði, at hetta var fimtu ferð, hann vitjaði í Føroyum, og at hann kennir seg heima her. Tað merktist eisini á sambandinum [...] áskoðararnar. Fleiri ferðir steðgaði hann á og tosaði beinleiðis og persónliga við fjøldina. Konsertin var kortini meira enn bara hitt eftir hitt. Seebach tosaði eisini opið um einsemi, lívið og tey, vit hava
vuna og bað hana síggja burtur frá teimum fyrru boðunum. Orsøkin var, at Vinnumálaráðið eftir nærri viðgerð metti, at heimild ikki var at geva slík boð. [...] lóglig og saklig, hvørjar sakligar grundgevingar vóru fyri teimum, um freistin upp á hálvan annan tíma var rímilig, og hvar málið liggur í dag. Í viðmerkingunum verður eisini víst á, at Búnaðarstovan ikki fylgdi
tvær deildir á muni millum heimaliðið, FC Fredericia og Vendsyssel FF. Fredericia var í superliguni og Vendsyssel var í triðbestu deildini. Dysturin á Monjasa leikvøllinum í Fredericia endaði við javnleiki [...] karakerin: 7,9, og frá Soccerstand fær Ari karakterin: 7,4 (av 10 møguligum). Tá eitt stórt korter var eftir av dystinum kom Árni Nóa Atlason á vøllin fyri Vendsyssel FF. Uppflytararnir, Vendsyssel FF hava
ergonomiska tyngdin var í teirra arbeiði, tess meira pínu høvdu luttakararnir. Serliga vóru at lyfta/bera og skumpa/hála knýtt at lendapínu, meðan arbeiði við boygdum ella snaraðum ryggi var knýtt at pínu í [...] í nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og skrivstovustørvum [...] ergonomic exposures and musculoskeletal pain among the Faroese workforce og kann lesast her Verkætlanin var framd í samstarvi millum Heilsugranskingareindina (áður Deildina fyri arbeiðs- og Almannaheilsu),
Hendingin fór fram 4. august, tá eitt flogfar hjá Air India var á veg úr Phuket í Tailandi til Delhi í India við 137 ferðafólkum umborð. Flogfarið misti brádliga umleið 300 føtur – góðar 90 metrar – í [...] Sambært The Times of India varð hann kannaður fyri psykoaktiv evni eftir lendingina, og úrslitið var „ikki-negativt“. Air India tók síðani báðar flogskipararnar úr tænastu, meðan málið verður kannað. [...] of India, sigur við New Indian Express, at hendingin fór fram umleið klokkan 22.30, tá flogfarið var yvir Jharsuguda í indiska statinum Odisha. Tá hydraulikkskipanirnar sviku, gav flogskiparin sambært