stórar partar av ES-lóggávuni í gildi, men hevur ikki atkvøðurætt í stovnunum hjá samveldinum. Núverandi samgonga varð skipað eftir altingsvalið í 2024. Hon hevði sett sær fyri at lata fólkið avgera, um [...] fólkaatkvøða í Íslandi um framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan er sostatt ikki um eina fó [...] stjórnin heimild til at samráðast við ES um treytirnar fyri einum møguligum limaskapi. Ein endalig avtala skal seinni leggjast fyri íslendska fólkið í einari nýggjari fólkaatkvøðu. Sera javnt millum ja og
vegamót, har tey kenna seg ótrygg. Tølini standa í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu fyri árini 2025–2029. Sambært ætlanini eru eingir sokallaðir svartir blettir [...] ætlanini skulu tiltøkini fremjast í raðfylgju og so hvørt, sum fígging verður tøk á fíggjarætlanini. Raðfestingin skal endurskoðast á hvørjum ári. Tað er tó ikki greitt í skjalinum, hvørji tiltøk verða framd [...] Tvørgøtu, har sýnið er avmarkað. Í Soylu kann somuleiðis gerast einvegis, meðan vegurin Í Koytu annaðhvørt kann gerast blindur ella einvegis. Einvegisloysnirnar verða í flestu førum mettar at kosta millum
meðan brekið nærum ikki sæst hjá øðrum – men tó kann tað vera darvandi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Dagbjartsdóttir, ið sigur felagið arbeiða við einum størri CP-degi, ið skal vera í mai næsta ár. – [...] Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar. Liðini, ið møtast í dystunum um Lionsbikarið, eru tey, ið stóðu seg best í undanfarnakappingarárið hjá kvinnum [...] umboðað í báðum dystunum, og VÍF og H71 spæla hvør sín dyst. Hjá kvinnunum verður dysturin nú sunnudagin klokkan 16 millum Kyndil og VÍF. Kyndilskvinnur vunnu greipuna, tí bæði í SMS-kappingini og í Faxe
ber í sær, at ikki fullriknir útróðrarbátar í bólki 5 B fáa 750 felags fiskidagar afturat teimum, sum longu eru tillutaðir í ár. Fiskidagarnir hjá bólkinum vóru uppi í august. Sambært meirilutanum í Vi [...] uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri fiskiárið 2026. 22 tingfólk atkvøddu fyri uppskotinum, eingin atkvøddi blankt, og sjey atkvøddu [...] miðalavreiðingin higartil í ár verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Teir 750 eyka dagarnir kunnu tí geva eina veiðu á umleið 330 tons. Uppskotið hevur fingið nógvar atfinningar í hoyringini. Millum annað
tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan, sum ger hann føran fyri at geva børnunum bestu fortreytirnar fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin [...] vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist, at Javni hevur latið [...] annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til amboð og útgerð hjá Skúlanum
um samdøgrið, alt eftir mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan [...] Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum eru [...] Nærumóhappini eru frágreiðingar frá fólki á staðnum og ikki løgregluskrásett óhapp. Eingi samanberilig tøl Tíggju ferðsluteljingar og ferðmátingar vórðu gjørdar í oktober 2024. Tær vísa bæði ferðslunøgd og ferð
fingið innlit í, kann Meta koma at rinda upp í 16,7 milliardir dollarar. Tað svarar til umleið 107 milliardir danskar krónur. Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn hon kann koma í gildi. Kalifornia [...] sum er fólkaríkasti staturin í USA, fær sambært Reuters 2,2 milliardir dollarar. Ákært fyri at gera børn bundin at pallunum Í málinum hava 29 amerikanskir statir ákært Meta fyri tilvitað at hava ment Facebook [...] er eisini ákært fyri at savna inn persónsupplýsingar um børnini. Meta noktar seg sekan og viðgongur heldur ikki í semjuni at hava gjørt nakað skeivt. Um rætturin góðkennir semjuna, skal felagið kortini
er ætlanin at stilla inntøkumørkini í skattastiganum, so tey fylgja lønargongdini. Sambært Vinnuhúsinum er hetta bæði gott og neyðugt, um skattaprosentið ikki skal hækka sjálvvirkandi, tá lønirnar hækka [...] marknaðum. Føroyar eru eftirbátur í mun til kappingarneytarnar, og tí verður raðfestingin mett at vera røtt. Felagið undrast tó á, at løgmaður ikki nevndi møguleikan fyri føroyskum EFTA-limaskapi, hóast [...] málsviðgerð í sambandi við matrikulering og størri frælsi hjá kommununum at áseta prísin á grundstykkjum. Vinnuhúsið eftirlýsir kortini eina meiri miðvísa ætlan fyri at økja bústaðarútboðið í samstarvi við
Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Øll, sum ikki hava rokkið fólkapensjónsaldri [...] eftirlønarveitara við heimstaði í Føroyum. Spyr um íløgur og gjøgnumskygni Helgi Abrahamsen spyr, um reglur eru fyri, hvørjar íløgur pensjónsfeløgini kunnu seta pengarnar í. Hann vil eisini vita, um krøv [...] fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á fjølmiðlaumrøðu í juni um, at LÍV-samtakið skuldi hava mist 174 milliónir krónur við einari íløgu í eitt felag, sum ikki megnaði at vinna pening. Sambært somu umrøðu varð
hevur sagt nei. Meira kann ikki gerast. Men tørvurin hvørvur ikki við einum nei. Og eitt nei merkir ikki altíð: „Eg havi ikki tørv á hjálp.“ Tað kann eisini merkja: „Eg stóli ikki upp á teg.“ „Eg eri bangin [...] bangin.“ „Eg orki ikki.“ „Eg eri ikki klár enn.“ Fyri eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og hevur lítið álit á øðrum, kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga [...] ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða at standa í. Og tá eg sjálv kann kenna meg so einsamalla í hesum