Olaf var stillførur maður. Hann var kendur fyri sítt róliga og sáttliga lyndi og hevði ikki fyri neyðini at brúka stór orð ella gera nógvan háva um seg. Men aftan fyri stillføra huglagið og atburðin var [...] Jakku, eigur fleiri av kendu sangunum í Sangbók Guds Fólks. Korini vóru trong, og familjan flutti ikki inn í egin hús fyrr enn í 1948. Tá var Olaf 12 ára gamal. Trongu korini settu síni spor í Olaf bæði [...] stjóra á nýstovnaða felagnum Beta. Tað var við til at menna ein týðandi part av føroysku fiskivinnuni, ikki minst (par)troling eftir upsa. Serliga gjørdist Olaf tætt knýttur at Beta og kubatrolarunum, sum hava
er ikki rímiligt, at grannar skulu loysa trupulleikar, vit kundu sloppið heilt undan, um reglur vóru á økinum, so øll vistu, hvat tey kundu gera, og hvat tey kundu loyva sær og ikki. Vit kunnu ikki liva [...] so trø ikki skuldu kunna vaksa seg óavmarkað stór – ikki minst, tá ið talan er um trygd og sólargang, ið átti at verið ein sjálvsagdur rættur hjá øllum. Býráðsumsitingin vísti á, at kommunan ikki hevði [...] fyri grannalagið. Heldur ikki er nakað eftirlit við hesum, so fólk, ið fáa trupulleikar av ótálmaðum trævøkstri hjá grannanum, fáa als onga hjálp frá kommununi. Tað er jú ikki stuttligt, tá ið høg og breið
tí ein sera stórur partur av evropeiska tónleikaídnaðinum er savnaður á einum stað. Lea hevur sín heilt egna, serstaka tónleikastíl, sum fólkini handan festivalin sjálvi halda hevur stórar møguleikar eisini [...] showcase-festivalum sum Reeperbahn er, at ein konsert kann skapa sera nógv nýggj sambond. Málið er ikki bara sjálv konsertin í Hamborg, men at hon skal kunna lata dyr upp til aðrar festivalar, til nýggjar
bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Løgreglan skrivaði eisini mál, tí eitt barn ikki sat íbundið í bilinum. Tað gevur klipp í koyrikortið. Harumframt vórðu tveir bilførarar tiknir fyri
vita, hvørji rættindi viðkomandi hevur, og um gjald skal latast fyri hjálpina. – Tað tykist ikki vera heilt greitt, hvussu gjald fyri læknahjálp til útlendingar verður handfarið í læknavaktini, skrivar [...] Tað er ikki nóg greitt, hvussu gjøld fyri læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu [...] veita útlendingum læknahjálp í læknavaktini, og hvør ber útreiðsluna í teimum førum, tá viðkomandi ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp. At enda spyr hann landsstýriskvinnuna, um hon heldur, at verandi
tónleikurin so ikki eisini vera partur av kjakinum? Tað kostar eisini at gera einki Sjálvandi kann landskassin ikki bara avtaka MVG av øllum. Tað er eitt rímiligt mótargument. Men tað er heldur ikki tað, sum [...] tónleikur til ein veitslu. Tá ivast vit ikki í virðinum á føroyskum tónleiki. Tað er felagsskapur. Identitetur. Minnir. Kenslur. Men tá ljósini pallinum sløkna, er tað ein heilt onnur søga aftanfyri kulissurnar [...] er tað upplagt at spyrja: Hví ikki eisini hyggja at MVG á konsertatgongumerkjum? Astrið Breckmann hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, hví føroysk mánaðarbløð ikki sleppa undan MVG eins og tíðindabløð
Sovjetsamveldinum í 1937, har ein ungur og nýliga tilnevndur ákæri sær eitt bræv, sum av onkrari orsøk ikki er brent, hóast fangin, ið skrivar, avdúkar kurruptión, svik og mutur í loyniløgregluni NKVD. Leitanini [...] stjørnaðum ummæli. Filmurin byggir á søgu hjá Gulag yvirlivaranum, Georg Demidov (1908-1987), sum sat fangi í Sibir í fjúrtan ár. Sergei Loznitsa (f.1964) hevur skrivað handrit og leikstjórnað í eini altjóð [...] Kalashnikov." Loznitsa tók seg úr evropeiska filmakademinum, EFA, tá tey eftir russisku innrásina í 2022 ikki vildu kalla atsóknina kríggj - to call a war a war, to condemn barbarity and voice your protest, sum
aftur, so doyr bygdin. Tað er snøgt sakt ikki rætt og ikki eitt fullgott argument. Eingin skúli hevur í longri tíð verið í Rituvík ella Lamba, og handil er heldur ikki. Men bygdirnar er livandi. At tað er [...] niðurlagdur og handilin stongdur, doyr bygdin, hoyra vit ofta. Men tað er ikki rætt, og dømini um tað eru fleiri. Vit eiga ikki at hava sjálvstøðugar skúlar við færri enn umleið 100 næmingum av fleiri orsøkum [...] munurin millum lítla skúlan og stóra skúlan er ikki smávegis í stødd, næmingatali og í øðrum lutum. At fara frá eitt nú 7 børnum í tínum árgangi til 70 er ikki smávegis lop. Royndirnar hjá Undirvísingarstýrinum
Hans helt fram at vera virkin í Javnaðarflokkinum so leingi, sum heilsan loyvdi tí. Hann sat í floksleiðsluni heilt til í fjør. Tá fór heilsan at bila so mikið, at sonurin Heðin tók við sessinum eftir hann [...] og var næstvaldur á listanum. Miðvágur og Vágarnar lógu honum nær. Hann var lærari og skúlastjóri, sat í bygdarráðnum í Miðvági og var eitt skifti bygdarráðsformaður. Hann var eisini formaður í Føroya [...] skrivari í fyrstu nevndini. Nú Hans er farin, minnast vit ein mann, sum gjørdist javnaðarmaður sum heilt ungur og helt fast við hugsjónina alt lívið. Ein mann, sum í meira enn hálva øld tók lut í arbeiðinum
samanhangandi dagar við valdið í Italia. Harvið fór hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar. Metið er serliga merkisvert í einum landi, sum er kent fyri politiskan óstøðugleika [...] 651 skrásettar komur, meðan talið í 2025 var 66.316. Men hóast nýggja metið er politiska framtíðin ikki uttan óvissu. Greinarar hava víst á, at avmarkað framgongd hevur verið við grundleggjandi bygnaða [...] italski forsætisráðharrin, ið samanlagt hevur sitið longst. Hann var stjórnarleiðari í fýra umførum og sat tilsamans í umleið níggju ár. Tær longst sitandi stjórnirnar síðan 1943 Meloni er nú fremst við 1.413