Festivalinum í ár, og í kvøld hevur hann konsert á Vágsbø. Í gjár komu Seebach og hansara fylgi til Føroya. Tey vildu fegin uppliva eitt sindur av Føroyum áðrenn sjálva konsertina, og tað hava tey gjørt. Í morgun [...] morgun hevur Rasmus Seebach hitað upp til konsertina í kvøld við gongutúri í føroysku náttúruni. Tað kendist frískligt, og lagið var sera gott. Rasmus Seebach er ein av størstu poppstjørnum á okkara leiðum [...] hjá honum á Vágsbø í kvøld. Rasmus Seebach hevur tikið fleiri treylarar við útgerð við til Føroyar fyri at seta tað stóra showið upp á Summar Festivalinum. Rasmus Seebach spælir í kvøld klokkan 22.
Tíðindaskriv: Í kvøld, 4. september kl. 21.00, fáa vit vitjan av einum av royndastu fólkatónleikabólkunum í Føroyum, tá Spælimenninir fara á pall í Listastovuni. Spælimenninir hava spælt kring landið síðan [...] øld av tónleiki og samanspæli við sær. Síðan 1977 hava teir eisini ferðast nógv uttanlands – serliga í Evropa og USA – og eru helst millum teir føroysku bólkarnar, sum spældu mest uttanlands áðrenn aldarskiftið [...] Erling Olsen – violin Kristian Blak – klaver Charlie Pilzer – bass Fríggjakvøldið 4. september kl. 21.00 í Listastovuni.
Vegabyggingin komin í hæddina — nú viðlíkahald Soleiðis var yvirskrift í Sosialinum 28. oktober í 1976, har skrivað varð um tunnilin, sum lat upp fyri ferðslu 24. august í 1976. Nú verður tunnilin kallaður [...] Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, støðuna í vegabyggingini í Føroyum. Hann var fyrsti røðari undir einum hátíðarhaldi við eystara bergholsmunnan, tá bergholið í Eysturoynni varð latið upp fyri almennari [...] landsins fólki hevur fingið vegasamband hvørt við annað, eru vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdningarmiklar broytingar. Soleiðis
milliónir krónur minni í 2024 í mun til undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin [...] nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða [...] vørum og tænastum Nýskapan av arbeiðsgongdum er vanligari enn vøru- og tænastunýskapan bæði her í Føroyum og í øðrum londum. Nýskapan av arbeiðsgongdum er ein nýggj ella betra tilgongd til eitthvørt virkisøki
eisini vørur á bústaði hansara. Maðurin hevur verið í Føroyum í nakrar mánaðir í arbeiðsørindum. Hann varð førdur fyri rættin í gjár og varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri. Sambært [...] Maðurin er undir illgruna fyri at hava stolið úr trimum handlum í Havn og í Eysturoynni. Millum stolnu vørurnar eru elektronikkur og klæðir, men løgreglan hevur enn ikki gjørt endaliga upp, hvussu stórt
Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á [...] integratión. Landsstýrið væntar at leggja fram lógaruppskot um økið í komandi tingsetu. Løgtingið viðgjørdi í gjár – og viðger aftur í dag ólavsøkurøðu løgmans. [...] á málkunnleika, arbeiðstilknýti og luttøku í føroyska samfelagnum. Landsstýrið vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum
umborð. Í Klaksvíkar kommunu takka tey manningini á Logos Hope og OM Føroyum fyri eitt gott og hugnaligt tiltak. - Tað var ein hugnalig løta seinnapartin í gjár, tá almenn móttøka var fyri Logos Hope í Klaksvík [...] Beinir Johannesen, bar fram eina heilsan, og tað gjørdi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, eisini. Klokkan 17.30 í gjár varð skipið opið fyri vitjandi, sum vildu síggja og uppliva skipið [...] Klaksvík, siga tey í Klaksvíkar kommunu.
kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum
á Facebook í bólkinum Mammur í Føroyum. Tað er ein mamma, sum skrivaði soleiðis: Hey tit allar Hetta er bert ein ávaring til allar mammur. Dótturin og ein vinkona stóðu i bussstopsstaðnum í Hoyv ík, tá [...] føroyskum uppruna og hevði en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað. Vaktleiðarin á politistøðini í morgun sigur, at tey nú hava kannað málið. Hóast fleiri hava meldað slíkan tilburð, so er talan um ein
Tummasi Lykkje Kannuberg í august. Fyrst varð Ida sett sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og bert tvær vikur seinni varð Tummas skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara [...] fyrstu hjúnini, ið bæði virka sum prestar í føroysku fólkakirkjuni. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá leiðini til prestastarvið, muninum á at vera prestur í Føroyum og Danmark og gerandisdegnum sum bæði [...] og tað er sami boðskapur, sum skal ljóða í dag, sum tað gjørdi tá, sigur Tummas Lykkje Kannuberg. Les alla samrøðuna í Sosialinum hesaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar