við skúlan á Trøðni tvær ferðir um vikuna heilt síðani hann gekk í barnagarði. - Har mentist eg rættilig nógv. Her var eg saman við øðrum deyvum, og her varð eisini teknmál okkara ment nógv meiri, tí tað [...] arbeiðsroyndir at vísa á. Men altso, hvussu kundi eg fáa royndir, tá eg ikki fekk nakað arbeiði?! Høgni var kortini heppin. Hann kom í samband við Jákup Joensen, sum hevði eitt snikkaravirki á Rituvíkarhálsi. [...] skúla, flutti hann til Havnar. Her gjørdist hann næmingur á Venjingarskúlanum og bleiv eisini partur av deyvaflokkinum sum hoyrdi til skúlan á Trøðni, har hann og onnur deyv kundu fáa serundirvísing í
síggja, hvussu veðrið fer at hátta sær, og hvussu alt tiltakið annars fer at taka seg út. Tað er ikki sørt, sigur hann brosandi, at adrenalinið koyrir runt í kroppinum henda dagin. Hann vísir á, at hóast [...] verður serliga nógv gjørt burtur úr seinasta degi í árinum og gamlaárskvøldi, og tá stóra tiltakið við faklagongu, báli og stórum fýrverksshowi er liðugt eftir midnátt í Vági, verður stórdansur á Eiðinum. Í [...] ókeypis almennan morgunmat í Garðslon, sum er á Vágsvegi 114. Hetta er í gamla Billiarshúsinum, og her eru øll hjartaliga vælkomin. - Vanliga plaga eini 250-300 fólk at koma til morgunmatarborðið, og eingin
bara gjørt hetta av áhuga fyri felagnum, - og tað hava so nógv onnur gjørt eisini, og ikki minst saman við henni. Hesin áhugin hevur víst seg á so nógvar ymiskar mátar: Við at savna inn pening, við at vaska [...] dagligu gongd á fótbóltsvøllinum, tá ÍF hevur spælt. Og tá sagt verður ÍF, so er ikki bert talan um bestu liðini hjá felagnum. - Mær hevur eisini dámt sera væl at hugt eftir teimum smæstu. Men, hvussu nógvar [...] sæð, veit eg ikki, sigur Anna Larsen. Hon var sjálvandi á vøllinum mánakvøldið, tá 1. deildarliðið hjá ÍF spældi - og tapti! - móti B36. Trúgv á øllum plássum Áhugin fyri fótbóltinum er ikki nýggjur, men
soleiðis saman, at hann kundi sleppa heim ein stuttan túr á jólum hetta árið. Tað var ein nógv broyttur maður sum slapp heim til sethús síni Úti á Fløtum 22 á Skála, - hesi sethúsini sum tey vóru flutt inn í eitt [...] úrslit, kom Eilif at liggja á intensivu deild á Landssjúkrahúsinum, har allar hugsandi viðgerðir vórðu settar í verk. Tað tók sína tíð, áðrenn Eilif kom til sín sjálvs aftur á sjúkrastovuni eftir tær nógvu [...] bara ætlað tað stóra skiftið: Eg visti bara, at eg hevði verið á útróðrum og var á veg til hús. Og nú, tá eg klárnaði aftur, vóru so nógv øðrvísi ljóð at hoyra, samstundis sum alt var so stilt og øðrvísi
sigur hann. Politiskt punktum Tað kom rættiliga óvart á fólk, tá ið Bárður Nielsen mikumorgunin kallaði inn til tíðindafund í Fíggjarmálaráðnum á Argjum. Hetta var ikki árligi samankomsturin, har land [...] landsstýrismaðurin leggur fram fíggjarlógina, og tølini flúgva um oyruni á tíðindafólki. Hesaferð var ein nógv meira persónlig fráboðan á skránni, og tá ið Bárður Nielsen ein minutt eftir klokkan tíggju steig [...] í politikki, men eg fái ikki sagt nakað um, hvat framtíðin kemur at bjóða á politiska økinum. Bárður Nielsen fekk 358 atkvøður á løgtingsvalinum í 2004. Hann stillaði upp í Norðstreymoy og varð valdur í
eg bjóði altíð viðskiftafólki, sum koma á gátt, gott og nýmalið kaffi, sigur hon brosandi. Tógvhandilin í Skopun bjóðar ikki bara nýmalið kaffi, tá fólk koma á gátt. Í heyst hevur handilseigarin eisini [...] meira, og tað kann eg bara fegnast um. Tað tók eina tíð, áðrenn fólk funnu út av, at tógvhandil er í Skopun, og enn í dag hitti eg fólk, sum ikki vita av handlinum. Anni Don Jacobsen sigur, at hon passar [...] hjálp, hevur hon eina góða vinkonu at heita á, umframt at 15 ára gamli sonurin eisini tekur eina hond í. Haraftrat hevur hon góðar grannar, sum vilja hjálpa til, um á stendur.
áður. Á túrinum upplivdi hon ymsikt, hon ongantíð áður hevur hoyrt um. - Á ferðini til Føroya royndi eg fyri fyrstu ferð at vera í einum elevatori. Tað var á einum gistingarhúsi, sum vit búðu á ta einu [...] tað eru nógv ting, um eru annarleiðis í Føroyum enn í Rumenia. Serliga hvussu vit eru av lyndi. - Tit tosa øll rættiliga nógv og fortelja eisini um so at siga alt. Har, sum eg komi frá, eru fólk ikki so [...] ávirkan á okkum. Bæði andaliga og fíggjarliga. Tað er ikki víst, at eg hevði sitið her í dag, um ikki føroyingarnir høvdu veitt okkum hjálp, sigur Estera, sum dugir nakað av enskum máli. Tað er eisini á enskum
hevur vitjað umborð á nógvum skipum, nú valið hevur staðið upp á, serliga í Eysturoy og Norðoyggjum. Haraftrat hevur hann havt fólk at tosa fyri seg umborð á øðrum skipum, eitt nú umborð á flakatrolarunum [...] suður á skrivstovu Føroya Fiskimannafelags á Bryggjubakka. - Olaf Johansen, sum hevur starvast á skrivstovu felagsins næstan líka leingi, sum Óli og Hans Jacob Joensen, sum eisini hevur fleiri ár á baki [...] tað skuldi gerast, nevniliga umborð á skipunum og millum fiskimenninar, og tí væntaði eg, at eg fór at røkka langt og vinna á mál. Jan sigur, at hann serliga var umborð á línuskipunum í Eysturoy og Klaksvík
er nógv útbreiddur í Føroyum. Páll Oddur hevur verið varin við at tosa um sín lívsstíl, tí fólk seta spurnartekin við um hetta er gott fyri likamið. - Men tað er eingin grund at fjala tað, tí fólk spyrja [...] hava rist eitt sindur við høvdinum, men altíð við einum smíli. Tey ivast í hvussu sunt tað er fyri likamið, og undrast á hvussu man kann koma ígjøgnum ein dagligdag uttan at eta, greiður Páll Oddur frá [...] Páll Oddi blóð á tonnina. Honum hevur altíð dámt væl at geva sær sjálvum eina avbjóðing, og tað var júst tað torføra í hesum lívsstíli, sum dró Páll Odd. Hann varð forvitin eftir at vita hvussu hesin livihátturin
Smyril Line. Óli vísir á, at felagið hevur tríggjar høvuðsinntøkur. Tann fyrsta er sølan av ferðaseðlum, onnur er sølan umborð, og hin triðja er farmaflutningurin. - Nú gongur nógv betur á øllum “frontum”, sum [...] við Winston Churchill hjá DFDS, sum tá hevði siglt upp á Føroyar í eini 100 ár. Tá fara vit at sigla beinleiðis upp á Hanstholm, meðan teir sigla upp á Esbjerg. Vit niðurløgdu eisini Scrabster-rutuna, men [...] havi eg nakrar fyrimunir umborð, og eg plagi at vera inni á kamarinum sum longst, tá vit nærkast landi, sigur Óli og smílist. Hann er ímyndin Í nógv ár var Óli Hammer skipari í føroyskari innan-og uttanl