tilfari. Við Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiðri varpar Reyði Krossur ljós á vaksin og børn, sum hava framt serlig avrik innan fyrstuhjálp. Endamálið er samstundis at minna á týdningin av at duga fyrstuhjálp [...] fleiri fólkum til at læra seg hana. Fyrstuhjálparundirvísingin fyri 7. floksnæmingar hevur somuleiðis eitt langsiktað endamál: at geva børnum grundleggjandi førleikar í fyrstuhjálp og soleiðis við tíðini hækka [...] stuðul hjá Reyða Krossi Føroya, og nýggja avtalan byggir víðari á góða samstarvið millum partarnar. Vit eru sera takksom fyri álitið og fyri trúgva stuðulin gjøgnum nógv ár. Langtíðar samstarv gevur okkum
ítróttafeløg kring landið hava prógvað hetta ferð eftir ferð. Men, hóast tað er sunt at íðka ítrótt, so kemur tað stundum fyri, at tað stendur ov nógv á – og fólk fáa skaða í eitt nú beinini. Tá hevur HKcare [...] koma skjótari fyri seg. – Sum fysioterapeutur hevur tað stóran týdning fyri meg, at vit í Føroyum eru frísk og hava tað gott. Kroppurin er sum ein maskina, ið krevur regluligt viðlíkahald. Eg síggi ein [...] hendan útgerðin er ein praktisk hjálp til skjótari endurvenjing, tá fólk hava overvað seg. Hetta er ein liður í sama arbeiði, sum vit longu gera, og fyri okkum í HKcare er tað serliga áhugavert at síggja
vanganum hjá Café Tvørá. Vit feira dagin við sertilboði upp á kongabrettið, vín & kokteylar. Og so eitt stórt TAKK til lokalfólkið, arbeiðsfólkini og øll tykkum, sum á ymiskan hátt hava hjálpt okkum og tikið [...] tíðindi hava gingið um, at fótbóltslegandan Tódi Jónsson skal lata cefé upp á Tvøroyri. Nú er sjón fyri søgn: Longi er tað, ið væl skal vera… NÚ er løtan komin! Leygardagin 29. august lata vit dyrnar upp [...] upp til Kafé Tvørá – og vit gleða okkum ómetaliga nógv at hátíðarhalda dagin saman við tykkum KL. 14–16Dyrnar lata upp, og vit bjóða ókeypis kaffi & søtt afturvið Lív & Tróndur koma eisini framvið og spæla
vóru frammanundan Ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Reyða Krossi er at hava eina skipan við vitjunarvinum til eldri. Vit hava tosað við tveir vitjunarvinir, Johan Dahl løgtingsmann og 21 ára gomla Turið [...] at onkusvegna eru størvini í eldrarøktinum komin í ringt og tað er eitt mál, myndugleikarnir eiga at taka upp. Samstundis vísa vit á útrokningar sum vísa, at hesi næstu árini er tað neyðugt at byggja
smærri íløgur í bygdunum og tey flestu hava ivaleyst hoyrt um nýggju svimjihøllina, sum er ein partur av Bylgjuni. Hon er goldin, og hevur verið í nýtslu í meiri enn eitt hálvt ár. Sjáldan hevur tað verið meiri [...] mánað er aftur ein nýggj og betri støða (ta upphæddina kenna vit ikki enn.) ##med2## Nívir teg skuldin? Svarið er nei. Tey, sum hesi árini hava atkvøtt fyri gjørdum verkætlanum, kunnu við opnari pannu standa [...] burturúr skuldini og íløgupuljuni í árliga afturvendandi eginfíggingini. Sambært fíggjarleiðaranum hava vit seinastu 5 árini gjørt íløgur fyri: 2021 68,4 mió. kr. 2022 86,6 mio. kr. 2023 125,3 mió. kr. 2024
36 ára gamla Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava dripið trý børn síni í heiminum hjá familjuni í Duxbury í amerikanska statinum Massachusetts í januar 2023. Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon [...] samráðingar ikki vóru førir fyri at náa semju um skuldarspurningin. – Eftir nógvar tímar av umhugsan eru vit ikki før fyri at náa einari einmæltari avgerð, skrivaðu nævningarnir í einum boðum til dómaran. Dómarin [...] frágreiðingar frá meira enn 80 vitnum. Verjin vísir á føðslusinnissjúku Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava kvalt børn síni, sum vóru fimm ár, trý ár og átta mánaðir gomul. Sambært ákæruvaldinum bað hon mann
meðan kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og væntandi [...] vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt tyrlur til at leita eftir fólki, sum kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður til [...] USGS upplýsir hósdagin, at ein jøkull rapaði og skapti jarðskjálvtalíkar ristingar. Hetta elvdi til eitt skriðulop, sum síðani hevði vatnflóðina við sær. Á kinesisku síðuni av markinum vóru meira enn 1.000
nakað við trupulleikan. Við hesum síggja vit avleiðingarnar av, at kommunurnar eru sín egni eftirlitsmyndugleiki. Og síðani kommunurnar sjálvar aktivt mugu hava eitt ynski um at betra um støðuna, so er støðan [...] Tvøroyrar kommuna alment meldað út, at teir hava kannað støðuna og staðfesta, at einki er áfatt og teir kunnu sostatt, sambært reglunum, sum kommunurnar sjálvar hava ásett, halda áfram við sínum virksemi ótarnað [...] Um vit líta aftur til 2020, gjørdu vestmenningar eina roynd við umskiping av russiska trolaranum Arctica, sum ein liður í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar,
Granskarin heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von við at seta skíggjan í samband við nógv annað enn djúpa lesing. Aðrar kanningar hava eisini víst, at langir tekstir kunnu vera truplari [...] hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini. – Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir lesa eisini upp fyri hvørjum øðrum. [...] Granskarin vísir á, at næmingar eisini kunnu fáa undirvísing í, hvussu teir lesa miðvíst á skíggja, eitt nú við at markera tekst og skriva viðmerkingar. Kelda: Skúlablaðið/forskning.no
fyriskipararnir hava eisini lagt merki til, at veðurvánirnar hava sæð hampiliga góðar út upp undir festivalin. – Tá veðurvánirnar síggja lovandi út, merkist tað ofta beinanvegin á áhuganum. Vit halda heilt [...] Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin á Viðareiði. – Vit eru ómetaliga glað og takksom fyri áhugan. Tað hevur verið nógv ferð á [...] heilt avgjørt, at hetta er við til at geva søluni eitt eyka skump nú upp undir vikuskiftið, siga fyriskipararnir. Veðurforsagnir í Føroyum kunnu sjálvsagt broytast skjótt, men fyrireikingarnar á Viðareiði eru