gagna bæði teimum sjálvum og grøna orkuskiftinum. Sambært orkupolitikkinum sum Løgtingið samtykti í 2022 verður miðað eftir, at samlaði mátturin av sólorku skal vera 60 megawatt um árið. Av teimum skal umleið [...] eisini, um nøkur ætlan er um at broyta hesi viðurskiftini, soleiðis at fólk fáa eina netturokning fyri streymin, heldur enn at fáa eina streymrokning annan vegin og eina skattarokning av søluni hinvegin
serliga umráðandi fyri USA, at havnir, hagar amerikanskir borgarar ferðast, lúka trygdarkrøvini í ISPS-koduni. Stjórin í Landsverk, Marjun Weihe Thomassen, hevði framløgu fyri umboðunum fyri U.S. Coast Guard [...] Landsverki. Landsverk er myndugleiki fyri ISPS -havnunum í Føroyum og samskipaði vitjanina við havnirnar. Tey trý umboðini fyri U.S. Coast Guard og Landsverk vitjaðu 4 av teimum 14 ISPS -havnunum. Vitjað var
Tú vart altíð har fyri okkum og vísti, at tú ynskti at vera saman við okkum. Tú tímdi so væl at fjolla fyri gentunum, tá ið tær vóru yngri. Tú rann rundan um stovuborðið eftir teimum og apaði teg, meðan [...] tú teimum sjálvandi eisini við. Tað var tað sama heima við teimum mongu spontanu pizzakvøldunum, har tú knappiliga bjóðaði okkum heim til tykkum. Serliga pizza frá Pizzakøkinum vart tú glaður fyri. Ella [...] stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini so týðiliga, tá eg arbeiddi hjá tær í Grønadali, á Roykivirkinum í Porkeri, og tey mongu summrini, har eg málaði ymsar bygningar fyri teg. Tú vart
skuldi eisini raðfestast allar hægst fyri síðan, at skúlarnir máttu sláa bremsurnar í, fyri at undirvísing og frálæra ikki skuldi fara fullkomuliga av kós og fyri bakka við næmingum, sum fakliga lítið [...] (Øvut ein persónur, sum gongur runt meira og minni tómur fyri vitan innan nærmast alt). Vit føroyingar kenna eisini hetta hugtakið frá teimum, sum virka í náttúruumhvørvinum, eitt nú á sjónum og hetta [...] og nú menningina innan Vitlíki. Ja, tað er ein møgulig konflikt, av tí, at vandi er fyri, at Vitlíki kemur í staðin fyri eina virkna lærutilgongd, og kemur við nøkrum lidnum svarum og loysnum. Tá ein konstruerar
áhaldandi at hava stríðst fyri kærleikanum. Í dag eru vit savnað her, í kirkjum og framman fyri skíggjar til sorgargudstænastu. – Vit eru her fyri at syrgja deyða Haralds kongs fimta. Fyri at minnast, heiðra [...] fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong. Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki. Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið í bíðirøð uttan fyri kirkjuna, sluppu ikki inn til g [...] gudstænastuna, sum byrjaði klokkan 11. Tað upplýsir løgreglan fyri norska miðlinum VG. Umframt gudstænastuna í Asker kirkju vóru sorgargudstænastur fyri Harald kong, sum andaðist fríggjamorgunin, í hinum tíggju
000 fólk valrætt í Íslandi, har knappliga 400.000 fólk búgva. Bert í teimum báðum valdømunum á høvuðsstaðarleiðini var meiriluti fyri uppskotinum. Í hinum fýra valdømunum fekk nei-síðan meiriluta. Ísland [...] valdømið í landinum er talt upp, vísa tøl frá íslendska miðlinum RÚV. 47,2 prosent av veljarunum atkvøddu fyri uppskotinum hjá stjórnini um at taka samráðingarnar upp aftur, meðan 52,8 prosent atkvøddu ímóti. [...] krígnum í Ukraina og amerikanska forsetanum, Donald Trump. Tey, sum stuðla ES-limaskapi, stúra serliga fyri hóttanunum hjá Trump móti Grønlandi, sum landafrøðiliga liggur nærri Íslandi enn Danmark. Nei-síðan
samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Tað vísa tøl hjá íslendska kringvarpinum RÚV, nú fimm av teimum seks valdømunum eru tald upp. Bert eitt valdømi er eftir, men sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta [...] uppteljingin tekur so langa tíð. Í morgun umleið klokkan átta føroyska tíð høvdu 47,5 prosent atkvøtt fyri at taka ES-samráðingarnar uppaftur, meðan 52,5 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Umleið 270.000 fólk hava
hevur í átta teimum seinastu dystunum seks tap og bert tveir javnleikir. ÍBV hevur ikki vunnið ein dyst í bestu deildini síðani 4. juli. Leygardagin tapti ÍBV á Hásteinnsvøllinum í Heimey 0-1 fyri Þór, ið skoraði [...] málmøguleikar enn Þór, men teir stóðu eftir við ongum. ÍBV er næstaftast í deildini við 17 stigum fyri 21 dystir. Stjarnan á útivølli sunnudagin 6. september verður seinasti dysturin hjá ÍBV í grundspælinum
Tað var ársins størsti sigur hjá heimaliðnum, tá ið TB í Trongisvági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvl [...] málskjútti. 25 ára gamli ganesarin hevur verið á Tvøroyri síðani 2020. Hann hevur nú skorað 13 av teimum 40 TB málunum í 1. deild í ár, og sambært FaroeSoccer hevur hann í 99 dystum í Meistardeildini skorað [...] skorað 19 mál, og í 1. deild hevur hann í 62 dystum skorað 19 mál. Í dag skoraði Samudeen Musah fyri fyrstu ferð hattrikk í TB búnanum. Hini bæði málini skoraðu Aron Arnholdsson í fyrra hálvleiki til 2-1
Mbl.is skrivar, at útlit eru fyri góðari valluttøku, um tølini úr valdømunum í Reykjavík kunnu brúkast sum ábending. Longu áðrenn valdagin høvdu nærum 22 prosent av teimum, sum hava valrætt, greitt atkvøðu [...] kanning hjá Maskínu søgdu 51,3 prosent av teimum, sum høvdu tikið støðu, at tey ætlaðu at atkvøða ja. 48,7 prosent ætlaðu at atkvøða nei. Munurin er tó innan fyri statistisku óvissuna, og tí ber ikki til [...] Valhølini eru opin í Íslandi, har fólkið í dag skal svara einum spurningi, sum kann fáa stóran týdning fyri politisku kósina hjá landinum. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka samráðingarnar