Ari og liðfelagarnir eru í tungum sjógvi

ÍBV hevur ikki vunnið ein dyst síðani 4. juli

 

 

Gongdin hjá Ara í Haraldsstovu Petersen og liðfeløgunum í ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini er sera tung.

 

ÍBV hevur í átta teimum seinastu dystunum seks tap og bert tveir javnleikir. ÍBV hevur ikki vunnið ein dyst í bestu deildini síðani 4. juli.

 

Leygardagin tapti ÍBV á Hásteinnsvøllinum í Heimey 0-1 fyri Þór, ið skoraði sigursmálið beint undan steðginum. 

 

Tá ein hálvur tími var leiktur av dystinum brendi spanski miðvallarin hjá ÍBV, Vicente Valor brotsspark.

 

ÍBV hevði bóltin 72 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn Þór, men teir stóðu eftir við ongum. 

 

ÍBV er næstaftast í deildini við 17 stigum fyri 21 dystir. 

 

Stjarnan á útivølli sunnudagin 6. september verður seinasti dysturin hjá ÍBV í grundspælinum.