fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur 5 er politiskt skerdur [...] niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum [...] Ein snellubátur kann vanliga bert fiska, meðan tað er ljóst, og er nógv meira bundin av veðri, vindi og streymi enn størri skip. Ein skrásettur fiskidagur er tí ikki altíð ein neyv mynd av veruliga veið
síðan 2002. Hon verður latin einum filmi, sum er rótfestur í norðurlendskari mentan, hevur høgt listarligt virði og er eitt heilstoypt verk. Virðislønin er 300.000 danskar krónur. Peningurin verður býttur [...] vera hjúnafelagi og umsorganarpersónur. Mitt í álvaranum er Birita sjálv tó ein ljós og lívsjáttandi megi, sum ávirkar øll rundan um seg. Birita er fyrsti filmur í fullari longd hjá Búa Dam. Jón Hammer, [...] Begyndelser er leikstjórnað av Jeanette Nordahl, sum eisini hevur skrivað handritið saman við Rasmus Birch. Ane og Thomas eru á veg til at verða skild, men hava enn ikki sagt børnum sínum frá avgerðini.
Andreas Kase er ein indie framleiðari frá Moss í Noregi. Í tónleikahøpi kallar hann seg A.Kase. Tað, sum helst er serliga sermerkt fyri okkum føroyingar, er at hann er langabbasonur William Heinesen. Tá [...] minnir um eitt nú Mac DeMarco. Ein heildarútgáva er ávegis, men vit fara at hoyra eitt sindur meira frá honum áðrenn tað. Hann undir nýggjum sáttmála nú, og tað er við Braveheart Records. Lurta eftir Part of [...] skrivaði hann undir ein keðiligan 10 ára langan sáttmála við eitt plátufelag, sum hann nú er sloppin leysur frá. Fyrsta staklagið eitur Part of the Plan og fortelur søguna um hetta. A. Kase skrivar tíðarleysar
til vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum. Tað er regulering av kappingartreytunum. Eitt dagamark er nakað annað. Tað sigur ikki: Tit skulu lúka somu krøv. Tað sigur: Tit sleppa bara at reka vinnuna ein [...] út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu leigumálini [...] reglum. Nú er Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara
engagementið í bæði Baltikum og Ukraina er sterkari enn nakrantíð. – Tí teirra frælsi er ein fortreyt fyri okkara. Tað skilti Uffe Ellemann fyri 35 árum síðani. Og tað er líka satt í dag. [...] Fyri Danmark snúði tað seg ongantíð bara um samhaldsfesti. Tað var ein ásannan av, at frælsi og trygd teirra eisini er okkara, skrivar hann. Ukraina stríðist sama stríð 24. august er samstundis tjóðardagur [...] Lars Løkke Rasmussen heldur, at støðan í dag vísir, hvussu viðkomandi lærdómurin frá Baltikum framvegis er. – Í dag er Baltikum fremsta verjulinjan í Evropa, tí sami ágangarin úr eystri aftur hevur víst
hava greitt frá, at tað nú kennist vandamikið at ganga ella súkkla eftir landsvegnum. Tá bilar skulu út frá Meginskúlanum, skulu fleiri nærumóhapp eisini hava verið, tí ferðin á landsvegnum er so høg. N [...] Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum [...] Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan er vaksin. Uppáhaldið um økta ferðslu byggir
forðan fyri umvending eisini sum frá líður er ætlað í øðrum viðurskiftum, sum Bíblian umtalar. Men er tað ikki gagnligt og neyðugt fyri okkum dagliga at venda við frá onkrum av hesum áðurnevnda, sum bleiv [...] lesa hesa talu, so undrar tað mong okkara, at ein prestur skal koma við slíkum útsagnum, sum eru so í andsøgn við tað, sum Harrin Jesus lærdi, tá ið Hann gekk her á fold. Og tað er sera álvarsamt, tá ið ein [...] Hvat hevði tað ikki havt við sær av sorgarleikum! Víst snáva vit øll í mongum, men haðani og til at hátíðarhalda tað, sum var ein av orsøkunum til, at Sodoma og Gomorra vórðu løgd í oyði – tað er ómetaliga
hvat verður so tað næsta? Frælsar samráðingar krevja javnbjóðis styrki hjá báðum pørtum. Verður tann styrkin tikin frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti [...] orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur [...] formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini
sigur hann. Tað er við blandaðum kenslum, at hann nú letur fyritøkuna frá sær. Eysturlon hevur fleiri spennandi uppgávur fyri framman, og tí er tað ikki heilt lætt at fara júst nú. – Tað er eitt sindur [...] Hans Østerø er 64 ára gamal og hevur havt Eysturlon í 43 ár. Í hesum tíðarskeiðinum hevur fyritøkan ment seg, og fleiri av starvsfólkunum hava verið við ein stóran part av tíðini. – Tá er tað ringt at sleppa [...] í felag keypt byggifyritøkuna Eysturlon Sp/f frá Jógvani Hans Østerø. Nýggju eigararnir taka formliga við um hálvan annan mánað, og tá fer Jógvan Hans frá. Hann hevur tó bundið seg til at vera tøkur hjá
Tað hevur ligið í kortunum síðani tíðliga í vár, og nú er tað staðfest. B71 er flutt upp og verður í 2027 aftur í bestu deildini. Har hevur B71 ikki verið síðani 2011 ella í 15 ár. Uppflytingin varð staðfest [...] upplegg frá Leivi Fossdal Guttesen minkaði um munin til 2-1, og so var tað síðstu minuttirnar, tá ið B36 tvær ferðir minkaði um munin. Fyrst var tað Carl Mikkelsen, sum við fínum máli eftir sending frá innskifta [...] og so var tað innskifti Jeremiah Okornoe, sum fýra minuttir undan leikloki minkaði um munin til 5-3. Tá ið innskifti toppskjúttin Lucas Ørneborg við fínum máli økti um munin til 5-1, kendist tað sum um,