aftur sín dám á kappingina. Í dag fingu teir fylgi av Jákup Petur Eliassen, ið bert kundi luttaka í 5. etapu. Trio´in bleiv tí til eina kvartett, og hesir fylgdust líka til seinasti kilometurin skuldi koyrast [...] tað so tætt millum teir báðar, at báðir fingu somu tíð. Aftur ein sponn á muni. Ella eitt hálvt súkkluhjól, sum onkur tók til. Pauli samlaður vinnari Tað bleiv til fýra sigrar hjá Paula Poulsen, og soleiðis [...] seks minuttur aftur til nummar tvey, sum í ár gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Kostas bleiv samanlagt nummar trý, smáar tríggjar minuttir eftir Bergtór. Tveir unglingar meldaðu til í ár. Tað vóru Benamin
landsstýriskvinnan høvi at hoyra nærri um virksemið á deildunum Arbeiðsbúgving, Hjálpartól og Tulking og Venjing og Samskiftismenning. Hon varð eisini víst runt í hølunum og fekk høvi at seta spurningar [...] og starvsfólk. Á rundvísingini sá landsstýriskvinnan millum annað venjingarhølini, sum verða nýtt til endur- og viðlíkahaldsvenjing og samskiftismenning. Eisini vitjaði hon goymsluna hjá Hjálpartólum,
aftur til søguna við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-skylduna, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum. Fyrireikararnir vísa á, at skyldan, áðrenn motorarnir komu til landið [...] aftur í gjónni við Gjógv. - Árliga siðvenjan, sum savnar væl av fólki hvørt ár, er eitt sera gott høvi at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni. Tað siga fyrireikararnir av tiltakinum [...] landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí, og tað var minni enn so altíð, at líkindini vóru góð. - Ofta varð hetta gjørt í ivaveðri. Á tiltakinum í gjónni við
Fíggjarmálaráðnum yvir kommunalu roknskapirnar. Ein høvuðsorsøk til betraða úrslitið er, at kommunurnar brúktu 214,3 milliónir krónur minni til íløgur enn árið fyri. Samstundis vóru skattainntøkurnar 220,9 [...] gjørdist sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett. Hetta komst fyrst og fremst av, at kommunurnar fingu 256,7 milliónir krónur meira inn í skatti enn væntað. Hinvegin gjørdust bæði rakstrar- og løguútr [...] nakrar kommunur høvdu onga nettoskuld. Samanlagt verður fíggjarliga rásarúmið hjá kommununum mett til umleið 2,4 milliardir krónur. Kelda: Fíggjarmálaráðið
Føroysku kommunurnar fingu tilsamans 256,7 milliónir krónur meira inn í skatti í 2025, enn tær høvdu roknað við í upprunaligu fíggjarætlanunum. Hægri skattainntøkurnar vóru høvuðsorsøkin til, at kommunali r [...] sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett. Tað hendi, hóast kommunurnar brúktu meira enn ætlað til bæði rakstur og íløgur. Bert rentuútreiðslurnar vóru lægri enn mett. Tær vóru um tríggjar milliónir
framtíðin”. Skeiðið telur seks impulstímar til dagføring av UEFA A-, B- og C-prógvum, og aftaná verður farið á Tórsvøll til UEFA Nations League-dyst millum Føroyar og Kasakstan, sum byrjar klokkan 17:00. Innihald: [...] Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum er 900 kr. Íroknað prísin er atgongumerki, við atgongd til FSF Gestir, til UEFA Nations League dystin á Tórsvølli leygardagin 26. septembur millum Føroyar og Kasakstan [...] FSF skrivar: - Bjóðað verður til Impulsskeið, har evni er “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”. Skeiðið verður í Smæruni í Havn leygardagin 26. september —————— TILMELDING
Institute of Fisheries Economics and Trade (IIFET) verður hildin í Norðurlandahúsinum 17. til 21. august, og enn ber til at tekna seg, skrivar setur.fo. Fróðskaparsetur Føroya spennir seg aftur út sum vertur [...] skrivar setur.fo. Tey, sum vilja luttaka, kunnu senda teldupost til HansE@setur.fo Gevið gætur, at neyðugt er ikki við tilmelding til almenna tiltakið 17. august klokkan 13:00, Sí skránna HER Lesið meira [...] Spennandi skrá Væntandi koma 250 granskarar, umboð fyri vinnulívið, myndugleikar og altjóða felagsskapir til Føroya í sambandi við IIFET-ráðstevnuna. Á skránni eru evni sum burðardygg umsiting av fiskivinnu og
Hósdag 13. august verður høvi at vitja umborð á fronsku fregattini Auvergne, sum liggur við kai í Havn. Fýra ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð: Hósdag [...] august kl. 08:30 kl. 09:30 kl. 10:30 kl. 11:30 Áhugað kunnu skriva teldupost til hannafranka10@gmail.com ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja [...] plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er stutt. Seinasta freist at tekna til, er mikudag 12.august kl. 17. Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey
hvirla bæði smáttu og ferðafólk upp av fundamentinum og til havs. Til alla lukku læt eingin lív í ógvusligu hendingini, men nøkur av ferðafólkunum fingu løstir. Trý fólk eru dømd fyri at hava bygt smáttuna [...] smáttuna - uttan, at hon varð nóg væl ankrað í lendinum. Málið um endurgjald til tey fýra fronsku ferðafólkini koyrir framvegis í norsku rættarskipanini. Norska kringvarpið - NRK - hevur skift orð við tvey av
Nógv verður gjørt burturúr, tá træseglskipini koma til Leirvíkar fríggjadagin hin 21. august, og eitt nú verður undirhald til øll á havnarlagnum. - Komið til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og undirhaldi [...] sneisabreyð. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu. - Ókeyps atgongd verður eisini til dansin, har til ber at keypa sær okkurt leskandi, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat. Í Ey [...] verður sagt, at skipini leggja til bryggju í Leirvík klokkan 17. - Klokkan 17 fara skótarnir at skipa fyri undirhaldi fyri børnum, og millum klokkan 16 og 21 verður høvi at vitja Báta-og Listasavnið ókeypis