fortreytin fyri, at fólk verða verandi í Føroyum. Eg eri sjálvur ein lutfalsliga ungur skopuningur, sum hevur búð í Havn í nógv ár. Tí kenni eg væl til bústaðaravbjóðingina. Eg og familja mín høvdu ein fyrimun [...] hvussu vit loysa bústaðarstøðuna í Føroyum. Eg fekk ein bústað, tí eg hevði sambond. Nú vil eg hjálpa øðrum at fáa bústað við at velja meg. X við Sambandsflokkin X við Arnar Lognberg [...] vera lýst út frá, hvussu fíggjarliga væl fyri familjan er. Eg vil tí ikki venda blinda eygað til, tá eg síggi, hvussu nógvir føroyingar stríðast við at fáa tak yvir høvdið. Sambandsflokkurin hevur ítøkilig
Hóast eg heilhjartað gangi inn fyri javnstøðu, so minnist eg, at eg gjørdi upp við meg sjálva, tá eg kom inn á politiska pallin, at eg ikki skuldi brúka so nógva orku uppá at tosa um javnstøðu við at tosa [...] taka nakrar av mekanismunum. Eg eri takksom fyri kvinnur, sum eg havi møtt á leiðini í politikki, sum eg virðismeti serliga høgt. Tá eg varð vald fyrstu ferð á Føroya løgting í 2008, vóru vit bara nakrar [...] mínum politiska lívi, sum eg uppá gott og ónt havi upplivað. Tá eg byrjaði í politikki, setti eg mær fyri, at eg skuldi sjálv taka stríðið upp og vera ein fyrimynd fyri aðrar kvinnur í mínum politisku sessum
undan tí við høgravendum politikki. Vit kunnu kjakast um loysing og samband. Men fyri meg er tað týdningarmesta, at øll, sum búgva her, eru við og fáa sín lut í samfelagsmenningini. Tí eri eg javnaðarfólk [...] Hví eri eg javnaðarfólk? Javnaðarflokkurin er meira enn bara ein føroyskur flokkur. Hann er partur av eini altjóða hugsjón um, at øll menniskju hava sama virði, og at virðini í samfelagnum skulu býtast [...] eftir førimuni. Við javnaðarpolitikki vinna vit øll! Tað er eingin ivi í míni sál um, at eitt sosialdemokratiskt samfelag er besti mátin at skipa okkum. Og tað sæst og skal síggjast aftur í øllum tí politiska
undan tí við høgravendum politikki. Vit kunnu kjakast um loysing og samband. Men fyri meg er tað týdningarmesta, at øll, sum búgva her, eru við og fáa sín lut í samfelagsmenningini. Tí eri eg javnaðarfólk [...] ikki broytt! Hví eri eg javnaðarfólk? Javnaðarflokkurin er meira enn bara ein føroyskur flokkur. Hann er partur av eini altjóða hugsjón um, at øll menniskju hava sama virði, og at virðini í samfelagnum skulu [...] eftir førimuni. Við javnaðarpolitikki vinna vit øll! Tað er eingin ivi í míni sál um, at eitt sosialdemokratiskt samfelag er besti mátin at skipa okkum. Og tað sæst og skal síggjast aftur í øllum tí politiska
at spara upp. Hvussu sær framtíðin tá út? Eg eri søgufrøðingur og havi eisini eina MA-útbúgving í globalisering og integratión. Eg havi starvast í SVF og KVF í mong ár og verið journalistur, tíðindaleiðari [...] elagið í Føroyum, Enigheden, seinni Fylking, varð stovnað á Tvøroyri í 1915. Fakfeløgini hava saman við serliga Javnaðarflokkinum verið við til at ment vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag. Ja [...] saman, og tað eru framvegis børn, sum eru í fátækraváða. Tað er óvirðiligt. Verði eg valdur, fari eg at arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum við. Tí øll skulu við!
Rana stilli eg upp fyri Miðflokkin. Eg havi altíð valt Miðflokkin, tí hann sum flokkur stendur fastur, tá tað kemur til kristilig virði. Eg eri hálvur japanari og eri uppvaksin í Tokyo. Síðani eg flutti til [...] sum 15 ára gamal, havi eg fest røtur úti í Svínoy. Vitanin og erfaringarnar, sum eg havi fingið frá mínum uppvøkstri í milliónabýi til mítt fyrsta arbeiðspláss á útoyggj, fari eg at brúka til at gera Føroyar [...] nøkur hjartamál, sum eg vil fokusera uppá. 1. Rætturin til lív frá gitna 2. Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar 3. Verja av føroyskum virðum ímóti kreftum uttanífrá 4. Handilsavtala við Japan 5. Útoyggjapolitikkur
Eg veit. Eg átti at skrivað um valið, bæði løgtings- og fólkatingsvalið. Tað er ikki tað, at eg ikki hugsi um tað. Tað geri eg. Og nógv eisini. Men nú er tað hetta við, at onkuntíð fái eg eitt lesarabræv [...] saman við honum í Edinburgh í tí tíðini, tá ið Iran hevði ein Shah – kong – og ikki prestastýri. Vit eru bæði søgunørdar, so eg elskaði at hoyra hann greiða frá, og eg kundi spyrja so nógv, sum eg vildi [...] uppvøkstur í heimsins besta landi – Føroyum. Men serliga minnist eg endan á søgu hennara: “Eg slapp við einum flogfari, ið fór úr Iran. Tað var óveruligt, at eg var sloppin úr landinum, men eg var so bangin
veljari. So átti eg tørn at stilla upp. Mangan verður tikið til, at tað er av tilvild, hvussu vit koma í ymsar støður, men soleiðis er ikki hesuferð. Eg eri stútt og ofta blivin spurdur, um eg ikki havi hug [...] sum liva og virka í Føroyum. Eg vil m.a. arbeiða fyri at: - tryggja betri haldføri í búskapinum - børn, ung, miðalaldrandi og eldri skulu hava bestu kor til gerandisdagin - kanna og seta í verk nýggjar inntøku [...] taka, tí tað er álvarsamt at bjóða seg fram at taka við ábyrgd at mynda framtíðina hjá føroya fólki. Eg meti tað verða av allarstørsta týdningi, at fólki í landinum kennir seg virt og hoyrt – óansæð hvør tú
møguleikar. Eg eri uppvaksin í Sandavági, men í dag búgvi eg á Stykkjunum og lesi á Fróðskaparsetur Føroya. Eg havi longu arbeitt fyri at seta ungdómsmál á dagsskránna, og tað fari eg at halda fram við. Vit hava [...] Eg geri tað, tí eg trúgvi uppá Føroyar, og eg trúgvi uppá ríkisfelagsskapin. Vit eru sterkari saman, og eg fari at arbeiða fyri, at vit varðveita trygdina og støðufestið, sum gevur Føroyum góðar karmar [...] karmar at mennast í. Eg vil tryggja, at okkara trygd og vælferð ikki verða sett í vanda av nationalistiskum eksperimentum. Vælferðarsamfelagið skal styrkjast, ikki sveikjast av politiskari óvissu. Samstundis
Eftir áheitan frá Sandoyar Fólkaflokksfelag, havi eg valt at stilla upp. Tað er ein æra at umboða flokkin, Sandoynna og Føroya land. Eg geri tað, tí eg ynski at taka ábyrgd og arbeiða fyri einari tryggari [...] høvdi á ogum. Eg vil arbeiða siðiliga, ábyrgdarfult og miðvíst fyri hesum málum. Eg heiti á tykkum um at stuðla mær á valdegnum 26. mars. Hvør rødd hevur týdning, og saman kunnu vit gera mun. Eg takki hjartaliga [...] styrki at taka hetta stigið. Um spurningar eru um eitt hvørt, eri eg altíð at hitta á telefon 216984 ella á messenger. Kristian Krog Hentze X við A