Eg stilli upp til løgtingsvalið 2026!

Eftir áheitan frá Jenisi Kristjan av Rana stilli eg upp fyri Miðflokkin. Eg havi altíð valt Miðflokkin, tí hann sum flokkur stendur fastur, tá tað kemur til kristilig virði.

Eg eri hálvur japanari og eri uppvaksin í Tokyo. Síðani eg flutti til Føroya sum 15 ára gamal, havi eg fest røtur úti í Svínoy. Vitanin og erfaringarnar, sum eg havi fingið frá mínum uppvøkstri í milliónabýi til mítt fyrsta arbeiðspláss á útoyggj, fari eg at brúka til at gera Føroyar til eitt enn betri stað at búgva.

Spyr man hvat vit í Miðflokkinum fara til val uppá, handlar tað fyrst og fremst um ófødda barnið. Eitt barn er Føroya Gull, og tað má verjast. Rætturin til lív er mest grundleggjandi rættur, eitt menniskja kann hava! - áðrenn tað kann hava rættindi til nakað sum helst annað!

Her eru nøkur hjartamál, sum eg vil fokusera uppá.

1. Rætturin til lív frá gitna

2. Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar

3. Verja av føroyskum virðum ímóti kreftum uttanífrá

4. Handilsavtala við Japan

5. Útoyggjapolitikkur

 

Petur Asano

Miðflokkurin