búskapin. Tað hevði tó ikki verið fyrstu ferð, at USA leyp á oynna. Í mars framdi amerikanski herurin eitt umfatandi álop á Kharg. Sambært Trump vórðu øll hernaðarlig mál á oynni løgd í oyði. Trump segði tá [...] á oynni. Álopini á Larak í nátt vóru tey fyrstu amerikansku álopini á Iran síðan síðst í juli. Sambært iranskum ríkismiðlum lótu tvey fólk lív, og fleiri onnur vórðu særd í álopunum. Iranska kollvelt [...] dronuálopum á amerikanskar herdeildir í Jordan og Sameindu Arabisku Emiratunum, skrivar tíðindastovan AFP. Í kvøld er framvegis ógreitt, um nakar hevði fingið skaða í iransku álopunum. Ritzau
Løgmaður var í brúdleypi í Aberdeen, tá løgmanssteypið skuldi handast farna vikuskiftið. Og ta raðfestingina angrar hann ikki. Tað ger hann greitt í einum uppslagi við yvirskriftini „Hevði gjørt tað umaftur“ [...] so kann eg heilsa og siga teimum í Stjórnini, at eg hevði gjørt tað sama umaftur, skrivar hann. Løgmaður sigur, at tað sjálvsagt er í lagi, at hann verður viðgjørdur í sendingini. Men hann vil eisini hava [...] hava rúm fyri familjuni. – Eg taki mítt starv í fullum álvara, men eg ynski eisini at seta tíð av til hátíðardagar í familjuni. Og til tey í „Stjórnini“, sum saknaðu hann við steypinum, hevur hann eina
vera fyrireikað og hava loysnir til støður, ið kunnu seta trygdina í vanda. Tað er sera álvarsamt, at hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni, men lukkutíð eru aðrir møguleikar, ið kunnu lofta støðuni [...] ábyrgdina av verjuni í ríkisfelagsskapinum og hevur við verjusemjuni sett fleiri milliardir av til trygd á sjógvi og landi. Bæði Føroyar og Grønland fingu møguleika at verða við í verjusemjuni, og grø [...] eiga ikki at koma fyri, tá tær kunnu fyribyrgjast. Landsstýrið eigur at koma við ítøkiligum ætlanum fyri, hvussu vit tryggja Føroyar – og eigur at byggja ella skaffa nýggj vaktarskip, sum liður í verjusemjuni
og liðfelagarnir í Piteå spældu í dag dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan. Á LF Arena eydnaðist tað Piteå frammanfyri 805 áskoðarum at vinna 2-0 á Växjö. Í 26. minutti átti [...] bólt inn í brotsteigin, har liðfelagin tók av. 14 minuttir seinni økti Ásla til 2-0. Tá var tað Sharon Esinam Sampson, ið spældi Áslu leysa. Við einum væl plasseraðum skoti sendi Ásla bóltin í netið. Fleiri [...] Fleiri mál komu ikki, og so kundi heimaliðið fegnast um sigurin. HER ber til frá heimasíðuni hjá Damallsvenskan at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Piteå. Piteå er nummar átta í deildini við 22
úr Uppsala í steðginum í dystinum í Hällevik, og tað sá svart út. Men í seinna hálvleiki vendi Mjällby øllum á høvdið. Olle Lindberg minkaði um munin til 1-3 longu í fyrsta minutti av seinna hálvleiki [...] Í 84 minuttir var Áki D. Samuelsen í dag partur av einum heilt ótrúliga góðum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag. Áki og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr [...] um at sleppa í deildarspælið í Europa League. Dysturin verður móti eysturríkska liðnum, Salzburg. Kiksar tað yvir tveir dystir, so skal liðið hjá Áka og Martini royna seg í deildarspælinum í Conference League
inum í Conference League áðrenn leiðin gongur til Vejle. Tann dreymurin hongur nú í einum tunnum tráði. Í fyrra røkk støkk dystinum á Víkinga-vøllinum í Reykjavík megnaði Víkingur Reykjavík ikki at liva [...] verður returdysturin leiktur í Bosnia Hersogovina. Fyri tveimum árum síðani vann Víkingur Reykjavík seg í deildarspælið í Conference League. Tað verður stórt vónbrot um tað ikki eydnast á hesum sinni. [...] Borac Banja Luka, ið vann dystin 3-1. HER ber til frá Vísir/Støð2 at síggja málini, ið vóru skotin í dystinum. Víkingur Reykjavík-Borac Banja Luka 1-3 (0-2) 0-1 Luka Juricic ('21 ) 0-2 Milos Jojic ('23
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset taptu á sunnudagin á Marienlyst leikvøllinum í Drammen 0-2 fyri Egersund í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Strømsgodset hevði [...] báðum málroyndunum teir høvdu innanfyri málrammurnar. Egersund legði seg á odda í 18 minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði útiliðið økt til 2-0. HER ber til frá norska TV2 at
liðfelagarnir í Strømsgodset ferðaðust longu leiðina úr Drammen til Sogndal fyri at spæla dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Strømsgodset vann dystin 3-2. Stóri hetjan hjá Strømsgodset í dag var Elias [...] málini vóru skotin í hálvleiki við góðum skotum. Sogndal megnaði at javna til bæði 1-1 og til 2-2, men triðu ferð megnaði heimaliðið ikki at svara aftur. Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 41 stigum [...] Kongsvinger, ið bæði hava 43 stig. Komandi leygardag klokkan 15 hevur Strømsgodset dyst á útivølli í Skien móti Odd. HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sogndal-Strømsgodset
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset spældu í dag dyst á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini móti gamla liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim. Tað eydnaðist [...] til Drammen. Í steðginum var Strømsgodset á odda 1-0. Herman Stengel syrgdi fyri tveimum teimum fyrstu málunum hjá Strømsgodset. Tað fyrra var við einum brotssparki. Heimaliðið fekk spenning í uppgerðina [...] aftur í 70. minutti. Men fáar minuttir undan dystarloki tryggjaði Bent Sormo Strømsgodset sigurin. Mattias kundi ikki gera nógv við málið hjá heimaliðnum, tá Maurice Sylva var blankafríur og fekk bóltin
Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum vann stórsigur 5-0 á Arezzo í dysti í Seriu B. Øll fimm málini vóru skotin í seinna hálvleiki. Tað gjørdi ikki fyritreytirnar verri hjá heimaliðnum, at Arezzo stutt undan [...] Hellas Verona hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Hetta var sostatt fyrsti sigurin hjá Hellas Verona í Seriu B hetta kappingarárið. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Arezzo