Og so seint sum í dag byrjaði Jan Mohr Hermansen uppá tveir veggjamálningar í Skúlanum á Fløtum. Áðrenn We Need Art hevði hann ongantíð málað eitt alment veggjalistaverk. Og nú er hann í holt við nummar [...] gevandi felagsskapi rundan um listina. Og nú standa vit eftir við eini rúgvu av verkum, sum ikki eksisteraðu í mai í ár. Nú standa tey her, og tú kann njóta tey púra ókeypis. Alt døgnið. Hetta er fyri børn [...] skermar, algoritmur og AI pausu. Listin endaði ikki bara á vegginum, hon setti eisini gongd í okkurt størri. Og um alt gongur eftir ætlan, so royna vit aftur í 2027. Og av hjartanum takk til Betri stuðul
Vegurin varð stongdur í fleiri tímar, og fólk sluppu ikki til hús. Løgreglan hevur hildið kortini sera tætt at kroppinum síðani og hevur einki sagt við fjølmiðlarnar um málið. Í morgun las vaktleiðarin [...] eini boð frá leiðaranum á kanningardeidlini fyri fjølmiðlum, har hann segði soleiðis: »Í sambandi við hendingina í Fuglafirði týsdagin, tá ein persónur varð funnin lívleysur, hevur politiið gjørt eitt umfatandi [...] Løgreglan hevur staðfest, at einki revsivert ella illgrunasamt fór fram í Fuglafirði týsdagin, tá ein persónur varð funnin lívleysur. Tað var stutt fyri klokkan 13 týsdagin, at løgreglan fekk boðini. Stórt
Áki D. Samuelsen var ikki við í hópinum, og Martin Agnarsson var á vøllinum seinasta tíman, tá lið teirra, Mjällby tapti 0-3 fyri Red Bull Salzburg í seinna røkk støkk dystinum í Europa League. Salzburg [...] tí spæla deildarspæl í Conference League. Teir vera einasta svenska umboðið í teimum evropeisku kappingunum. Noreg og Danmark hava bæði fýra lið við í teimum evropeisku kappingunum. Í mong ár var Svøríki [...] Svøríki besta fótbóltstjóðin í norðurlondum, men soleiðis er ikki longur. Í morgin fæst at vita hvørjum liði Áki, Martin og liðfelagarnir møta í deildarspælinum. HER ber til at síggja málini frá dystinum Red
vatn komið í brunnarnar. Tá farið varð niðan í hagan at kanna orsøkina, vísti tað seg sambært Frihedsbrevet, at ventilar á samlibrunnunum vóru opnaðir. Vatnið rann tí ikki oman í bygdina, men fór í staðin [...] Borgarstjórin setur hendingina í samband við drúgva stríðið um vatnrættindini í Skálavík. – Hetta sær púra greitt út sum, at herferðin móti Skálavíkar kommunu, sum hevur verið bæði í løgtinginum fleiri ferðir [...] sakirnar í egnar hendur, sigur hann. Frihedsbrevet spyr borgarstjóran, um hann við hesum leggur tey, sum eiga hagan, undir at hava framt herverkið. – Nei, tað haldi eg ikki, tað er. Slett ikki. Men eg havi
Í Runavík fekk løgreglan í nátt fatur á sjey prutlum, sum nú eru tiknar inn til nærri kanningar. Løgreglan sigur, at tey í Runavík, eins og nógvastaðni í landinum hava avbjóðingar við prutlum, sum koyra [...] kunnu koyra. Og tað er tað, sum telur í einum møguligum revsimáli. Ikki hvussu skjótt prutlið hevur koyrt, men hvussu skjótt tað kann koyra. Eitt vanligt prutl skal ikki koyra koyra meira enn 30 km um tíman [...] enn loyvt er. – Nú er so friður av teimum, so leingi vit hava tey, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Prutlini skulu kannast á rullubretti, áðrenn støða verður tikin til, um mál verða reist. Løgreglan
sjálvari, har hon sambært ákæruritinum ikki var før fyri at seta seg upp ímóti atgerðini. Sjúkrahúspresturin er ikki samdur við ákæruvaldinum um, at kvinnan ikki var før fyri at seta seg upp ímóti honum [...] Ein sjúkrahúsprestur í Noregi er ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt starv sum sjúkrahúsprestur. Í starvi sínum hevur hann gjørt seg inn á eina kvinnu, sum var innløgd. Hetta veit norska kringvarpið, NRK [...] eisini aðrir norskir miðlar, sum í dag skriva um málið. Ákæran móti sjúkrahúsprestinum fevnir bæði um neyðtøku og um aðra kynsliga samveru, sum prestur hevur tiltuskað sær í starvinum. - Hetta eru ógvuliga
skattgjaldaran í longdini. Fyri Kalsoynna verður framburðurin stórur. Oyggin verður flutt í nútíðina, har fólkavøkstur og øktir vinnumøguleikar koma í eyga. Hvør byggjir tunnilin? Tað er ikki avgerðandi, [...] gin verður. Prísurin at koyra í Noroyatunlinum nýtist ikki at verða ávirkaður nevnivert, tí við verandi prísum, verður longu, ov nógv kravt inn í bummgjøldum. Koyrandi í Kalsoynna um fýra ár Um viji er [...] at fara undir at bora í morgin, sum ein annan dag. Tá verður koyrandi í Kalsoynna um fýra ár. Hundratals milliónir eru at spara. Eingin ferja verður bygd, íløgur verða ikki gjørdar í ferjulegurnar, og framtíðar
Tjóðveldi, um ikki at gera seg inn á náttúruøki í Kommununi? Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt stað har reið- og gongufólk í friðsælu hava virkað í sátt og semju [...] Vesturvarða og Rossagøtuna. Borgarstjórin og býráðsmeirlutin í Tórshavnar Býráð virðir við hesi ætlan ikki rossafólk, Yvirfriðingarnevnd og mong onnur í Tórshavnar kommunu, sum ynskja aðra loysn til gagn fyri [...] fyri gongufólk, reiðfólk og súkkluíðkarar. Rossafólk í Havnardali hava í fleiri førum átala ætlanini, har tey eitt vísa til at súkklur og ross ikki passa saman. Tey óttast, at ross, serliga við børnum og
Hetta er ikki tað miðlar eru settir í verðina til. Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin. Men tað sær tað ikki út til - [...] koma at tal við Bárð á Lakjuni, men tað sær ikki út til, at hann hevur áhuga at tosa við okkum. Í øllum førum eru boðini, at verandi skipan verður ikki broytt í ár, og tí skulu privatu miðlarnir framvegis [...] nú hevur Dimmalætting ikki fingið stuðul fyri verkætlanir, sum vórðu skrivaðar í 2023, ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir
aldið í einum nýggjum lógaruppskoti, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið. Í dag kann privata eftirlønarsamansparingin sum meginregla ikki setast í útgjald [...] pensjón – í løtuni trý ár áðrenn vanliga pensjónsaldurin. Almannaverkið skal fyrst hava játtað pensjónina, og síðani skal TAKS vátta, at útgjaldið úr eftirlønarsamansparingini kann byrja. Ikki altíð ein [...] fyrimunur Tað verður upp til tann einstaka, um hann vil nýta møguleikan. Í viðmerkingunum verður gjørt vart við, at tað ikki fer at loysa seg hjá øllum at byrja útgjaldið fyrr. Privat eftirlønarútgjald