føroysku býunum og bygdunum fara heimanífrá fyri at nema sær útbúgving og tað er góður lærdómur. Men tey flestu fáa ikki møguleikan at venda heim aftur til bygdina við tí akademiska í ryggsekkinum. Akademikari [...] gera bygningar í smáu býunum um til skrivstovufelagsskapir, sum kunnu vera arbeiðspláss fyri fjararbeiði knýtt at ymiskum stovnum aðrastaðni. Vit vita, at tøkniliga ber tað til og KT-trygdin er í lagi. Lívsjavnvág [...] og stjórnmálafrøðingar heim aftur til Føroya, tí tey tá fáa bæði tað serstaka føroyska bygdalívið, tað trygga umhvørvið hjá børnunum at vaksa upp í, tíð og jørð til húsdjór og at planta egið grønmeti
taka sína útbúgving, uttan at skula av flyta av meginøkinum. Skúlagongdin má verða so, at man kann ferðast til og frá, uttan at skula flyta til Suðuroyar. Antin tað, ella má tað kunna bera til at taka størsta [...] hjálparaútbúgvingar ikki geva atgongd til víðari lesnað. Eg kann samanlíkna tað við egna útbúgving sum maskinmeistari. Tað vildi aldrin givið meining at útbúgva maskinmeistarar til bachelor, bara tí at nøkur fá [...] Nýskipan má til av útbúgvingum innan røkt, stuðul og umsorgan. Vit hoyra javnan um mangul uppá fakfólk innan innan røkt, stuðul og umsorgan í Føroyum. Tí muga NÝSKIPANIR til fyri at fáa fleiri at útbúgva
sjógvi ella landi. Her kann skúlin gera sítt til, at øll børn fáa møguleika, saman við vaksnum, at fáa innlit í og royna ymiskt, ið tey kanska ikki fingu høvi til, um tað ikki var í skúlanum. Tað eru skúlar
á 25.000,- kr til starvsfólk í heilsu- og røktarøkinum er eitt stig í rætta leið. Tað er bæði ein viðurkenning av teirra arbeiði og eitt ítøkiligt amboð til at halda fast í og draga til okkara dugnalig [...] at vit arbeiða meira fyribyrgjandi og samanhangandi. Tað er eisini neyðugt at stytta bíðitíðirnar til bæði kropsliga og sálarliga viðgerð, tí hjálp má koma, tá ið tørvur er á henni. Serligur dentur eigur [...] tað umráðandi, at Barna- og Ungdómspsykiatriin verður styrkt og raðfest. Samstundis er mentan og útbúgving ein grundarsteinur í einum sunnum samfelagi. Skúlaskipanin skal tryggja góðar karmar fyri bæði næmingar
upplýsing, upplýsing og upplýsing. Hví brúka vit 1,5 mia.kr. árliga upp á útbúgving í Føroyum? Jú, tí við upplýsing, lærdómi og útbúgving eru vit betur før at taka rættar avgerðir og at reka okkara samfelag [...] føroyingra í Føroyum og Danmark, Føroyar í ríkisfelagsskapinum, Føroyar og aðrar smátjóðir o.s.fr. Nú til spurningin í byrjanini. Næmingarnir á Glasi hava eisini lært meg eina rúgvu t.d. munin á at vera cooking [...] útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari og undirvísi nú á Glasi. Frítíðin fer nógv til hondbólt, har eg m.a. eri U3 venjari hjá Neistanum. Í lestrartíðini arbeiddi eg hjá Javnaðarflokkinum
gjørt átøk – m.a. sett gongd á at gera Eirargarð til lestrarbýli, fyrstu stigini í kampus-verkætlanini er í gongd, og komandi skúlaár hækkar lestrarstuðulin til hægri lesandi við 1000 kr um mánaðin. Men vit [...] vit missa 20% av ungdóminum til okkara útheimin. Tað er ein risatrupulleiki, sum vit mugu fáa loyst. Tað krevur, at Føroyar eru eitt gott stað at seta búgv, at nema sær útbúgving, og at Føroyar eru nóg lokkandi
Børn eru ein íløga, og útbúgving er ein íløga. Tí mugu hesi ikki forða hvørjum øðrum. Børn skulu ikki gerast forðingar fyri útbúgving og útbúgving skal ikki gerast ein forðing fyri at fáa børn! At vera [...] Hetta snýr seg ikki um luksus, men um at hava ráð til tað mest grundleggjandi. Skal tað veruliga gerast gjørligt hjá smábarnaforeldrum at taka útbúgving, er neyðugt, at stuðulsupphæddin hækkar. Tað eigur [...] karmarnir eisini fylgja við. Tá vit gera tað lættari at velja bæði børn og útbúgving, verður tað eisini lættari at velja Føroyar til og styrkja samfelagið sum heild. Alt kostar pengar, og tann íløga, vit gera
á tínar bústaðarkonto, sum tú bert kann brúka til at keypa tær ein bústað í Føroyum. Tá tú fyllur 25 og 27 ár, fær tú aftur 50.000 kr inn á somu konto, til sama endamál. Ein treyta gáva Gávan er treyta [...] treyta av, at tú setur búgv í Føroyum. Um tú framvegis ikki er fluttur heim til Føroyar, tá tú er 33 ár, fellur upphæddin aftur til landið. Gávan er prístalsregulera og stendur á konto hjá landinum, í tínum [...] Føroyum. Ein uppaftur størri gáva til tín - drag allar renturnar frá í skattinum Meðan prísurin á bústøðum er tvífaldaður seinastu árini, hevur mesta upphæddin sum til ber at fáa í rentustuðul staðið í
setast í verk. Tað vendir skeivt, at tey, sum búgva til leigu og stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, gjøgnum skattin rinda til rentustuðulin til tey, sum keypa hús nummar tvey, trý ella fýra. Fleiri [...] lættliga fyri fimm til sjey miljónir krónur, og ungar familjur og stakir uppihaldarir megna ikki at bjóða móti teimum við høgum inntøkum ella teimum, sum keypa hús nummar tvey, trý ella fýra til vinnulig endamál [...] mugu seta ferð á byggingina av almannagagnligum íbúðum, ikki minst til tey ungu, sum taka fyrstu fetini inn á bústaðarmarknaðin, og til tey eldru, sum vilja hava ein minni viðlíkahaldstungan bústað at búgva
40% av hvørjum árgangi fer av landinum at nema sær útbúgving. Tey flestu til Danmarkar. Helvtin kemur ongantíð aftur. Vit missa sostatt fimta hvønn føroying med alla. Hetta er okkara størsta avbjóðing [...] seta seg í skuld fyri, so er tað at steðga hesi bløðingini. Vit hava brúk fyri optimalum umstøðum til yrkisútbúgvingar, einum blómandi Fróðskaparsetri og vit mugu byggja 1.000 lestrarbústaðir beinavegin