Vit missa fimta hvønn føroying

40% av hvørjum árgangi fer av landinum at nema sær útbúgving. Tey flestu til Danmarkar. Helvtin kemur ongantíð aftur. Vit missa sostatt fimta hvønn føroying med alla.

 

Hetta er okkara størsta avbjóðing.

 

Hetta eru menniskju í besta blóma. Ung fólk við áræði og nógvum ressursum.

 

Okkara BTÚ verður í ár yvir 31 milliardir. Um hesi, ið vit missa av landinum, framleiða líka nógv sum vit, ið eru eftir, so framleiða tey næstan 9 milliardir í BTÚ. Ikki í Føroyum, men har, sum tey búgva.

 

Er nakað vert at seta seg í skuld fyri, so er tað at steðga hesi bløðingini.

 

Vit hava brúk fyri optimalum umstøðum til yrkisútbúgvingar, einum blómandi Fróðskaparsetri og vit mugu byggja 1.000 lestrarbústaðir beinavegin, so tey ungu kunnu flyta heimanifrá uttan at flyta av landinum.

 

Hetta kostar eina milliard. Og hon er væl útgivin, tí hon fer at minka bløðingina av okkara størsta tilfeingi.

 

TAÐ hjálpir uppá haldførið.

 

X við Erling Eidesgaard