ein hevur fingið prógvið, spyrja fólk alt fyri eitt, hvat tú nú skalt brúka tað til. Eg fór ikki á student við ávísari hægri útbúgving fyri eyga. Eg fór fyri at læra, og tann vitanin eg havi ognað mær [...] samfelagið hevur brúk fyri tí. Tað er gott at fáa ung út og uppliva lívið aðrastaðni. Bæði fyri at kunna koma heim og síggja hvussu gott við hava tað her á klettunum, men eisini fyri at koma aftur sum møguligir [...] royndir at byggja á, vit noyðast partvís at royna okkum fram, og partvís at arbeiða út frá royndum onnur hava gjørt sær. Í øllum hesum er tað sjálvandi eisini týdningarmikið, at vit ikki missa okkum sjálvi
pengar uttanlands. ? Vit yvirmettu okkara evnir at gjalda skuldina aftur, og tí læntu vit alt ov nógv. Men hvar kemur ríkisfelagsskapurin inn í myndina? ? Tað skal eg siga tær. Tá vit læntu pengar í 80-unum [...] so avleiðingin fyri Føroyar ? Avleiðingarnar haldi eg tey flestu okkara minnast enn. Tá vit skuldu í holt við at gjalda lántu pengarnar aftur, nyttaði danska kreditvirði einki. Nú høvdu vit bara okkara egnu [...] staturin fyri landsstýrið, sum kautioneraði fyri kommunurnar. Henda kautiónin gjørdi tað møguligt hjá kommununum at lána nógv meir frá Kreditforeningen af Kommuner i Danmark, enn tær vóru førar fyri at gjalda
tú skalt skapa áhuga fyri nøkrum, so noyðist tú at upplýsa um tað, og upplýsir tú t.d. meira um mentan enn um nakað annað, ja, so er størri tjansur fyri, at fólk sum heild fáa størri áhuga fyri mentan enn [...] Fyri einum mánað síðani var eg á sjónleikarastevnu hjá MáF. Tað fyrsta, sum fór fram á hesi stevnu, var ein sera áhugaverdur pallborðsfundur, sum tíverri ikki var opin fyri almenninginum og fjølmiðlunum [...] enn fyri nøkrum øðrum. Ja, og er tað, sum í okkara føri, ítróttur, tíðindaflutningurin leggur størst dent á, ja, so er tað ítrótturin, sum flest fólk ganga upp í. Nú er tað ikki, tí eg (enn einaferð) ætli
við at liva upp til málini, sum teir hava sett sær. ? Tað hevði týdning fyri okkum, at vit fingu javnleik móti OB, eftir at vit óuppiborið taptu móti Herfølge. Nú er lættari hjá okkum at fyrireika okkum [...] hevur verið ført fram, at AGF er ikki tað, tað var fyri nøkrum árum síðani, og úrslitini í hesum og seinasta kappingarári hava eisini borið boð um tað. Fyri Peter Rudbæk, sum er venjari hjá AGF, er setningurin [...] hjá FCK, men hóast hetta verður helst pláss fyri Toda á liðnum. Í øllum førðum vísti hann enn einaferð mikukvøldið, at hann er ein av teimum, sum kann skapa sær og øðrum kjansir. Jákup móti gamla venjaranum
frama fyri allar brúkarar. Hann legði dent á, at endamálið við fundinum var at kunna politikararnar um, at her er talan um eitt gott sjúkrahús, sum ikki hevur brúk fyri niðurskurðum. -Tó vóna vit, at p [...] pskotið, tí tað er farið í løgtingið, so fýrdi Helena Dam á Neystabø kortini ikki fyri enn einaferð at grundgeva fyri, hví hon hevði lækkað játtanina til Klaskvíkar Sjúkrahús. - Hetta skal ikki uppfatast [...] Hvat viðvíkur framtíðini so metti landsstýriskvinnan, at brúk er fyri størri samskifti og samstarvi á sjúkrahúsøkinum, soleiðis at vit m.a kunnu beina burtur tær yvirlappandi funktiónirnar, sum eru í dag
skilagóð loysn, við tað at hetta skapti alstórar trupulleikar fyri verjuna, tá hon setti ferð á og fór frá Rakul. Áðrenn kappingin byrjaði, frættu vit frá kyndlavenjarunum Flemming Raben, at tað helst fór ganga [...] stóð á jøvnum. VÍF hekk í Í øðrum hálvleiki legði Kyndil hart út, og eftir 5 minuttum megnaðu tær at skapa sær eina 3 mála leiðslu. VÍF svaraði tó aftur, og var hetta søgan so at siga allan hálvleikin. Hvørja [...] at hon helst eigur at teljast millum 6 tær fyrstu, tá liðið verður sett. Heldur ikki var hon bangin fyri at taka ábyrgd á seg, og eftir at Lotte hevði brent 2 brotskøst á rað, varð tað Beinta, sum átók sær
hann ikki. ? Vit hava ein Framtaksgrunn. Kanska er tað lættari at broyta hann, so at hann kann taka ein virknari leiklut í endurnýggingini av fiskiflotanum, um hann er veruliga er so illa fyri, at ongin vegur [...] ella ikki, er ein beinleiðis forðing fyri, at fiskiflotin verður endurnýggjaður, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hann heldur, at fær vinnan tryggar karmar, ber tað til hjá henni at endurnýggja [...] ógvuliga virkið lut í samfelagskjakinum, ikki minst og ikki minst í kjakinum um vinnulívspolitikkin. Vit hava tí spurt formannin í felagnum, hvat hann sigur til, at eitt uppskot um at lata stuðul til at
annað umboð fyri landsstýrið fyri m.a. at verða kunnað um politisku gongdina í Føroyum. Tá Sosialurin eftir almennu vitjanina hitti umboðini fyri tey trý oljufeløgini var hýrurin góður. -Vit hava havt ein [...] stórum óstabiliteti. Har vit ikki hava verið í eini støðu, har signal frá altjóða heiminum hava rinið við. Har vit eftir heimastýrið, støðugt hava brúkt meira enn vit framleiða og at vit í 80?unum harafturat [...] fyrireikingarnar til útbjóðingina. Vit eru tí eisini sera spentir um, hvussu treytirnar verða til hesa útbjóðing sigur William Maloney frá Texaco. Hann dylur ikki fyri, at fyri teir hevur tað nógv at siga, hvussu
búskapurin ikki møguleika fyri at gera seg til reiðar til henda inntøkuniðurskurð. Somuleiðis er heldur ikki møguleiki fyri at leggja eina ætlan fyri umskipan og nýhugsan fyri at viga upp ímóti inntøku [...] at møguleiki er fyri at skerja blokkin í helvt uttan at niðurskurðurin viðførir árin á búskapin ella samfelagið, men her skal hædd takast fyri, at vit eru í góðum árum. Tænastustøðið Fyri tað triðja vil [...] ein stórur vansi fyri samfelagið. Torført kann verða at skilja, hvussu tað kann verða til vansa fyri eitt samfelag at móttaka nærum 1 mia. kr. um árið. Sjálvsagt er tað eisini gott fyri samfelagið at fáa
óhepnar avleiðingar fyri føroyska búskapin og harvið fyri føroysku vælferðina. Hvussu skjótt tað kann gerast, verður treytað av vøkstrinum í føroyska búskapinum. Tá eru vit komin hagar, at vit kunnu taka støðu [...] at øll samfelagslig menning í Føroyum hevur til endamáls, at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins, er í hásæti. Øll stig [...] forðing fyri framhaldandi menning í Føroyum. Alheimsgerðin av heimsbúskapinum ber í sær, at alsamt størri tørvur verður á, at vit í Føroyum hava dygg politisk og búskaparlig stýringsamboð, sum vit sjálvi